Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 1992síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 Nr. 247 — 30. DESEMBER 1992 Loysnin: -Vit byggja Skip fyri fisk Fóroyingar eiga beinanvegin at fara undir at gera línu- og snelluskip til útflutnings og fáa fisk afturfyri. Ein sendinevnd eigur at fara til Ruslands, Alaska, Iran og Íslands og koma heimaftur við sáttmálum, sum fær gongd í aftur skipasmíð her á landi. Vandi er fyri at smipasmíðídnaðurin annars verður søga og tá kunnu vit gloyma alt um at fáa arbeiði í sambandi við eina komandi oljuvinnu. M.a. hetta sigur John Smith, maskin- maður og skipabyggifrødingur í samrødu við Sostalin. Hann heldur, at hansara nýggi kombineraði línu- og snellu-bátur er framtíðar loysnin bæði hvat viðvíkur okkara egnu grunnum og í handli við útlandið - skip fyri fisk. Nú vónloysi er við at fáa yvirvåg í stórum parti av samfelagnum eru tad t6 einstaklingar, sum trúgva upp á, at tað ber til. Ein teirra er John Smith, maskinmaður og skipa- konstruktórur. Hann ivast onga løtu i, at vit hava góðar møguleikar at koma fyri okkum aftur, um vit bara duga at síggja og brúka møguleikarnar. x Loysnin: Esther í bakbor og her Fugltúgvan í stb Nýtt skip John Smith hevur teknað eitt nýtt línu- og snellu- skip, sum umframt at kunna vera grundarlagið undir framtíðar flotanum í Føroyum, í næstu framtíð eisini kann vera við til at fáa fólk í aftur arbeiði. Vit eiga nú beinanvegin at fara undir at gera nøkur av hesum nýggju skipum við útflutningi fyri eygað. Vit eiga at senda eina kompetanta sendinevnd til Íslands, Ruslands, Iran og Alaska fyri bert at nevna nøkur lond, sum i fram- tíðini koma at hava stóran tørv á linu- og snellu- skipum. Nevndin eigur so at koma heimaftur vid eini passandi nøgd av sátt- målum,, so vit av ålvara kunnu fara undir at byggja skip á okkara skipasmiðj- um aftuyr. Sum gjald fyri hesi skip Skulu vit hava fisk, og ella olju: alt umsetiligar vørur, ið við viðgerð geva eitt meirvirði ella hví ikii siga sum er PROFIT Hes- in fiskurin eigur verða við til at fíggja ein møguligan fiskisteðg á okkara egnu grunnum. Oljuvinnan John Smith vísir eisini á, at fáa skipasmiðjurnar ikki okkurt at gera, so er vandi fyri at hetta fakið dettur heilt niðurfyri, og tá ENS ENNENNSN 2 kunnu vit tað sama gevast at tosa um at fáa arbeiði her á landi í sambandi við eina komandi oljuvinnu. -Vit kunnu als ikki droyma um at gera okkum vónir innan oljuvinnuna, um vit steðga tilgongdini til skipabyggifakið. Tað verður brúk fyri hópi av fakfólki. Skulu vit tí bara hugsa um at fáa nakað burtur úr eini komandi oljuvinnu, so er tað lívs- neyðugt at fáa gongd á aftur skipasmididnadin. Ikki fyri at smíða skip til at troyta okkara egnu grunnar meira. Tað kann ganga eftir eini langtíð- arætlan við skili í. Men talan er her um skip til Tíðindablaðið (SHU íslendingar, russar, iranar og alaskabúgvar, tí teir vilja hava hetta slagið av skipum heldur enn trol- arar. John Smith sigur annars, at hugskotið at byggja skip fyri fisk er ikki nýtt. Hann vísir m.a. til tey 10 fiskiskipini vit á sinni lótu byggja í Pólandi, og har pólendingar m.a. bundu seg til at keypa sild frá okkum afturfyri. Taka vit so gongdina á Skipa- smiðjuni á Skála, so er mynsturið her tað sama. Men her eru tað so vit sum umvæla skip og fáa fisk afturfyri til okkara svanga fiskiídnað. Drúgvar royndir John Smith hevur alt sítt lív tíkist við at tekna skip. Hann teknaði fleiri línu- skip tíðliga í 60-unum, Tummas Nygaard og Sundenni og onnur og útviklaði hesi so víðari seinni við Fulltúgvuni og Saturn 3 fyri í dag at hava eitt skræddaraseymað kombinerað línu- og snelluskip, eitt sokallað Ester í bagborð og Full- túgvan í stýriborð. John Smith hevur havt uppskot um bygging av einum slíkum skipi liggj- andi í landsstýrinum nú í trý ár. Men enn hevur hann so ikki fingið nakað nýtiligt svar frá myndug- leikunum í sambandi við umrødda skipaprojekt. Hann sigur, at talan er um eina lyklalidna vóru, sum vit her hava møgu- leika at selja øðrum. Vør- an fevnir so bæði um eitt heilt nýtt skipadesign saman við øllum tí neyðuga fiskireiðskap- inum, ið verður brúktur í sambandi við línu- og snelluveiðu. Hóast henda verk ætlan- in hevur nokk so nógv við útróður at gera er ikki talan um at fara aftur til útróður soleiðis sum út- róður upprunaliga varð ríkin. Á stedd við Rituna Her er talan um eitt sera tiltalandi arbeiðspláss - ikki ov stórt men serliga ikki ov lítið. Skipið er ikki stórri enn ferðamannaskipið Ritan og tað er gjørt soleiðis, at tað appelerar nógv til individualismuna í