Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 241 — 17. DESEMBER 1992. Síðag Ikki færri enn 11 børn sita eftir tey, ið fórust Sorgarleikur uttan síðustykki Tey fimm, ið fórust av tyrluvanlukkuni á Borðoyarvík miku- nåttina, vóru øll í bestu árum — millum 39 og 46 ár. Og eftir hesi sita einkjur, einkjumenn, børn og fleiri onnur avvarandi Tyrluvanlukkan á Borðoy - arvík stutt eftir miðnátt mikunáttina, gjørdist i so mangar mátar ein sorgar- leikur uttan síðustykki. Fyri tað fyrsta eru tey fimm, ið fórust við tyrluni Vipuni, øll í best árum: Sveinbjørn Daneilsson, flogskipari, var 40 ára gam- al, búði í Sørvågi og hevði konu. Edmund Simonsen, flogskipari, var 46 ára gam- al, búði í Sørvågi og hevði konu og tvey børn — ein 19 ára gamlan son og eina yngri dóttir í barnaskúla- aldri. Eyðálvur Niclasen, sum var vid sum slyng-operatgr, var 45 ára gamal, búði í Miðvági og hevði konu og tvey børn — tveir átta ára gamlar tvíburðar. Torgerð Lydersen (fødd Olsen), narkosusjúkrasyst- ir, var 41 ára gomul, einkja og átti tvey børn, umframt athoneisini hevði eina syst- irdóttir til fosturs. Poul Allan Videbæk, lækni úr Danmark, ið var sum avloysari í Klaksvík, var 39 ára gamal, hevði konu og fýra børn—ir 12 ára aldri niður í sjey mánaðir ØN funnin Tey fimm, ið vóru í tyrl- uni, tå hon datt niður miku- náttina, eru øll afturfunnin. Um náttina — kl. 1.09 — vard likid av avgreidslu- manninum Eyðálvi Nicla- sen funnið, samstundis sum ávísir vraklutir vórðu funnir á staðnum, har tyrlan datt niður. Og nakað eftir miðdag í gjár, tá froskmenn og kav- arar høvdu verið niðri hjá tyrluni, vórðu hini fýra líkini funnin. Okkurt teirra flotnaði upp, tá nakað av røringi kom í sjógvin nærhendis tyrluni, og trý teirra — Tor- gerð Lydersen, Edmund Si- monsen og Sveinbjørn Dan- ielsson — vórðu tíkin upp í gummibátarnar og førd um- borð á vaktar- og bjarging- arskipið Tjaldrið. Líkið av ti fjórða — dan- anum Poul Allan Videbæk — sat fast i tyrluni. Tå Tíðindablaðið Sosialurin nakað fyri kl. 16 í gjár hevði samband við Tjaldrið, vóru froskmenn og kavarar í ferð við at fáa líkið av honum upp. 11 børn sita eftir Eftir fýra av hesum fimm sita nú altso ikki færri enn 11 børn, ið hava mist móður ella faðir — í onkrum fórum eru barn nú vorðið móður- og faðirleyst. Tann 41 ára gamla nar- kosusjúkrasystirin Torgerð Lydersen, ið var úr Hvalba ættað, gjørdist einkja, tá maður hennara doyði av syrgiligan = vanlukku Klaksvík. tá ein lastbilur koppaði út yvir hann, so hann doyði. Umframt at taka sær av sínum egnu børnum, hevði hon eisini tikið eina systir- dóttir til sín, eftir at systirin doyði. Skuldi heimaftur nú Danski læknin, tann 39 ára gamli Poul Allan Vide- bæk, ið bert var í Føroyum sum avloysari í eina tíð, skuldi nú fara heimaftur til Danmarkar í hesi vikuni. Sum skilst skuldi hann fara aftur til Danmark i morgin, um alt hevði gingið sum ætlað. Eftir hann situr kona við fýra børnum, sum eru i aldr- inum frá 12 árum og niður í sjey mánaðir. Sørvågs bygd er eisini hart rakt av vanlukkuni, tí triggir av Sørvågs synum fórust í hesi tyrluvanlukk- uni, sum er tann størsta nakrantíð í Føroyum. Eingin ivi er um, at alt Føroya land í dag inniliga syrgir við teimum, ið mist hava í hesi so syrgiligu van- lukku. hj. lvasamt, um tyrlan varð tikin upp í gjár Hóast tyrlan longu varð sædd á ekkoloddinum hjá Tjaldrinum fyrrapartin í gjár, og kavarar og frosk- menn frá bæði Vaktar- og Bjargingartænastuni og frá donsku marinuni vóru hjá henni fyri miðdag, varð hon helst ikki tíkin upp í gjár. Endi varð tó settur á hana, so klárt er at taka hana upp, tá líkindi verða hildin at vera til tess. Sum skiltist gjørdist tað ov myrkt seinnapartin i gjår til at tyrlan kundi verða tik- in upp tå. Men arbeitt verð- ur so víðari við ti í dag. Og nú er hóast alt komið so langt, at bjargingar- mennininir ikki hava annað at hugsa um í hesum sam- bandi, enn at fáa tyrluna upp. Sostatter helst heldur ikki gjørligt hjá teimum báðum monnunum frá havarí- nevndini at gera nakað ser- ligt kanningararbeiði í sam- bandi við syrgiligu van- lukkuna fyrr enn í fyrsta lagi í dag. hj.