leygardagur 24. juli 1993síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Frits Olsen
Nr. 139 — 24. JULI 1993
orm.
í Klaksvíkar Útróðrarfela
Sjónleikurin hjá
Bygnaðarnevndini
Skemtiligt var tað, tá næstformaðurin í bygnaðarneyndini, Hjalti
í Jákupsstovu, handaði fiskivinnustjóranum í Tinganesi álitið hjá
bygnaðarneyndini.
— Fiskivinnustjórin eitur Kjartan Hoydal. Hann er eisini
formaður í bygnaðarneyndini, og hevur skrivað tað mesta av
innihaldinum sjálvur...
Hví er føroyagrunnurin
avoyddur?
Tann spurningin átti
Kjartan Hoydal at svara
okkum, heldur enn at
komið við enn einum av
sínum vitleysu tilmælum,
sum hava kostað Føroyum
milliardir av mistum
krónum
Kann fiskivinnustjórin
sjálvur yvirliva hendan
hurlivasa hann hevur
skapað við sínum til-
mælum? Og kunnu fiski-
frødingar halda fram við
troling síni bæði eftir
skeljum og fiski, so verður
seinur dagur, at føroyar
koma fyri seg aftur. Er
eingin so frægur at hann
ella hon kann seta hest
oyðilond uppá pláss?
Noyðast danir sat gera tað
fyri okkum? Skommin er
fólks okkara at hesir menn
nakrantíð sluppu framat.
Nú mugu teir steðgast.
Eingin álvari í
bygnaðarneyndini
Syrgiligt var tað at frætta
um bygnadarnevndina,
sum kallaði fiskivinnu-
ráðið ul fund um álitið, teir
ætlaðu at handa lands-
stýrinum, og eisini skriv-
aðu í álitið, at fiski-
vinnuráðið var sloppið at
gera viðmerkingar.
Tó fekk formaðurin í
fiskivinnuráðnum ikki
fundarboðini fyrr enn fleiri
dagar aftaná at fundurin
hevði verið. Tað sama var
við ødrum limum í
fiskivinnuráðnum. Og
beinleiðis skemtilig var
handingin av álitinum, tá
næstformaðurin í bygn-
adarnevndini, Hjalti í
Jákupsstovu, handaði fiski-
vinnuumsitingini í Tinga-
nesi álitið, og gav fiski-
vinnustjóranum, tað.
Fiskivinnustjórin eitur
Kjartan Hoydal. Hann er
eisini formaður í bygn-
aðarneyndini, og hevur
skrivað tað mesta av inni-
haldinum sjálvur...
Sjónleikur av besta slag
fyri almennar pengar úr
danska ríkiskassanum
Hetta lýsir álvaran í
bygnaðarneyndini - og
álitið er eisini hareftir
Teir mæla til, at veidd
verða 70 ul 80.000 tons,
og líta ikki at veidutølinum
í ár
Tá bygnadarnevndin í
áliti sínum heldur, at
trolaraflotin er ikki ov
stórur, og at veiðast kunnu
70-80.000 tons undir
Føroyum, so hava teir við
hesum sínum lærdómi
hverki hugt at trolara-
flotanum ella at veidu-
tølunum fyri ånd, sum var
hålvrunnid, tá teir lótu
álitið frá sær.
Útvarpið visti sama dag
ella dagin eftir at Hjalti
handaði Kjartani álitið, at
siga frá, at tølini fyri fyrra
hálvárið 1993 vístu, at vit
fóru at fiska líuð meira
enn 50.000 tons fyri alt
árið í 1993. Utvarps-
manningin mundi duga at
skilja nakað av sjón-
leikinum hjá Kjartani
Hoydal og co. tá teir dagin
eftir tóku hetta uppaftur,
og løgdu afturat, at hesi
veidutølini høvdu teir í
fiskivinnuumsitingini i
Tinganesi, tå teir gjørdu
álitið. Hví siga teir so 70-
80.000 tons í álitinum?
Ætla teir at føra danir bak
ljósið, sum teir í áravís
hava ført okkum før-
oyingar?
Kjartan Hoydal
verið ísroyingum
dýrur drongur
Ikki er tað lítið í milliónum
- ja milliardum - ið Kjartan
Hoydal hevur kostað Før-
oya landi.
- Saltfiskaskipini hann
fekk hildið burtur frá
Flemmish Cap í nøkur år,
meðan aðrar tjóðir ríkaðu
seg upp.
