Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindabaðið cngSialurin Nr. 205 — 28. oktober 1992 Royna at sleppa undan ákærunum Magnus Petersen og Óli Zachariassen, sum ákærdir eru í Heyga- drangs-málinum, vilja hava Føroya Rætt at vísa ákærurnar móti sær í Skálafjals-málinum aftur við tí grundgeving, at teir ikki vænt- aðu fleiri ákærur, tá Heygadrangs-málið byrjaði Óli Zachariassen, fyrrver- andi stjóri á Skála Skipa- smiðju, og Magnus Peter- sen, adovkatur, vilja vera við, at tá ákæra varð reist ímóti teimum í Heyga- drangsmálinum, væntaðu teir ikki at verða ákærdir fyri fleiri skipamál. Ein grein í rættargangs- lógini sigur, ater åkærareist móti persónum í einum máli, kann rætturin í ávísum fórum afturvísa, at henda ákæra verður víðkað. Taðer hesa greinina í rættargangs- lógini, teir báðir Oli Zach- ariassen og Magnus Peter- sen nú royna fyri at sleppa undan at verða við í sakar- málinum, sum verður um skipið Skálafjalli. Teir vilja hava rættin at avmarka seg við ákærurnar mót teimum um byggingina av Heyga- drangi. Allan mánadagin við- gjørdi Føroya Rættur hetta málið, um Oli Zachariassen og Magnus Petersen skulu sleppa undan teimum nýggju ákærunum. Verjarnir hjá teimum báðum, ávikavist Christian Andreassen og Thomas Rørdam, vístu á, at tá poli- tid avhoyrdi teir báðar upp- undir = sakarmålid um Heygadrang, varð nógv eis- ini spurt um Skálafjall. Teir hildu, at politiið hevði so nógvar upplýsingar um Skálafjall, tå ákæra varð reist viðvíkjandi Heyga- drangi, at teir báðir åkærdu av réttum kundu vera í tí trúgv. at eingin ákæra fór at verða reist móti teimum um Skålafjall. Akæruvaldid hevði held- ur ikki tikið fyrivarni um, at fleiri ákærur kanska fóru at verða reistar. Tað kundi verið gjørt við einum setn- ingi í ákæruritinum i Heygadrangsmálinum, helt Thomas Rørdam. Bæði i politavhoyring- unum og undir avhoyring- unum i Heygadrangs-måli- num, varð skipið Skålafjall ofta nevnt. Hetta kom av, at Skálafjall var eitt slag av systurskipi hjá Heyga- drangi. Skrokkurin var tann sami og tað mesta av tekn- isku útgerðini eisini. Fíggj- armynstrið var eisini eins. Advokaturin og fíggjarligi ráðgevin var somuleiðis sami maður hjá báðum reið- aríunum. Nevndu sjålvir Skálafjal Akærin vildi halda, at tað meira vóru teir ákærdu, sum nevnt hevdu Skálafjall undir avhoyringunum. Hetta kom av, at longu tá Heygar søkti landsstýrið um loyvi til Heygadrang, varð nevnt, at skipið skuldi líkjast Skálafjalli, ið varð bygt frammanundan. Akærin kom eisini við, at tá Finnbogi Christiansen varð avhoyrdur av politin- um, var hann komin inn á spurningin, hví Heyga- drangur ikki kundi fáa líka lagaligt lán frá Skipskre- dittgrunninum sum Skála- fjall. Hetta var orsøkin til, at kriminalassistenturin Thor- vald Hesselholt hevði spurt seg fyri hjá grunninum um fíggingina av Skálafjalli. Her kann skoytast uppí, at Heygar fekk ikki líka góðar sømdir frå Skipskreditt- grunninum sum Vål, reid- aríið hjá Skålafjalli, tí um- sóknin hjá Heygum var dagfest nakað undan um- sóknini hjá Vál. Reglurnar vórðu broyttar í tíðarskeið- inum illum tær báðar um- sóknirnar. Verjarnir vildu vera við, at politiið hevði gjørt rann- sóknararbeiði um Skála- fjall, longu tá ákæra varð reist í Heygadrangsmáli- num. Hesum afturvísti Thor- vald Hesselholt. Tá onnur feløg og aðrar fyritøkur vórðu nevndar í avhoyring- um, hevði hann so hvørt út- vega sær tilfar um hesi við- urskifu fyri at kenna tað, ið tosað varð um. Skipini líktust Av tí at sammett alla tíðina varð við Skálafjall hevði hann savnað nógv tilfar um hetta skipið, men rannsókn- ararbeiðið og avhoyringar- nar um hetta skipið byrjaðu ikki fyrr enn í november mánað 1991, nakað eftir, at kriminalassistenturin hevði sagt landfútanum frá, at eft- ir hansara tykki var møgu- liga nakað revsivert í máli- num, upplýsu Hesselholt. Oli Zachariassen og Mag- nus Petersen søgdu báðir, at teir fataðu politiavhoyring- arnar at vera líka nógv um Skálafjall sum um Heyga- drang. Oli Zachariaasen segði avhoyringarnar vera um alla t seinastu tíðina hjá sær á Skála Skipasmiðju. Tikið varð fram, at tá Niels Juel Nattestad, stjóri í Føroya Banka, varð avh- oyrdur í rættinum um Heygadrang, hevði hesin nevnt, at kriminalassistent- urin verið tvær ferðir og hjá sær. Fyrru ferðina hevði hann spurt um Skálafjall. Hetta afturvísti Hesselholt. Stig Kaas skal nú gera úrskurð, um rætturin vísir ákærunum móti Ola Zach- ariassen og Magnusi Pet- ersen frå sær. Démarin vón- aði at hava henda úrskurð lidnan, tá dómsviðgerðin í Heygadrangsmálinum byrjar 9. november. Sjálvt um Oli Zacharias- en og Magnus Petersen sleppa undan ákærunum um svik móti landskassanum og danska skipskreditt- grunninum í sambandi við byggingina av Skálafjalli, kemur sakarmálið sjálvt fyri Føroya Rætt. Reiðarin, Jørgin Bech sleppur ikki undan. randi Tit ringja sosialurin, tlf. 11820 — vit skriva - Knappaborð - Mús Skipanir: - DOS 5.0 - Windows 3.1 Edv-tilboð Telda og laserprintari við fígging - Works, t.e. tekstviðgerð, databasu, rokniark & kommunikation TELDA: ; LASERPRINTARI: IBM PS/1 386SX/25Mhz - 85Mb harddisk, - kann vidkast til 255Mb - 2Mb Ritminni (RAM), - kann vidkast til 16Mb - I diskladriv 1,44 Mb - 14" VGA-litskiggi - 3 eyka portur XEROX 4010 - PCL5 - 4 síður í minutti - 300x300 Dpi - 512Kb ritminni (RAM) - ”Scalérbarar skriftir" alt fyri einans kr. 765,- um mánaðin Tilbodid er einans galdandi til friggjadagin tann 30.10.1992 kl. 12.00. formule ">"... FØROYAR Telefon 1.7220 Telefax 1.8154