týsdagur 22. desember 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
T
íðindablaðið
Foroya fólk
Mynd Jákup Sune Lauritsen
#*
Nr. 244 — 22. DESEMBER 1992 Síða 11
Brornnt
syrgir
Vit prenta her prædikuna, sum Hans Jákup Joensen, biskupur, helt í Sørvågs kirkju leygardagin, tá Sveinbjørn Danielsen og Edmund Simonsen fóru til gravar.
>Sælur er tann, sum situr í lívd hins
hægsta og skjól sær søkir í skugga al-
máttugans, ið sigur við Harran: høli
mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!
Hann tær vil bjarga, hann sínar veingir
út yvir teg breidir« (Ps. 91,1-4).
Ikki bert bygdin her og hinar, ið mist
hava, men alt Føroya fólk syrgir hesar
dagar. Nú jólahggtíðin, gledifestin
fram um aðrar, stundaði til, nú bórust so
knappliga feigdarboðini um landið, at
fýra landsmenn og ein frændi okkara úr
Danmark vóru deyðir í vanlukkuni á
Borðoyarvík, miskunnarleyst ryktir
burtur mitt í lívsgerningi sínum. Tá ið
soleiðis veit við, gerast vit tigandi, tí
hvat skulu vit siga. Tað kenst eins og
halgibrot at slíta tøgnina, tí vit søkja
skjól í henni. Og tó er tað nakað djúpt í
okkum, sum leingist eftir, at tøgnin
verður brotin, at onkur kann siga nakað,
sum kann vera til hjálp og ugga. Undir
slíkum umstødum stinga so mangir
spurningar seg upp. Vit hava møtt teim-
um fyrr, tí lívið er framvegis sær sjálv-
um líkt, men svarinum bíða vit enn eftir.
Enn mega vit sanna orðini: »Øldir
runnu, ljós útbrunnu, »hvar« og »hvi«
er ikki funnið<.
Tað er einki nýtt, at lív okkara er eitt
hótt lív. Atsóknir av ymiskum slagi,
hóttanir og meinbogar hava altíð hoyrt
við til lívið. Lívið hevur altíð møtt mót-
stóðu her á foldum, og tað finnast enn
kreftir, ið vilja tí ann. Hesar kreftir vóru
nakað av tí allar fyrsta, sum vit møttu,
longu tá ið lívsins gáva varð okkum
givin, og tær hava fylgt okkum síðani,
og tær fara at fylgja okkum til tað síðsta.
Frá fyrsta degi hava tær staðið okkum
eftir lívinum, og tær gevast ikki, fyrr
enn tær havanátt sítt mål, einki er so vist
sum tað.
Men tað er tó ikki allur sannleikin um
lívið, at vit einans kenna tað sum lýtur,
ið altíð vórðu hóttar av lívsins fíggind-
um. Vit hava tíbetur eisini upplivað
vakrar og ríkar løtur í lívinum, sum vit
minnast við gleði og takksemi. Tað var
eins og lívsins fíggindar hildu seg
undan eina løtu, og slørid eitt bil varð
drigið frá, so vit kundu fáa ein varhuga
av, hvat ið skaparin hevði ætlað vid liv-
inum. Tað guddómliga gav seg til kenn-
ar á ein slíkan hátt, at sjálvt lívsins
fíggindar kendu tað sum halgibrot at
gera ónáðir. Og tó mega vit viðganga, at
eisini hesar løtur tykjast ójavnt býttar,
hóast tey munnu vera fá, sum hildu seg
fáa ov nógv av teimum.
Tað er gomul sannroynd, at móti lív-
sins fíggindum stríðast vit menniskju til
fánýtis. Tann dagur kemur fyrr ella
seinni, tá ið stríðið er lokið, og lívsins
fíggindi burturav tykist havasigrað. Og
tá eiga vit einki í okkum sjálvum ella í
hesum heimi, sum kann veita okkum
hjálp ella bjarging. Tí er spurningurin
eins gamal og menniskjað sjálvt, um
tað yvirhøvur finst nøkur hjálp móti
deyðanum. Er lívið bert tað, sum liggur
millum vøggu og grøv, ella er hetta bert
ein partur av lívinum?
Eisini sálmaskaldið í Gamla Testa-
menti kendi lívsins kor og visti um at
stíga tung spor. Og júst tað tyngdi so
nógv um, at hann ikki dugdi at skilja
Guds ráð og vegir hansara í tí, sum hent
var. Tí kendi eisini hann hesar løturnar,
har alt endar í spurninginum: hví? Hví
legði Gud so tungar byrðar á hann? Hví
kom hann honum ikki til hjálpar og lætti
honum um byrðarnar? Hví skuldi hann
stíga so tung spor og bera so tungan
kross? Hvør var Guds lutur í hesum?
