Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 244 — 22. DESEMBER 1992 Síðag9 Bjartur Dalsgarð, varastjóri á Tryggingarsambandinum: Føroyska tryggingin er biligari - Eg meti meg at vita négv um biltrygging- ar eftir åralangar royndir, og eg pástandi, at føroyska tryggingin er bíligari enn eitt nú danskar tryggingar, sigur Bjartur Dals- garð, varastjóri á Tryggingarsamband- inum. — Annars ber illa til at sammeta før- oyskar og útlendskar biltryggingar, ti skað- arnir eru nógu stórri i Føroyum, og tað er nógu dýrari at fáa skaðarnar afturgjørdar her, enn tad er i grannalondum okkara Eftir Hilmar Jan Hansen Teir síðstu tveir mánaðirnar hevur nógv verið skrivað um føroysku biltryggingina — serliga í Tíðindablaðnum Sosialinum — og samstundis sum føroyska biltryggingin er vordin samanborin vid fleiri tryggingar i granna- londum okkara, hevur verið víst á, at føroyska biltrygg- ingin er ov dýr. Tíðindablaðið Sosialurin saknaði leingi, at varastjór- in í Føroysku tryggingini, Bjartur Dalsgarð, kom við viðmerkingum til skriving- ina, tí hann er nokk tann ein- staki persónur i Føroyum, ið veit mest um biltrygging. — Eg meti meg at vita nógv um biltrygging, eftir áralangar royndir, sigur hann. — Nakað av ti, ið ført hevur verið fram um trygg- ingina, er kanska rætt, men yvirhøvur meti eg fram- løguna, sum millum annad hevur verið í Tíðinda- blaðnum Sosialinum, ikki at hava lýst støduna, sum hon er eftir okkara meting. Faldari sendur út Í sambandi við, at tann føroyska biltryggingin frå årsskiftinum komandi fær nyggj gjøld, umframt at fleiri aðrar broytingar eru framdar, hevur Tryggingar- sambandið sent gllum sín- um kundum, ið hava bil- trygging, ein faldara við øll- um møguligum upplysing- um um, hvussu tryggingin verður skipað framyvir. Størsta broytingin er, at biltryggingarnar nú verða skipaðar í tvinni øki. Av tí at Sandoy og Streymoy eru tey øki í landinum, ið hava eitt skaðaprosent, ið er nið- an fyri 80, verða hesi gki eitt sindur bíligari enn restin av landinum, ið hevur skaða- prosent oman fyri 80. Millum annað hevur hendan broytingini eisini við sær, at aldursfrádráttur fer fram í Sandoynni og Streymoynni, men ikki í restini av landinum. Nýggj sjálvsábyrgd — Hendir tað seg nú, at skaðaprosentið broytist í komandi árinum, verða øk- ini broytt tilsvarandi næsta árið aftur, um grundarlag er fyri tí; tað vil siga, at skaða- prosentið fer so mikið nið- ur, at grundarlag er fyri at flyta halda, at skaðarnir í hesum ávísa gki eru færri, sigur Bjartur Dalsgarð. Fyrr hevur ein kunnað valt millum at haval.000 krónur, 3.000 krónur ella 25% í sjálvsábyrgd, men er hetta eisini broytt nú, so sjålvsåbyrgdin í staðin er 0 krónur, 1.000 krónur, 3.000 krónur, 5.000 krónur ella 10.000 krónur. — Hetta er ein broyting, ið vit hava havt ætlanir um at gera leingi, ti ein sjálvs- ábyrgd upp á 25% kann ikki brúkast til nakað í veruleik- anum, sigur Bjartur Dais- garð. Kundin kann jú íkki frammanundan vita nakað | um, hvussu stórur skaðin er, ið hann kann koma uppí, og tí er tað nógv betur fyri kundan, at hann kann velja sær sjálvsábyrgdina sjálv- ur. Og