hósdagur 30. september 1993síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
ohan K. Joensen nevndarlimur í Fi;
Nr. 185 — 30. SEPTEMBER 1993
ingargrunninum:
Fóru bankarnir fingu
vit triggjar ferðir So
stort arbeidsloysi!
-Til tey fólkini, sum siga, at vit bara áttu at latið bankarnar farið,
vil eg siga: farið til Finlands og síggið, hvat teir gera. Har hava
teir spænt einar 70 milliardir inn í bankarnar.
Vit mugu gera okkum púra greitt, at lótu vit bankarnar fara,
so hóvdu vit fingið eitt arbeiðsloysi oman fyri 60%, og haraftrat
hevði øll peningaskipanin í landinum steðgað heilt upp.
Hetta sigur Johan K. Joensen, fyrrverandi stjóri í Føroya
Sparikassa og nú nevndarlimur í Fíggingargrunninum. Tíðinda-
blaðið Sosialurin hevur tosað vid hann um saneringina av fiski-
ídnaðinum, um bjargingina av bankunum og um framtíðar út-
litini.
Johan K. Joensen, fyrr-
verandi sparikassastjóri og
nú nevndarlimur í Figg-
ingargrunninum sigur, at
trupulleikar okkara eru
rættiliga umfevnandi, t
umframt at hava eina stóra
skuld, so er okkara fiski-
vinna rakt av eini kreppu
eins og nógva aðrastaðni.
Hann vísir á, at kreppan
tók seg upp, tá vit máttu
til at líta á heimaleiðimar.
Tá vit skulu ul at útskifta
fjarfiskiflotan við ein
handilsflota verður hann
til eina fiasko. So koma
vit ul svartkjaftaskipini,
sum eisini miseydnast
Vit hava ikki klárað at
takla fortreytir og avbjóð-
ingarnar
Trupulleikin er eisini,
at vit fáa heldur ikki prís,
nú vit eisini hava eina rá-
vørukreppu. Er prísurin í
lagi kanst tú fáa okkurt at
ganga.
Tá tú er í eini óvanligari
stóðu, so tekur tú eisini
évanligar avgerðir sum
eitt nú hana við móður-
felagnum.
Johan K. Joensen sigur,
at vit eru í eini neydstødu,
og tí verður hetta gjørt við
móðurfelagnum
Alternativið er
at alt steðgar
Alternativið er, at eitt
virki fyri og annað eftir
steðgar upp til einki er
eftir.
Ein fer út í hetta, tí tað
ikki eru aðrar loysnir. Tað
er ómeguligt at fáa eina
Johan K. Joensen, nevndarlimur í Fíggingargrunninum: -Lótu vit bankarnar fara
hevdi tað verið sum at steðga blóðrenslinum í einum mannalikami. M ynd kalmar
Tíðindablaðið (HUL
Johan K. Joensen: -Kreppan er ikki liðug enn
sanering igjøgnum við
skili f, um tå ikki tekur
hana undir einum sigur
Johan K. Joensen. og
heldur fram:
-Hvat nyttar hjå hvørj-
um einstøkum at fara til
kreditforeinginarnar. Teir
fáa jú einki burtur úr tí
Vit hava jú dómi um tað
øvugta við bæði Kósa-
virkinum og Fisk í
Hvalba. Har hendir einki.
Móðurfelagið hevur
klárað at fáa kreditfeløgini
at slåa av 1. prioritetin
Tad fært tu bert vid
samrådinginum og ikki
vid tvangsaukuónum
Johan K. Joensen held-
ur, at tóku við ikki av
hesum møguleikanum við
eini felags sanering, so
høvdu vit fingið eina so
álvarsliga kreppu, at tað
hevði havt við sær eitt ar-
beiðsloysi, sum vit ikki
høvdu tamarhald á.
Abyrgdarloysi
-Hevur tað tá verið á-
byrgdarleys tala, tá ávísir
politikarar hava roynt at
steðga móðurfelagnum?
-Tað meini eg avgjørt.
Málið er tað, at ein bland-
ar saman, hvat tað er fyri
ein støda vit eru í. Stødan
vit eru í í dag er ikki
nakað, sum hevur sín upp-
runa í degnum í dag. Tað
stavar frá 10-12 árum síð-
ani. Her er talan um ein
drúgvan útvikling, sum er
endaður í eini kreppu og
sum ikki letur seg loysa,
júst soleiðis tú vil hava
tað.
-Politikararnir tosa sum
um kreppan tók seg upp í
oktober í fjør. Hon er
byrjað langt undan. Vit
hava leingi havt kós móti
eini kreppu bæði við ov-
urfisking av grunnunum,
vid ovurlántskum og
ovurfløgum.
-Men heldur tú stjórin í
móðurfelagnum megnar ta
ómetaliga stóru uppgáv-
una?
-Hatta er ein ómetaliga
stór avbjóðing. Tað er
nettup spurningur, hvussu
fyrisiungin kemur at klára
hetta, ið er orsøk til at ein
ber ótta fyri gongdini.
Hvar er egin-
peningur?
-Um uppskotið frá fólka-
flokkinum verður samtykt
er so vandi fyri, at móð-
urfelagið verður steðgað?
-Tað mugu vit ganga út
frá.
-Hvat hevdi so hent?
-Tað dugi eg ikki at
siga.
-Men tá nú Jógvan
Sundstein, fyrrverandi
legmaður og
figgjarmålarådharri og
Olaf Olsen, fyrrverandi
landssyrismadur og
framstandandi vinnul-
ívsmaður royna at steðga
hesum, hvssu kennir tú tað
so
-Um teir vita, at tað
finst privatur kapitalur,
sum vil inn í myndina, og
sum ikki sleppur tað, so
hava teir grund til at siga
ER