- Laksaskipini hann sendi
donsku løgregluna eftir og
steðgaði, og kvotuna av
hesum dýra fiski hann fekk
íslendingum fyri
kalva, hann t.d. í fjør sýtti
skipum at fiska upp, so at
100 tons av kalvakvotuni
ikki vórðu fiskað.
- Og svartkjaftaskipini
hann mælu landsstýrinum
til at fara undir at byggja
og veðhalda fyri, sum í
dag øll eru mist, og
skuldin endað í lands-
kassanum, við gktari uttan-
landsskuld.
Kennir Kjartan Hoydal
als onga skomm? Og ætla
føroyingar at lata hann
sleppa at halda fram við at
koyra bæði skip og virkir
og land á húsagang?
selt
Trolarin
fiskar Ikki fyri olju
Kjartan Hoydal sigur, at
trolaraflotin má ikki
skerjast, tí hann er bestur
fyri stovnsrøktina. Ja hann
sigur, at utrokningar hjå
honum visa, at studning-
urin hevði verið meir til
upsan, um hann skuldi
verið fiskadur við snellu
heldur enn troli.
Góðan morgum Kjartan
Hoydal!
Kann ein lærdur maður
siga sovorði tvætl, at
togari, ið brúkar dýra
oljumegi at fiska við, er
bíligari í rakstri enn
snelluskip, ið bara liggur
og rekur ella andøvur? Hvi
fær manningin á snellu-
skipum 50% av veiðuni,
og trolaramanningin ikki
meira enn helvtina av tí?
"Er tað ti at:tað er bíligari
við troli? Nei Kjartan,
trolarin fiskar ikki fyri
olju, og má hava bæði ein
og annan stuðul úr
landskassanum, eins og
trolararnir livdu av studuli
úr ráfiskagrunninum, sum
útróðrarmenn hava goldið
nógvar milliónir inn í.
Hví senda tit ikki trolar-
arnar eftir íslandskvotuni,
tå nú trolararnir eru tað
einasta, sum sambært
Kjartan Hoydal og co.
kann brúkast á Føroya-
grunninum?
So er ein spumingur, hví
landsstýrið sendir snellu
og línuskip efur íslands-
kvotuni. Kundu trolararnir
eisini tikid tann fiskin
bíligari, Kjartan? Og
útvegað fleiri arbeiðs-
pláss?
Tað gongur sum róta-
súpan, at Mikkelsen,
formaður í fíggingar-
grunnium frá 1992 skal
hava sagt tykkum í
landsstýrinum, at tað er
»hjernekapacitet« før-
oyingum manglar. Tad er
ikki vist at hann hevur
tikið so til, men tú freistast
til at vera av hesi áskoðan,
tá hugsað verður um øll
tilmælini frá fiski- og
buskaparfrødingum
okkara.
Dimma hevur rætt
Dimmalætting fyri 17. juli
hevði eina oddagrein, sum
bar heiti »Stødugt tor-
næmi<. Hendan oddagrein
endar við tí øvugta av tí,
sum bygnadamevndin og
Kjartan Hoydal føra fram.
Hon mælir til at byggja
tvey elia trý hóskandi
fiskifør til línu- ella
snelluveiðu fyri hvønn
trolara, ið fer úr flotanum.
Soleiðis tala menn ið
hava skil fyri fiskiskapi,
og vilja hava fleiri hendur
aftur í arbeiði av øllum
Tíðindablaðið (SAUL
Tad er ein bæði láturligur og grátiligur sjónleikur,
hesir báðir hava spælt farnu tíðina, heldur Frits
Olsen
teimum, sum nú ganga fyri = fyri oljuútreiðslur.
einki, heldur enn at lata
ágóðan, fiskurin á Frits Oken,
grunnunum kann geva formaður í Klaksvíkar
okkum, fara til útlendingar = Útróðrarfelag
Til Sølu
VW GOLF, hvitur, årg. apr. 88, koyrt
95.000 km, til solu fyri uml. 55.000 kr.
VOLVO 240 GL, hvítur, koyrt 153.000
km, til selu fyri uml. 45.000 kr. Nýsýn-
aður.
TIf. 87656
ABERDEEN
SKOTLAND
FAMILJU PAKKI
2 vaksin ea? 2 børns + bil.
STRANDFARASKIP me