mikudagur 25. august 1993síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið EST,
Nýtt starv innan sjúkrahúsverkið:
Hon er bindilið millum
leiðslu og deildirnar
1. august í ár, fór Mary i
Garði, siviløkonom, í nýtt
starv sum "fulltrúi til jåtta-
narefurlit" sum nýggja
starvsheitið innan Lands-
sjúkrahúsið eitur.
Mary í Garði skal taka sær
av jåttanareftirlitinum og
internari grannskoðan á
teimum ymsu deildunum á
Landssjúkrahúsinum
Stuðul og ráðgeving
- Tað er vanligt at stórar
fyritøkur og stovnar sum
Landssjúkrahúsið hava slík
starvsfólk í arbeiði. Tað, at
eg eri útbúgvin sjúkrasystir
ger bert, at eg eri enn betur
fór fyri at skilja arbeiðs-
gongdina og teir trupul-
leikar sum eru á deildunum,
sigur Mary í Garði.
Upprunaliga var Mary í
Garði útbúgvin sjúkrasyst-
ir, og starvaðist á Lands-
sjúkrahúsinum í fimm ár,
áðrenn hon fór niður ul
Danmarkar at lesa HA
- Í samband við sparing-
arnar á Landssjúkrahúsi-
num, hevur hver deild
fingið ábyrgd fyri fíggjar-
játtanini og skal sjálv gera
av, hvussu henda verður
nýtt, sigur Mary í Garði.
- Tað hevur ti verið eitt
ynski frá sjúkrahúsleiðslu-
ni og deildunum, at eitt fólk
varð sett at hava efurlit við
dagligu gongdini, eins og at
veita ráðgeving og stuðul
viðvíkjandi játtanini.
Bindilið millum
leiðslu og deild
- Mitt arbeiði verður at fara
út á ymsu deildirnar at tosa
við deildarleiðarar um,
hvussu gongst og hvussu
tað hylnast at halda ásettu
játtaninar.
- Eg komi at virka sum
bindilið millum deildar-
leiðarar á Landssjúkrahúsi-
num og sjúkrahúsleiðsluna.
- Hetta skal ikki skiljast
sum eitt eftirlit burturav,
men heldur sum eitt lið í
royndini at skapa betur
samband millum leiðslu og
deildir.
Hin parturin verður at
hava internu grannskoðan-
ina um hendi.
- Fór tú niður at lesa vid-
ari, fyri at koma aftur í
hetta starvið?
Nei, hetta starvið var ikki
ul, tá eg fór undir lestnadin
Eg hevði í fleiri ár havt hug
ul at:lesa víðari, og tá tað í
1990 gjørdist møguligt at
fara undir víðan útbúgving,
gjørdi eg av at fara
- Nú eri eg so mikið betri
fyri, at eg eisini kenni sjúk
rahúsverkið sum starvs-
pláss, og tað er bert gagn-
ligt. Nú komi eg bert inn aft
ur frá øðrum sjónarvinkli,
sigur Mary í Garði
- Mín uppgáva er at veita
stuðul og ráðgeving og at
vera bindilið millum leiðslu
og deildir. Eg fari út at vitja
og tosa við deildarleiðarnar
um teirra umsiting og vit
kunnu tosa um ymsu trupul-
leikarnar, so hvørt sum teir
standast.
Væl móttikin
- Hvussu hevur tú verið
móttikin, nú tú kemur aftur
í øðrum starvi enn áður?
- Starvsfólkini hava verið
ógvuliga fyrikomandi, har
sum eg havi verið higartil,
og eg havi bert alt gott at
bera teimum. Eg komi ikki
við peikifingrinum og gevi
teimum boð um, hvussu tey
ikki skulu gera, men heldur
hinvegin kunnu vit tosa um,
hvussu best er at fara fram,
ul tess at fáa sum mest
burtur úr játtanunum, sigur
Mary í Garði.
- Tú arbeiddi á Lands-
sjúkrahúsinum til fyri trim-
um árum síðan. Hava spar-
ingarnar ikki havt stóra
ávirkan á dagliga arbeið-
ið?
Lands:
fimm år, å
undir siviløkonom
útbúgvingna. Hon kennur
sjúkrahúsverkið sum
ri ? x
arbei /spidss, og tað
kemur henni til góð
ar í
nýggja starvinum
- Eg havi enn onga meung
um, hvussu ella á hvønn hátt
sparingarnare ganga út yvir
sjúklingarnar. Starvsfólkini
hava meir um at verða og
renna skjótari enn áður
Renna skjótari
i dag enn áður
- Hinvegin, so haldi eg at
sjúklingarnir ikki merkja
hetta so nógv, men heldur at
starvsfólkið roynir tað tey
eru ment. Tað gongur kans-
ka meir út yvir starvsfólkið,
enn sjúklingin, heldur Mary
í Garði.
- Onnur broyting er eisini,
at starvsfólkið og deildar-
leiðarar í dag ganga nógv
eftir aí spara og at fáa so
nógv burturúr ú játtan, sum
er teimum tillutað, enn áður.
Fyribils hevur Mary í
Garði skrivstovuni hjá sjúk-
rahússtjóranum, og hon
virkar bert á Landssjúkra-
húsinum.
Dagny
Mynd: Kalmar
Nr. 159 —25 AUGUST 1993
GOTT BINGO
verður í
Bygdarhúsinum í Hósvík
sunnudagin kl. 16.00.
Nógvir góðir vinningar.
Bygdarfelagið VARÐIN
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 9. sept. 1993 kl. 9.00
tvangsauktion, (AS 109 og 139/93)
over matr. nr. 58, Kirkjubøur, og matr
nr. 988, Tórshavn, beliggende við
Sandá, Tórshavn og Argir
7 - Få + A 2
Auktionen er begæret af advokat Petur
Even Djurhuus Advokatíe ag ð
Bryggjubakki, Tórshavn, ti 1260
r. 141/1991) pá vegne en pant- og
Ejendommen er en erhvervsbygnind
pá 557 kvm, heraf 357 kvm 2 etager
og 200 kvm
4 +
elaqe
p = +% #4
Eiendommen kan beses efter afta
med ovennævnte advokat
Auktionsdokumenterne ligger til gen
nemsyn på Dommerkontoret
Færøernes foge-ret, den 19 08 93
Mette Søgaard-Nielsen
dím
Tvangsauktion
Pá Dommerkontoret, C. Ployensgota
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 9. sept. 1993 kl. 11.20
tvangsauktion, (AS 226/93) over matr.
nr.410, Klaksvík, beliggende Klaksvík.
Auktionen er begæret af advokat Peter
Even Djurhuus, Advokatfelagið,
Bryggjubakki, 100 Tórshavn, tlf.
1.1260, (j.nr. 661/1991) pá vegne en
pant- og udlægshaver
Ejendommen er en kontorbygning pá
en 113 kvm. stor grund. Det bebygg-
ede areal udgør 80 kvm. i 2 etager.
Dertil er nederste etage nøste (båd-
hus), hvilket ikke omfattes af tvangs-
akutionen.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 18 08 93
Mette Søgaard-Nielsen
dim
- Síða 5