mikudagur 11. juni 2003síða 25
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 11. juni 2003
49
49
48
Nr. 107 - 11. juni 2003
EIN SERA FLOTT
Fender mandolin (óbrúkt) við
Fishman M-100 Pickup til sølu fyri
7.000 kr. Videoband fylgir við.
Tlf. 270427
ROLAND G-600
WORKSTATION
1 1/2 ára gamal Roland G-600
synthezisari við ótal av
fantastiskum ljóðum og
arrangementum. Til sølu við pedal,
4 stk. rytmu/arrangement
diskettum, einum Yamaha
forsterkara og einum setti av Jamo
hátalarum. Nýprísur 23.000 kr. til
sølu fyri einans 14.500 kr.
Tlf. 260590
EFTIRLÝSING
Er tað nakar, ið hevur ein
spolabandupptakara at selja mær,
so ring vinarliga.
Tlf. 218494
TIL SØLU
Ein 10 GB mp3 spælari. Archos
Jukebox Recorder 10Memory: 2MB
Harddrive Capacity: 10GB (165H
Music 128Kbps). Standard: MP3.
Display: LCD. Size: 115 x 83 x
34mm. Accessories: Stereo
Headphones / AC Adapter / Cable /
Case. Interface: USB spælari til sølu
fyri 2400 kr
Tlf. 313471
V-AMP 2 BEHRINGER
Manglar tær okkurt fikst til at venja
við heima, so er V-AMP nakað fyri
teg. Tilhoyr er taska, pedal og
streymforsýning. (Pedalin hevur bert
»up and down« functión). Alt er
orginalt og er sum nýtt. Til sølu fyri
einans 1.500,-
Tlf. 522012
HÁTALARAR
2 stk. Celestion 75W hátalarar til
tann, sum antin vil skifta út ella
byggja eitt kabinett sjálvur. Til sølu
fyri einans 1.000,- fyri báðar.
Tlf. 522012
KABINETT
Marshall 4X12" 300W RMS Vinkul
kabinett, Celestion hátalara, switch
til mono og stereo við nýggjum
hjólum. Til sølu fyri einans 3.000,-
Tlf. 522012
MARSHALL FORST.
til sølu 2 x 100 w. við chorus til sølu
fyri 3.500 kr.
Tlf. 268444
BIL-STEREO TIL SØLU
Eitt Sony bilstereo v/ 2 hátalarum, 1
sub. og einum forsterkara til sølu
fyri 3.500 kr.
Tlf. 268444
MULTIEFFEKT TIL SØLU
Ein boss gx-700 við 23 effektum
rack-kassi fylgir við til sølu fyri
3000.
Tlf. 268444
MULTIEFFEKT TIL SØLU
Ein Boss ms-10 við 10 effektum til
sølu fyri 2.000. Ymiskt tilhoyr fylgir
við.
Tlf. 268444
E-BOW TIL SØLU
fyri 1.000 kr.
Tlf. 268444
TRUMMUSETT TIL SØLU
Peace trummusett - 5 trummur, hi-
hat, 1 skál. Lítið brúkt , uml. 2 ára
gamalt. Barnastødd. Kostnaður
3.500 kr.
Tlf. 506121 / 314328
Út- & Sjónvarp
SJÓNVARP TIL SØLU
20" Funai sjónvarp sum nýtt, til
sølu fyri 1.000,- kr.
Tlf. 262271
Ymiskt
BÍLIGAR FLOGFERÐIR TIL
BARCELONA
Ferð fyri tvey til Barcelona og aftur
bíliga til sølu. Fráferð er 13. august
og heimkoma 28. august.
Tlf. 229565
ella 243348
TIL SØLU
2 seymimaskinur, Philips sjónvarp,
málningar. spísistovuborð v/ 4
stólum og bóndaborð við 6 stólum
bíliga til sølu.
Tlf. 442190
TIMBURKLÆDNINGUR
uml. 260 fermetrar (19 x 148)
óimpregneraður, bíliga til sølu.
Tlf. 314740
PANASONIC FARTELEFON
Panasonic fartelefon við fototóli. Ein
4 mðr. gomul grá Panasonic
fartelefon við innbygdum digitalum
fototóliog litdisplay til sølu.
Fyrrprísur kr. 6.000,-. Til sølu fyri kr.
3.500,-
Tlf. 225811
ella 317847
OYRASNIGIL TIL NOKIA 3330
Er tað nakar sum kann geva ella
selja mær ein oyrasnigil. Skal vera
væl viðfarin og rigga til Nokia
3330.
Tlf. 267515
FÆRØSK STRIK EFTERLYSES
Da jeg har set en købt færøsk trøje,
sum var meget flot, er jeg blevet
meget interresseret i opskrifter på
sådanne trøjer. Alt har interesse,
også kopier. Venlig hilsen
Else Nielsen,
Steen Billesgade 8,
9000 Ålborg
TRØÐ Í VATNSOYRUM TIL
SØLU
Um hóskandi boð fæst er óbygd
trøð, matr. nr. 405 A í Vatnsoyrum,
til sølu
Tlf. 506118
FLUGUTRÁÐA
Ein sera flott flugutráða 25 ára
gomul, næstan óbrúkt, til sølu fyri
2.000 kr. Ein samling av pengum,
lyklaringum, upptrekkjarum
tendrarum og 85 tlf. kort til sølu.
