Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Nr. 237 —11. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið ED ( Lesarabrøv ; 7) Nú er dómur fyri at javnadar- flokkurin rekur fólkaflokspoltikk mótvegis fakfeløgunum Tað var undir undanfamu samgongu, at menn >funnu út av«, at tað vóru vinnu- feløgini í fiskivinnuni, sum høvdu skuldina av teirri støðu, sum fiskivinnan var við at koma í. Tá lætst javn- aðarflokkurin í andstøðu at vilja verja feløgini. Og tað skuldi eisini bara mangla. Tí um nakar, so vist javn- aðarflokkurin, og serstak- liga Atli Dam, at vinnufe- løgini júst høvdu givið sítt týdningarmikla »bidrag« til loysn av skeivu gongdini, og javnadarflokkunn kundi prógva at júst samvinna millum feløg og ábyrgdar politikarar kundi vera við til at loysa mál av samfelags- ligum týdningi. Men tá javnaðarflokkurin so slapp framat aftur í fjør, vist tað seg, at flokkurin beinanvegin fór í part við hesar fakfelagsfíggindaligu kreftir, og hevur givið sín- um egnu stuðlum innan fak- feløgini eina slíka viðferð, sum ikki er sæð áður í sosialdemokratiskari søgu. Henda vidferd av fakfe- løgunum fær ein serligan dám av tí dómi, sum júst er feldur í sakarmálinum mill- um landsstýrið og fiski- mannafelagið, og verður restin av hesi grein grundað á tær viðmerkingar, sum eg havi gjørt til hetta mál í gðr- um greinum. Málið hjá undanfarnu samgongu var at útilokað vinnufeløgini frá allari á- virkan, og henda setning hevur = javnaðarflokkurin tikið undir við undir sam- gongusamráðingunum í sambandi við verandi sam- gongu. Í staðin fingu felgg- ini ein hoyringsrætt við lóg- ini um fiskivinnuråd og Fiskivinnu Starvsnevnd. Men tað var heilt greitt frá byrjan av, at fólkaflokkurin ætlaði eisini at beina fyri hesum sindri av ávirkan, sum feløgini høvdu eftir. Men hetta var annars fult út í tráð við politikkin hjá fólkaflokkinum, so hagani var fyri so vítt ikki annað at vænta. Men her hendi tann marg- háuliga >umvending<, at javnaðarflokkurin fór í part við fólkaflokkin í royndini at fáa blakað feløgini full- komiliga út fyri dyr. Samb. landsrættardómin er ikki lógargrundarlag fyri teirri viðferð, sum vinnu- feløgini í fiskivinnuráðnum hava fingið. Tað er heilt greitt, at tann viðferð, sum fiskivinnuráðið fekk í landsstýrinum var íkki grundað á nakra løgfrødis- liga meting, tí løgfrødingar hava als ikki verið við í við- gerðini av heimildunum hjá fiskivinnuráðnum. Poli- tikkurin hjá landsstýrinum, og harvið eisini hjá javnað- arflokkinum, hevur verið grundaður á ta persónligu illvild, sum John Petersen og Óli Breckmann hava móti fakfeløgunum. Tað hevur eisini víst seg, at hvørja einastu ferð spurn- ingar í sambandi við fiski- vinnuráðið hava verið til viðgerðar í landsstýrinum, er javnadarflokkurin farin í part vid figgindunum hjå fakfeløgunum. Tann við- ferð, sum javnaðarflokkur- in, og serstakliga Atli Dam, hava givið fakfeløgunum i fiskivinnuni, er so skammi- lig, at virðingin fyri løg- tingsembætinum forðar einum fyribils at taka hesa viðferð rættuliga tl við- gerðar. Men tann viðferðin skal so koma! Men nidurstødan er tann, at javnaðarflokkurin er so ússaligur, at hann ikki hevur so frægt sum viljað vart tað sindrið av rætti, sum feløgini høvdu samb. lógina um fiskivinnuráð. Vanvirðingin hjá javnaðar- flokkinum av fakfeløgun- um hvur verid so grund- leggjandi, at Atli Dam per- sónliga setti fiskivinnuråd- ið undir administratión í stríð við allar demoratiskar reglur. Hervið hevur hann persónliga medvirkað til ta roknskaparfalsan, sum hetta hevur ført til. Eisini sigur tað sítt, at hann ikki so frægt sum hevur hirtat svara Fiskivinnu Starvsnevndini upp å eitt bræv, sum hon sendi landsstýrinum í febr- uar, t.v.s. fyri skjótt einum ári síðan. Men her skal bert ynskjast Óla Breckmann hjartaliga tillukku. Hann må vera Før- oya dugnaligasti politikari, tá tað hevur eydnast honum at fáa sjálvt Føroya Javn- aðarflokk ella rættari sagt >javnaðarflokk< at fremja lógarbrot fyri at fáa fak- feløgini út í myrkrið. Slíkt kunnu kallast polit- ikarar. ; Óli Jacobsen Petur í Gong dyrgdi uttan fyri valhølid Fýra ferðir bað formaðurin í valstýrinum fyri Havnina, Christian