Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 239 — 15. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið Mennid fólksins skúla Skal fólkaskúlin framhaldandi vera fólksins skúli og skúli teirra, sum ætlandi fara at mynda 21. óld, so er umráðandi, at hann stóðugt mennist og lagar seg, so hann kann verða førur fyri at velja og vraka og geva næmingunum ein bæði viðkomandi og hollan førning at hava við sær á lívsleiðini segði Petur J. Sigvardsen, deildarleiðari á Landsskúlafyrisitingini m.a. tå útbyggingin av Søldarfjardar skúla herfyri varð liðug. Vit prenta róðuna hann helt: Røda hildin 28.11.92 i sam- bandi vid, at utbyggingin av Søldarfjardar Skula er lokin. Háttvirda samkoma! Fortíðin Vit, ið nú eru um miðan aldur og eldri, og sum minnast heimaútróðurin við árabáti, vaðbeinstíðina, — kanska ikki koluna og fýrstaðin, men petroleumslampuna, torvið og komfýrin, vit kunnu ikki annað enn ógvast við, tá ið vit hugsa um alla ta menning og ta helst alt ov stóru og brádligu sam- felags broyting, ið farin er fram seinastu 20-30 árini. Tað var eitt sera eintáttað samfelag, vit minnast afturá sum børn. Peningur var lítil og eingin, eini 2-3 ættarlið vóru stúgvað saman undir somu lon, har ein og hver mátti hjálpa til eftir førimuni inni og úti, í bø, haga, bjørgum og á sjónum til tess at lívbjarga sær og sínum. Útbúgvingarmeguleikarnir vóru lítlir og eingir hjá teimum flestu, tí ráð vóru ikki til tess. Ráðini til skúla og skúlabygg- ing vóru sum vera man heldur ikki so góð. Og eins og húsini um tað mundið vóru lítil og mangan tonglig, so var tað sama eisini galdandi, tá ið tað snúði seg um skúla og skúla- bygging. Tó kann sigast, at tann gamli føroyski bygdaskúlin var bygdur og hóskaði væl til tað samfelag, ið tá var, tí eins og samfelagið var eintáttað, so var skúlin tað eisini. Sjálvur skúlabygningurin var sum oftast ein ella kanska tvær, triggjar skúlastovur. Annars var bert ein durur og eitt loft, meira var tað ikki. Lærdómsinnihaldið var eis- ini rættiliga avmarkað. Tað vóru bert nakrar fáar bókligar lærugreinir; men tær skuldu so dugast til lítar; annars var ikki væl vorðið. Verkligar ella praktiskar lærugreinir sum handarbeiði, smíð, heimkunn- leiki, ítróttur o.s.fr. varð hildið óneyðugt at hava sum læru- greinir í skúlanum, tí henda handliga lærdómin nam barnið í uppvøkstri sínum heima við hús, í dagligum samstarvi við teim vaksnu í bø og haga, til fjals og til fjøru, har alt tað heimliga umhvervið eisini var leikvøllur barna og verð. Eltt samfelag í rembing Men tíðir broytast og soleiðis eisini kor barna. Fyri einum 30 árum síðani fór tað føroyska samfelagið rættiliga at menn- ast, so hvert sum nútímans fiskiskip, flakavirki, ídnaðar- virki 0.a. sóu dagsins ljós. Fólk — og tá serstakliga á bygd — vamaðust, at hetta vanliga hvønndagsarbeidid, har úrtgkan var »in natura«, loysti seg ikki, sum sagt varð. Vit fingu peningasamfelagið —ella enn betur vælferðarsamfelag- ið, sum tað verður rópt — við gllum teimum eyðkennum, sum ov langt verður atróða um her. Men vit kenna tað øll: hetta fløkjaliga, kollvelta og tíverri eisini kollrenda samfelag við fullkomuliga broyttum