Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið er arbeiðsloysi, og tí burtur úr arbeiðstólunum sum gjørligt, heldur formadurin i Føroya Arbeidsgevarafelag Mynd:Kalmar Føroya Arbeiðsgevarafelag longu gjórt uppskot til nýggjan sáttmála Yvirtidarløn skal strikast -og ein minni samsyning latast fyri ólagaliga arbeiðstíð ístaðin. Hetta fyri at útnytta kapitalapparatið betri. Hetta fer at skapa meira arbeiði, samstundis sum hvør einstakur varðveitir sína inntóku og kann fáa eina meira fleksibla arbeiðstíð, sigur Fóroya Arbeiðsgevarafelag Tað hevur verið nevnt, at útspælið hjá landsstýrinum mótvegis fakfeløgunum innan almennu arbeiðs- plássini gevur samstundis privata arbeiðsmarknaðin- um eina ávísa ábending um hvussu teirra lønarstødi við einum nýggjum sátt- mála kann hugsast at fara at vera. Vit hava spurt Oddfríð Gregersen, formann í Før- oya Arbeiðsgevarafelag hvussu hann fer at taka ímóti hesi ábending Størsti trupulleikin í dag er arbeiðsloysið. Fólk verða uppsøgd úr almenn- um stérvum, og tí ræður um sum ongantíð áður, at fáa fólk í nýggj størv innan framleiðandi vinnuna. Hendan vinnan hevur í dag tann stóra trupulleikan, at útreiðslurnar eru ov høgar og inntøkurnar ov lágar, sigur Oddfríður Gregersen, sum tí heldur, at pláss verður ikki fyri lønarhækk- ingum í nýggja sáttmálan- um Í góðari tíð Oddfríður vísir á Gregersen at tá tey seinast gjørdu sáttmála, var hann mest at kalla ein sokallað O-loysn. Enn vil hann ikki siga, hvat útspælið hjá Før- oya Arbeiðsgevarafelag verður í krónum, men tað skilst kortini, at lítið hugs- andi er, at nomið verður við grundlønina. Hinvegin hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag aðrar ætlanir við nýggja sátt- málnum, sum felagið longu hevur latið Føroya Arbeiðarafelag eitt sam- ráðingarupplegg til. Tað er annars ikki vanligt, at teir eru so skjótir á veg við einum uppleggi,- meira enn hálvt ár áðrenn at sáttmálin fer úr gildi. Oddfríður Gre- gersen sigur, at orsøkin til, at eitt upplegg longu er sent arbeiðarafelagnum er, at arbeiðsgevararnir halda støðuna í samfelagnum vera so sera álvarsliga, og at best er at hava góða tíð at viðgera møguligar broytingar í sáttmálanum. Ískoyti heldur enn yvirtíð Formaðurin í arbeiðsgev- arafelagnum heldur, at høvudsendamålid í fram- leiðandi vinnuni er at út- nytta framleiðslutólini betri, og við hesum hugsar hann um at skipa eitt nú tveyskiftivakt uttan tó at gjalda fulla yvirtidarløn. Soleiðis hugsa tey í ðrum londum, og eisini soleiðis er umráðandi hjá okkum at hugsa, sigur 1ann. Hetta fyri at fáa Størsti trupulleikin í dag umræður at fáa so nógv Oddfríður Gregersen, 01 — 22. oktober 1992 vurtur úr ílagunum, og ler hetta eisini at skapa meira arbeiði, samstundis sum hver einstakur varð- veitir sína inntøku. Arbeiðsgevarafelagið skýtur upp, at stríka yvirtidarlønina fyri tíðina uttan fyri tíðarskeiðið kl. 7 i morgni og kl. 18 á kvøldi, vikuskiftid, sunnu- og halgidagar. Tå skal ístaðin latast eitt ískoyti til ønina, sum er millum fimm og nýggju krónur um tíman fyri nevndu tíðar- skeið. ps Ymiskar vikur Føroya Arbeiðsgevara- felag skytur eisini upp, at normalarbeidstidin skal vera 40 timar um vikuna i medal í einum tíðarskeiði upp á átta vikur. Dagliga arbeiðstíðin skal liggja millum kl. 7 á morgni og 18 á kvøldi. Felagið sigur, at á nógvum arbeiðspláss- um liggur illa fyri at leggja alt arbeiði í fastar karmar. Millum annað innan aling- ina og fiskavirking. Tá hevði verið høgligari, bæði hjá fyritøkuni og með- arbeiðarunum, at arbeitt longri enn teir 40 tímarnar onkra viku, og styttri aðra. Men ein tílík skipan skal leggjast í so mikið fastar rammur, og avtalast skal frammanundan fyri ávíst tíðarskeið,- til dømis átta vikur. Ikki heim til degurða Føroya Arbeiðsgevara- felag vil eisini hava, at mattíðir verða avtalaðar á teimum einstøku virkjun- um. Felagið sigur, at tað verður alt meira vanligt, at fólk fara ikki heim til døgurda, og teimum kunn- ugt eru sáttmálarnir við arbeiðarafelggini teir ein- astu sum áseta, at døgurda- tímin skal vera milum kl 12 og 13. Hetta er 6høgligt nógva staðni, sigur felagið. Fráboðan av verkfalli Í upplegginum frá arbeiðsgevarafelagnum verður eisini sett fram ynski um broytingar í mannagongdini í samband við arbeiðssteðg. Skotið verður upp, at arbeiðs- steðgur kann bert setast í verk, um hann er sam- tyktur av einum aðalfundi við í minsta lagi 3/4 av atkvøðunum og rættstundis fráboðaður mótpartinum. Somuleiðis skal kunn- gerast fyri mótpartinum, at ætlanin er at at leggja málið um arbeiðssteðg fyri á aðalfundi. Ung lægri løn Sum er fáa 14-ára gomul hálva løn. 15 og 16 ára gomul fáa 75 prosent av lønini, og er ein 18 ár fær hann fulla løn. Hetta ynskir Føroya Ar- beiðsgevarafelag eisini at fáa broytt. Felagið skýtur upp, at øll undir 18 ár fáa hálva vaksnamannalgn. Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tað er ógvuliga umráðandi at tey ungu fáa arbeiði, og at tey sleppa at vejna seg við tað. Felagið heldur, at nógv arbeiði hevði verið gjørt, um tað hevði borið til at havt ung í arbeiði fyri eina munandi lægri løn enn tey fáa í dag. Føroya Arbeiðarafelagið fekk herfyri uppleggið fra arbeiðsgevarunum, og sum skilst fer Føroya Arbeið- arafelag at leggja uppskot- 10 fyri limafeløgini um hálvan november. tór.-