Dal-Christiansen, til fånytis høvudsvalevnid á Uttanflokkalist- anum „Petur í Gong, um at fara aftur um atkvødukassarnar at standa, tí hann gekk úti i gongdini í høllini, har fólkið kom inn Týsdagin kom eitt sindur av dramatikki í uppi í ítróttar- høllini á Hálsi, ið er valstað fyri Havnina. Orsøkin var tann, at Petur í Gong ikki vildi vera stand- andi, har formaðurin í val- nevndini, Christian Dal- Christiansen, vildi hava hann at standa, og eisini hevði sagt við hann, at hann skuldi standa — nevniliga aftan fyri atkvødukassam- ar, har fólk ikki komu fyrr enn aftan á at tey høvdu valt. Stóð Petur í Gong har, var hansara møguleiki at ávirka veljaramar ikki so stórur, sum tá hann var tað fyrsta, fólk sóu, tá tey komu inn at velja. Skulu ikki ávirkast Sum valevni fyri Uttan- flokkalistan skuldi Petur í Gong verið meiraellaminni »inhabilur« at staðið so frammarlaga, tá fólk komu inn at velja. Vanligur skikkur á stórt sæd øllum valstødum i landinum er, at veljarin ikki må verða ávirkaður á sjálv- um valstaðnum, og ti er eisini vanligt, at plakatir og annað propaganda-tilfar ikki má vera nærri valstaðn- um enn eitt vist. Men kann ein valplakat ávirka veljaran, so má hald- ast, at eitt valevni hevur tús- und ferðir stórri møguleika at ávirka veljaran. Tað kann jú vera rættiliga skjótt, at valevnið skumpar undir onkran veljara — >Nú mást tú minnast til mín!< ella >Tú veitst sjálvandi, hvønn tú fer at velja?«. Hesin vandin er i hvussu er heilt avgjørt til stadar, tå valevni hava møguleika at åvirka, eitt nú vid at standa úti við dyrnar, har fólk kem- urinnat velja, ella við at sita við borðini, har fólk lata valkortið frá sær og fáa at- kvødusedilin handaðan. Men sjálvur er Petur í Gong als ikki samdur i hes- um sjónarmiði, ið fleiri hava latið koma til sjóndar meira og minni beinleiðis- yvir fyri Tíðindablaðnum Sosialinum: Skylda at siggja til at alt gongur rætt fyri seg - Tad er min skylda at vera á staðnum og síggja til, at alt gongur rætt fyri seg, sigur hann í eini viðmerk- ing. — Vit, sum sita í valstýr- inum, skulu ganga runt og kunna okkum um, at alt er í lagi. Men er tað ikki skeivt, at politikkarar, ið eru upp- stillaðir til valið, sleppa at vera við í tí arbeiði, ið fer fram á valstaðnum? — Nei, vit skulu hjálpa fólki, um okkurter, tey vilja hava útgreinað. Vit hava týðiligar reglur at ganga eft- ir, og vit mugu ikki tosa um valið við fólk, sigur Petur í Gong. — Spyr nakar meg um nakað viðvíkjandi sjálvum valinum, geri eg altíð bein- anvegin vart við, at eg ikki havi loyvi at tosa við tey um tað. Petur í Gong er týðiliga forargaður inn á valnevnd- arformannin Christian Dal- Christiansen: — Valnevndarformadurin bað meg fara aftur um tað heilaog standa við atkvødu- kassarnar, men tað vildi eg sjálvandi ikki, ti eg havi verið við her í mong ár, og eg veit, hvat mín uppgáv. er. Tað skal hann ikki koma og fortelja mær, sigur Petur í Gong. Ónáttúrliga frekur — Eg haldi, at hann var ónáttúrliga frekur, at vilja reka meg frá durunum, tí eg royndi bara at hjálpa fólki at Jóla koma inn, so tey kundu kroka fyri regninum og vindinum, ið var hendan dagin. Eingin annar tók sær av teimum, uttan eg. Fleiri ' av teimum, eg bað koma inn, høvdu staðið uttanfyri og bíðað, og vóru ikki kom- in inn, fyrr enn tey vóru á kroppi, um ikki eg hevði hjálpt teimum. Tíðindablaðið Sosialurin royndi ul fánýtis at fáa eina viðmerking frá Christian ti Dal-Christiansen í gjár. Hann var ikki at hitta, tá vit royndu at ringja seinnapart- in í gjár. Nógv verri aðrastaðni Sum skilst er skilið kort- ini næstan frægari í Havn enn so mangar aðrarstaðir, tá talan er um at síggja val- evni sum hjálparfólk á val- staðnum. Taðernæstan ágllum val- stóðum í landinum so, at fólk ikki kunnu koma inn at velja, uttan at tey renna seg beint í ein riðil av valevn- um, sum skulu >hjálpa< teimum. Á summum stød- um situr enntá meginpartur- in av bygdarráðnum og ans- ar valinum. Vit vilja fegin frætta frá veljarum kring landið, ið hava okkurt at fortelia um hesi viðurskifti. hj. Á & Á 0) Nógv nýtt heimkomið til jóla Frá í dag og árið út lata vit =20% av jr NR allari klædnavøru Pr Josi Tlf. 41450 Skåla