velir kundin at hava stóra sjálvsábyrgd, gevur tað eisini annan fyrimun í tí, at biltryggingargjaldið verður tilsvarandi bíligari. Munurin á at hava onga sjálvsábyrgd og so at hava sjálvsábyrgd uppi á 10.000 krónum, er heili 30%. Byrja á fimta stigi Nýggir tryggingartakar- ar, ið áður eru komnir inn á annað stig, fara eftir 1. jan- uar komandi at fáa møgu- leikan at byrja á fimta stigi. — Hetta ger tað bíligari hjá tryggingarkundanum frá byrjan av, men samstundis er sera umráðandi at halda seg leysan av skaðum, tí fyrsta árið merkir ein skaði, at tryggingartakarin fer trý stig upp á talvuni, og táend- ar hann á øðrum stigi, sigur Bjartur Dalsgarð. Hjúnafelagar kunnu eis- ini framyvir fáa fyrimun av at hava eitt nú hvor sín privatbil, tí sami avsláttur, sum hjúnafelagi hevur, verður givin hinum hjúna- felaganum, ið fær sær bil og teknar eina skrokktrygging. Við ødrum orðum er tað bíligari at hava meira enn ein bil í húsinum hjá hjún- um nú, enn tað hevur verið. Sjálvsagt er tað tó treytað av, at fyrri bilkoyrandi hjúnafelagin er væl fyri í tryggingarhøpi, og ikki er staddur ov ovarlaga á talv- uni við avsláttarstigunum. Sambært tryggingini verður tað yvirhøvur bílig- ari og betri at vera trygg- ingarkundi framyvir. Dýrar broytingar — Vit hava gjørt hesar broytingar, fyri at kundin skal fáa eina so góða tæn- astu sum gjørligt, og væl ber til at siga, at hesar broyting- arnar hava verið tryggingini dýrar, sigur Bjartur Dals- garð. — Í roynd og veru hava tær kostað fólkum starvið, tí vit vóru noyddir at slaka í Bjartur Dalsgarð, varastjóri á Tryggingarsambandinum. umsitingini, skuldu hesar stóru broytingarnar verða førdar út í lívið. Hann sigur, at tryggingin av álvara hevur roynt upp- aftur meira at leggja seg í seðlarnar fyri at koma við nøkrum stak munagóðum broytingum, ið óivað fara at koma kundunum væl við. Feroyska er bíligari — Tað er ikki bara sum at siga tað at skula vera bil- trygging iFøroyum, ti her er so nógv annað, ið spælir inn, sum ikki er aðrastaðni, sigur Bjartur Dalsgarð, samstundis sum hann vísir á, at verður samanborið við grannalondini, eru útreiðsl- urnar í Føroyum nógv størri hjá tryggingini. — Í Føroyum er meðal- skadin nógv størri. Hann kostar her 14.500 krónur, medan danski medalskadin er niðri á 7.500 krónum, sigur Bjartur Dalsgarð. — Tá Mynd: Kalmar so umvælingarkostnaðurin annars eisini er dýrari í Før- oyum, ger tað ikki heilda- mynstrið betri. Mær dámar annars einki serliga væl at samanbera við danskar tryggingar, tí vit eru eisini samstarvsfelagar við fleiri donsk tryggingarfeløg, men av tí at tað øvugta nú hevur verið ført fram, kenni eg meg noyddan at koma við pástandinum, at føroysk biltrygging er bíligari enn donsk biltrygging. Hetta er eisini týðiliga komið fram í tí tilfari, vit hava sent kund- um okkara. Bjartur Dalsgarð vísir eis- iniå, at føroyska umsitingin er bíligari enn aðrastaðni, eins og nógv er spart innan hetta gki, eitt nú innan útbúgving av tryggingar- fólki. — Nú nýggju gjøldini verða sett í gildi við árs- skiftið, gerst føroyska bil- tryggingin enn bíligari, endar varastjórin prátið.