Í dag seta vit hesar somu spurningar,
og sum sálmaskaldið einki beinleiðis
svar fekk á teir, soleiðis fáa vit tað held-
ur ikki. Tað er ikki givið okkum menn-
iskjum at kenna Guds vegir og alvísa
ráð. Svarið er enn sum áður, at Guds
náði er okkum nóg mikið. Hetta var
svarið Paulus ápostul fekk, tá ið hann
bað Gud taka burtur tomin, sum hann
hevði fingið í holdið, og júst hetta sama
er sálmaskaldið vorðið sannført um, tá
ið hann sigur: >Sælur er tann, sum situr í
lívd hins hægsta, sum skjól sær sekir í
skugga almáttugans. Tí hann tær vil
bjarga<. Við hesum orðum vil hann
geva okkum lut í sínum royndum, at tað
finst eitt skjól, sum lívir, tá ið deyðans
ódnir herja, og tað finst ein bjarging,
sjålvt úr deyðans miskunnarleysu
hondum. Gud sleppur okkum ikki, og
hann hevur heldur ikki slept okkum
tann dag, tá vit ongan útveg duga at
síggja. Hann veit ráð í teimum torfør-
astu og tyngstu løtunum, og eisini tå
breiðir hann veingir sínar yvir okkum
og er okkum skjól. Tí almátt hansara
kann eingin skerja, heldur ikki hin ann-
ars so máttmikli deyði. Sorgarmyrkrið
kann gerast tjúkt á lívsleið okkara, men
tað gerst ongantíð so tjúkt, at ikki hin
alvandi Gud finnur veg til okkara við
bjarging síni. So satt sum Jesus Kristus
við deyða og uppreisn síni hevur syrgt
fyri hvørjum einasta okkara, so satt
kunnu vit vera trygg í trúnni á, at hann
kemur okkum til hjálpar. Og tá ber lívs-
leiðin hóast skákvegirnar og myrkrið
heim í Guds æviga ríki.
Vit fylgja í dag Edmundi Simonsen
og Sveinbjørni Danielsen til seinasta
hvíldarstað teirra. Mitt í gerningi sín-
um, sum hetta kveldið hevði verið at
bjarga ødrum, vórðu teir ryktir burtur,
æ livstrådurin eirindaleyst kvettur.
metaliga sárt og hugstoytt má tað vera
hjá tykkum, konum og børnum, for-
eldrum og systkjum og øllum, sum
stóðu teimum nær. Tá ið soleiðis er
vorðið, vildu vit so fegin kunna borið
tykkum, ið so meint eru rakt, troyst og
ugga. Men hjálp okkara er so fåtøk, og
tað er so lítilsvert, ið vit kunnu gera
undir slíkum umstødum. Men kanska
kann tað lætta tykkum eitt sindur um
byrðunaat vita, at alt Føroya fólk syrgir
við tykkum og hevur samkenslu við
tykkum, sum so hart eru rakt. Her vildu
vit so fegin kunna gjørt broytingar í tað,
sum ikki kann broytast, men mega tó
ásanna, at her galda orðini óavmarkað
higar til og ikki longur, her er óvikandi
markið fyri, hvat ið menniskju megna.
Tíereingin onnur leið fram enn atroyna
at bera eisini hetta í trúnni á, at eisini tað
stendur í Guds nådigu hond. Og ikki
gloyma, at henda hondin er júst hon,
sum alt til frama okkum beinir, og á
réttu stund er Guds hjálp nær. Gud verði
hjá tykkum og troysti tykkum, konur,
børn, foreldur og systkin og øll, ið varð-
aðu av Edmundi og Steinbjørni og
vóru góð við teir. Og Gud styrki og
hjálpi tykkum gjøgnum hesa tungu og
torføru tíð, sum nú stendur fyri.
Edmund og Steinbjørn eru nú farnir
inn um deyðans gátt, og vit fylgja teim-
um í dag til seinasta hvíldarstað teirra á
hesum foldum. Og vit gera tað í teirri
trúgv, at Jesus var hjá teimum, nú teir
fóru inn um deyðans grind, og at hann
fer við teimum fyri at føra teir trygt
heim í sítt æviga ríki.
Í hesi trúgv lýsa vit hiðani frá kirkjuni
frið yvir minnið um Edmund Simon-
sen og Sveinbjørn Danielsen. Jesus
fylgi tykkum eisini hesa seinastu ferð-
ina.
Amen.