hús- fólkamynstri, bústaðar- mynstri, umsorganar- og upp- alingarmynstri o.s.fr. — Sam- anumtikið eitt heilt nytt sam- felag, ið als ikki hevur funnið sitt sanna stev. Tvørturim6ti. Eitt samfelag, sum júst nú er statt í eini sera álvarsligari bú skaparkreppu, sum eingin enn kennir avleidingamnar av til fulnar. Nútíðin Men hvussu enn leikur fer, so mega vit tó ongantíð missa vónina, og um tað bæði í náttúruni og samfelagnum er so í løtuni, at hvør dagur tykist daprari enn annar, so mega vit tó líta frameftir í vónini um, at tá ið komið er á botn, og hóast kanska mangt tá liggur í sori, at so rísur aftur tann dagur, tá ið eitt frískari og sunnari sam- felag verður at spretta úr aftur toftunum og menna seg við sunnum stevi samsvarandi teim møguleikum, sum eru í samfelagnum. Íð hvussu er, so eiga skúli og samfelag helst at ganga hond í hond, og skal fólkaskúlin framhaldandi vera fólksins skúli og sostatt skúli teirra, sumskulu liva og virka í einum alsamt broytiligum samfelag, —og kanska einum heilt ødrum samfelag enn ti, vit higartil hava kent, ja, so er sera umráð- andi, at skúlin má fáa møgu- leika at mennast og at laga seg til tað umskiftandi samfelag, sum hann altíð eigur at vera ein partur av. Annars verður hann ikki førur fyri at lúka uppgávu sína sum skúli. Peningarikidømid setti straks sin dåm å alla bygging bædi i bygd og by — eisini å skúlabygging. Bæði sethús og skúlar vuksu almikið í vavi og fingu eitt nýtt snið, og sam- stundis fóru einir 30 bygda- skúlar í søguna. Hesir nýggju skúlarnir vóru eisini heilt ødrvisi innan enn teir gomlu bygdaskúlarnir. Tað vóru ikki bert fleiri skúlastov - ur, men sum nakað heilt nýtt høvdu teir nú eisini sonevndar sergreinarstovur. Ætlanin við hesum nýggja skúlakarmi var eyðsýnd: hesin skúli skuldi fyri tað fyrsta hava væl fleiri bók- ligar lærugreinir; men harum- framt skuldi hann nú eisini hýsa teim sonevndu verkligu/ praktisku lærugreinunum sum smíði, handarbeiði, heimkunn- leika, tilevning og so sjálvandi eisini: fimleikahøll og svimji- hell og so helst eisini ítróttar- hell og leikvøll. Ikki eitt øvugt orð um alla hesa kollvelting innan skúla- gátt her á landi, tí soleiðis vildu vit jú øll hava tað. Í hesum við- fangi eiga vit tó bert at hugsa um ta innihaldsligu broyting- ina: at hetta, sum tú fyrr fyri ein stóran part nam uttan fyri skúlagátt, verður nú lagt yvir á skúlan og tessvegna flutt úr sínum natúrliga umhvervi. — Nú skuldi alt hetta brádliga gerast lærugreinir. Framtíðin? Hóast eingin okkara er førur fyri at siga, hvussu framtíðar samfelagið fer at verða, so eru vit tó øll vitandi um tað nýggja Europakortið, sum nú er í gerð, og sum mestsum broytist dag frá degi. Á hesum korti tykist tann blái liturin við teim gyltu stjórnunum at breiða seg bæði eystureftir og norðureftir. Týdningarmikið er í hesum viðfangi at vita — eisini fyri skúlaskapin — hvønn lit hesin oyggjaflokkur man fara at fáa á hesum korti í framtíðini, tí hvussu er og ikki, so fer hesin stóri felagsskapur uttan iva eisini at åvirka føroyskan skúlaskap og útbúgving í kom- andi tíðum. Og so teldufrødin og hå- tøknifrødin og tann ómetaliga ávirkan hon longu