hósdagur 3. desember 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 231 — 3. DESEMBER 1992 Síða 9
Býráðsva
Farna valskeið hevur
verið merkt av niður-
gangstíðum.
Fiskivinnan hevur
svikið, og tað er nak-
að, ið merkist í okkara
býi. Samstundis berj-
ast vit við óhugnaliga
stórari skuld, sum
onkur nú hevur ringt
við at viðurkenna sær
sín lut í, men at átaka
sær stóra skuld við at
seta arbeiðir í gongd,
sum íkki fíggjarliga
grundarlagið varð
fingið til vega til, varð
í 1988 kallað fyri
„Menning“, hóast alt
hetta varð lagt á kom-
andi ættarlið at gjalda
aftur.
Tá aðrir myndug-
leikar sóu, at henda
gongd fór at fáa ein
óhepnan enda, og tí
royndu at tálma lán-
tøkuni, varð hetta
kallað maktmisnýtsla,
og serliga vóru vit
nakrir, ið fingu skyld-
ina fyri at vera nega-
tivir og móti allari
menning.
Sagt varð, at hóast
tað, so vóru vit so
sterkir fíggjarliga, at
teimum eydnaðist ikki
at steðga okkum —
„framburði og útbyg-
gingum okkara“.
Hvussu hesin fram-
burður, sum skal vera
settur í gongd her í 80-
árunum, hevur hepn-
ast fyri tann einstaka,
eigur veljarin at gera
sær sínar metingar
um, men neyvan man
tað verð anakar, sum
kemur at gvunda
teimum 11, sum frá 1.
januar 1993 skulu sita
í býráðnum.
Útlitini fyri framm-
an eru døpur. Tað
hava vist allir flokkar
merkt, nú fólk skuldi
fáast á listarnar. Tað
hevur vist ongantíð
verið so trupult at fáa
fólk at stilla upp sum
til hetta valið. Tað er
vist bert hjá Fólka-
flokkinum, har bar-
dagi hevur verið at
koma á listan.
Eftir teirra hugsan,
so skal ein sterkari og
meira skapandi bý-
ráðsleiðsla til. Kend
orð. Teir hava leitt
okkum í 80-årunum.
Urslitid er, at ongantíð
hava vit verið so
skuldarbundin fyrr, og
ongantíð hava útlitini
at gjalda skuldina aft-
ur verið so døpur sum
nú. Hetta er úrslitið av
teirra „menningarpol-
itikki“ í 80-árunum.
Hetta saman við tí
álvarsomu búskapar-
kreppu, vit eru í, ger,
at vit hava brúk fyri
øllum góðum kreftum
i byrådnum, sum ikki
lata seg taka av fótum
av teimum avbjóðing-
um, ið liggja fyri
ramman. Tað eru bert
vit sjálv, sum kunnu
loysa kreppuna, og
ikki eitt ella annað
útlendskt konsulent-
firma, sum gjøgnum
umboðsmenn sínar
her royndir at selja
okkum patentloysnir.
Tær hava higartil ver-
ið okkum eitt dýrt
kennskap við sínum
luftkastellum um ho-
tell, frítíðarsentur,
handilsmiðdeplum
0.a.m. — Vit sita eftir
lið í Klaksvík
við øllum ruðuleikan-
um, sum hesir út-
lendsku agentar hava
„selt“ okkum við
reypi um menning og
annað. Hver hevur
fingið størsta vinning-
in, síggja vit í dag.
Leiðslan frá 80-
árunum má vera ein
farin tíð. Í dag skulu
vit arbeiða miðvíst fyri
at koma okkum úr
kreppuni og ikki lata
okkum taka av fótum
av útlendskum pat-
entloysnseljarum.
Fíggjarligt vit og
skil skal til
Við hesum í huga fóru
vit til arbeiðis fyri 4
árum síðani. Veljarar-
nir kunnu ákæra okk-
um fyri, at vit hava
gjørt ov lítið. Vit hava
traðkað nógvar á
tærnar, tí vit hava ver-
ið noyddir at skorið
niður og sagt fólk úr
starvi. Hetta er úrslitið
av galskapinum hjá
leiðsluni í 80-árunum,
sum nú kemur at svíða
restina av hesi øldini.
Vit hava skapt okk-
um eitt trúvirði úftir at
halda orð og royna at
loysa kreppuna. Hetta
er nakað, ið telur til
seinast. Kæri veljari,
set ikki hetta trúvirðið
uppá spæl aftur. Nú
ræður um at hava
bæði beinini á jørøini.
Vit vænta eitt gott
val, tí tann ábyrgdar-
politikkur, ið er rikin,
kemur til seinast velj-
arunum til góða.
Tað er lívsneyðugt,
at vit royna at gjalda
okkara skuld niður.
Her eiga bestu kreftir
í býnum at samarb-
eiða.
Setið tí koss við lista
C. Óli E. Heinesen