Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-03-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 1993síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 43 — 4. MARS 1993 42 mans til Íslands at syngja Í byrjanini var tað Tórshavnar Manskór , sum fekk innbjóðing frå Kallakóri Reykjavíkar, men so fylti Fóroyingafelagið har skjótt 50 ár, og so vóru fóroyskir mentanardagar í Reykjavík. Stutt sagt, tað gjórdist eitt umfevnandi tiltak, har m.a. Manskórið saman við jøðrum góðum fólki í Føroyum setur dám á Reykjavík í hesum døgum Tórshavnar Manskór skip- aði fyri konsert í Norður landahúsinum í vikuskifti- num, og nógv fólk vóru og lurtaðu eftir manskórinum Henda konserun var sam- stundis ein fyrstaframførsla av ti, sum Manskórið í nær- um hålvt år hevur vant fram móu Hósmorgunin fór Mans- kórið við føroyaflogfari- num til Íslands, saman við Dansifelagnum "Leikum Fagurt" úr Sandoynni Saman við øðrum skulu tey luttaka á føroysku mentan- ardøgunum. Vant meir enn vanligt Bjarni Restorff, kórleiðari, segði við Sosialin áðrenn avstaðferðina, at teir hava vant í manskórinum síðani eftir summarfrítíðina í fjør við ti fyri eygað, at fara ul Íslands at syngja. - Eftir nýggjár fóru vit av álvara ul verka. Vit hava vant í 15 tímar um vikuna. So nógv hava vit avgjørt ikki lagt fyri áður - Hava tut fingið hjálp frá sangarum aðrastaðni í Føroyum? - Nei, tad hava vitikki. Eg havi við viljað ikk: ukið aðrar sangarar við Tá ultakid Føroyar í Focus fyn nøkrum árum síðani var í Danmark, tóku menn tær bestu sangrødd irnar úr øllum Føroyum, og tað gjørdi, at kórsangurin ikki var virkin í langa tíð. Hetta helt eg ikki vera rætt. Tí eru bert teir við, sum vanliga mynda Mans- kórið. Bert Karl Marin Samuelsen úr Klaksvík er við í Manskórinum til Ís- lands. Hann syngur solo, brot úr Jesus Christ Super- star, sangleikinum. Kallakórið bjóðar Tað er Kallakór Reykja- víkar, sum upprunaliga bjóðaðu Manskórinum til Íslands. Hetta frætti Føroy- ingafelagið í Reykjavík, sum seinni í ár fyllir 50 ár. Vit fingu innbjóðing frá Føroyingafelagnum bein- anvegin. Síðani frætti Jan Kløvstad í Norðurlanda- húsinum, at Manskórið fór ul Íslands. Norðurlandshúsini i Reykjavik og Tórshavn skipa samstundis fyri ment- anardøgum í Reykjavík, og so vóru boð eftir okkum har. - At enda varð tiltakid, sum bert skuldi vera ein vitjan hjá Kallakórinum í Reykjavík, vorðið ul stórt tiltak, har vit skulu hava konsertir og vitja ymsa staðni, sum vit annars ikki høvdu ætlað frå byrjanini. Fíggjað ferðina sjálvir Manskórið hevur gjørt nógv burturúr at skaffa pening. Teir hava sjálvir fíggjað ferðina, og hava leigað før- Tíðindablaðið søsialurin oyaflogfarið, fingið flestu kórsangararum innivist hjá limum í Kallakórinum 0.s.fr. Tilsamans hevur Mans- kórið savnað 230.000 krón- ur. Fyri at fáa ultakið at hanga saman, verður eitt ís- lendsk sangkór og tveir skúlaflokkar við á ferdini, tá teir koma heimaftur månakvøldid. Fyrsta tiltakið verður i kveld héskvøldid, tá Mans- kórið saman við Kallakór Reykjavikar og "Súgum Fagurt" hava framførslu við kórsangi og føroyskum dansi i Keflavik Síðani gongur leiðin ul Reykjavíkar, har konsert verður friggjakvøldid. Har fara Kallakórið og Mans- kórið at framføra hvar sina skrå, umframt at bæði kóri- ni syngja saman. - Hóast vit ikki eru so dugnaligir sum Kallakórið, so eru vit spentir at vita, hvussu tað fer at ganga, tá vit tilsamans vera eini 100 mans í kórinum. Sama kveld fara vit at luttaka í beinleiðis sjón- varpssending, har vit fara at syngja tveir sangir. Leygardagin verður mentanarvikan sett, og vit skulu syngja undir hátíðar- haldinum. Venjingarnar hava verið nogvar og drúgvar Myndin er frå konsertini i Nordurlandahusinum sunnudagin. Vinstrunegir Kári. Karl Marun > AK júrtan og Ft Bjarni Restorff er kórleiðari í Tórshavnar Manskóri. A ferðini til Íslands fara teir 42 í Manskórinum at framføra føroysk og norðurlendsk kórverk, tó at dentur verður lagdur á at framféra verk eftir føroyskum tónaskaldum Kórsangur og veitsla í Føroyingafelagnum Um kvøldid er veitsla i Før- oyingarfelagnum i Reykja- vik. Leygardagin er føroysk gudstænasta í démkirkjuni, har Hans J. Joensen, bisk- upur, prædikar og Mans- kórið syngur. Manskórið fer fyri størsta partin at framføra føroyskar sangir, umframt brot úr út- lendskum og Norðurlends- kum tónleiki. Aðrenn avstaðferðina nevndi Bjarni Restorff ser- liga føroysk tónaskald, sum verða umboðað. Eitt nú Pauli í Sandagerði, Knút Olsen, Petur Alberg, Jógv- an Waagstein, Heri Krage- steen, Gunnar Mikkelsen og Bjarni Restorff. orð: Dagny Myndir: Kalmar SKRR re 8 ; =