hevur, og sum helst verður nógv størri, sum frá líður. Við upplýsing- artøknifrødini verður við økt- ari megi útlendsk ávirkan á fremmandum máli borin okk- um uttanífrá alt samdegrið. Her standa ikki minst øll Norð- urlond í dag og spyrja, h vussu tað verður vorðið við t.d. máli og mentan okkara, ja, samleika okkara sum fólk og tjóð. Skúlafólk eru á einum máli um, at nakað avt í, ið her er nomið við og mangt mangt annað verður at broyta familju- lív, bygdalív, samfelagslív, vinnulív og harvið eisini skúlan og gerandisdag hansara. Skal fólkaskúlin tí framhald- andi vera fólksins skúli og skúli teirra, sum ætlandi fara at mynda 21. øld, ja, so er umráð- andi, at hann støðugt mennist og lagar seg, so hann kann verða førur fyri at velja og vraka og geva næmingunum ein bæði viðkomandi og hollan førning at hava við sær á livs- leiðini. Um allan tann mentaða heimin verður tí nógvur pen- ingur nýttur til royndar- og menningararbeidi skúlans. Eitt rættiliga miðvíst menningar- arbeiði fer sum kunnugt eisini fram í tí føroyska fólkaskúla- num í dag. Her grør um gang- andi fót. Men tað er eingin ivi um, at allur gróður og vøkstur á hes- um gki má spretta í skúlanum sjálvum — í góðum samstarvi við heimini og skúlamyndug- leikamar, annars hevur hann neyvan nakrar livsmøguleikar. Saldarfjarðar Skúli Henda útbygging, sum nú er liðug, kann sigast at vera eitt år- slit av drúgvum samstarvi, og uttan hetta samstarvid høvdu Vit neyvan nátt tí góða úrsliti, sum vit í dag munnu fegnast um. Vit kunnu siga, at hesin nýggi Seldarfjarðar Skúli er eitt eindømi av sínum slag í føroyskari skúlabygging. Vit hava ein nýggjan og væl stórri skúla, nevnliga Hoyvíkar Skúla, ið er 2-sporaður grund- skúli við tveimum samstarvs- hølum, og sum eisini er bygdur eftir Samskúlahugsanini. Søldarfjardar Skúli hevur ein sera liðiligan og spennandi skúlakarm, og her er laga- manni í stórri mun enn manga aðrastaðni at hava fjølbroytta evnisskipaða undirvísing inn- an veggja, um so skuldi verið. Her er tað næstan bert hug- flogið, ið setur markið. Í hesum skúla, sum er ætlaður til trý tey fyrstu skúlaárini í dupultum sporum, eru 6 skúlastovur og 2 samstarvshøli. Við hesi inn- rætting og ti útbúnaði, sum skúlin vónandi fær, ber sera væl til at hava samskipada, fjøltåttada evniskunnandi undirvising, har hugur og hond, — lærugreinasamstarv, flokkasamstarv, foreldra- og skúlasamstarv o.a. vónandi fáa góðar dagar. Fólkaskúll ogfólkaræði Tað verður stundum verið havt á máli, at demokratiið, fólka- ræðið hevur ikki trivist alt ov væl í Føroyum. Onkur vil vera við, at hetta kanska stavar heilt frá tí gomlu slupptíðini, tá ið ein og hver var sær sjálvum næstur og stóð í sjálvdrátti og fílaði við vaðbeinið. Hvussu er og ikki, so vita vit ið hvussu so er, at sjálvdráttur og sjålvsøkni eru fyribrigdi, ið altíð hava havt rættiliga góðar dagar í Føroyum. Tað hevur óivað verið nakað av hesi hugsan, sum eitt av mætu skaldum okkara man hava havt, tá ið hann á sinni yrkti hesar so væl kendu regl- ur, sum eftir nýtsluni at dóma geva afturljóð í mongum før- oyingi: Saman at halda var ei okkum givið tí er so lítið burtur úr her blivið, b