Tlf. 270427
TIL SØLU
Ein úthurð við síðupartíi. Hon er
útvendugt mát 117 cm breið og
209 cm høg. (Mahogny)
Tlf. 218811
TIL SØLU
Ein SCSI kontrollari til sølu fyri 700
kr. Nýprýsur 1400 kr.
Tlf. 254153
TIL SØLU
RAM kort til m.a. digitalkamera.
128 MB SmartMedia Card bíliga til
sølu vegna feilkeyp 400 kr.
Tlf. 219280
MYNDATÓL TIL SØLU
1 1/2 ára gamal Minolta Dynax
505si kassi til sølu fyri 1800 kr. 1
ára gamalt Minolta 3500 xi blitz til
sølu fyri 1500 kr. 1 ára gomul
Tamron 28-300 mm. aspherisk
linsa. til sølu fyri 5000 kr. Samlað til
sølu fyri einans 7500 kr., nýprísur
13000 kr.
Tlf. 260590
FLOGFERÐ
fyri 2 til London til sølu fyri 2500 kr.
Úr Føroyum 31. juli og heimaftur
11. aug.
Áhugað ringið 211474
ella 321474
DVD FILMAR TIL SØLU
The 6th Day 150,- Frantic 100,-
Along Came á Spider 150,- Godzilla
150,-
Tlf. 262271
TIL SØLU
1 par svartaskógvar nr. 41 og 1 par
arbeiðssikkurheitsskógvar nr. 43
(nýggir) til sølu.
Tlf. 270427
ella 312981
GRUNDSTYKKI Í SØRVÁGI TIL
SØLU
Fæst hóskandi boð, er eitt stórt
grundstykki »Uppi í Trøðum« í
Sørvági til sølu. Stykkið er 869
fermetrar stórt og útsýnið er sera
gott.
Tlf. 332105
TIL SØLU
14 dagar gomul fartelefon Nokia
3650 við innbygdum kamera og
fototóli til søluf yri kr. 3.200,-
Nýprísur kr. 4.000,-
Tlf. 441384
HEILSANIR
Góða omma
Hjartaliga tillukku við
degnum 7. juni.
Ynskja Jón og Birni
Góða mostir
Hjartaliga tillukku við 14
ára føðingardegnum. Takk
fyri at tú ert so góð við
okkum.
Blíðar heilsanir Elsuba
Malena og Pætur
Góði Jóhannes!
Hjartaliga tillukku við degnum tann 8.6. Her ert tú fittur
og hjálpir ommu at binda. Jesus signi teg.
Ynskja omma og abbi á Skála
Allar fittasta Bára!
Hjartaliga tillukku við 3 ára føðingardegnum tann 10.
juni. Gitta hvussu góðar vit eru við teg? …sooo góðar!
Mostrarnar Annie og Lillie
Góða Bára
Hjartaliga tillukku við trý ára degnum tann 10. juni. Takk
fyri, at tú ert so røsk at hjálpa ommu.
Heilsan omma og abbi
Góði Jóhannes
Hjartaliga tillukku við 7
ára føðingardegnum. Jesus
pápi verði hjá tær.
Bestu
heilsanir
frá
Annfinn og mammu
Góði Ari
Hjartaliga tillukku við 4
ára føðingardenu. Jesus
pápi signi teg.
Heilsan mamma, mabba
og Lea
Góði babba
Eg og mamma ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum
í dag og góða eydnu í morgin. Vit elska teg.
Róar
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Góði elskaði
Gulak!
Hjartaliga til-
lukku við
tínum fyrsta
føðingardegi
9. juni.
Jesus pápi
signi framtíð
tína.
Heilsan
omma, abbi,
babbaba og
fastir
C
M
Y
K
48
OLJULEITING
Jan Müller
Tað verður italska oljufel-
agið ENI (Agip) sum skal
royna seg á landgrunninum
í ár. Eftir at hava gjørt alt
tað neyðuga fyrireikingar-
arbeiðið nú í fleiri ár fer
italska felagið saman við
oljufelagnum Føroya Kol-
vetnni at seta borin í á
landgrunninum umleið 15.
juni. Boriskipið Belford
Dolphin er á veg til Føroya.
Tað seinasta vit vistu var at
tað lá í Ullapool og gjørdi
klárt at leggja kósina móti
Føroyum.
Umboð
fyri
Oljumálastýrið hava verið í
Las Palmas og hugt at skip-
inum fyri at tryggja sær, at
alt er sum tað skal vera.
Seinasta eftirlitið frá før-
oyskari siðu er í Ullapool í
hesum døgnum.
Tað var annars við sera
stórum áhuga at umleið 80
til 100 limir í Oljutinginum
í farnu viku lurtaðu eftir
leitistjóranum hjá ENI;,
Luca Dragonetti. Hann
greiddi frá fyrireikinginum
og sjálvari boringini og
vísti áhugaverdar glarur á
veggin á Hotel Hafnia.
Luca Dragonetti greiddi
frá, at gongur alt sum ætlað
verður borurin settur í um-
leið 15. juni. Teir ætla so at
bora í einar 45 til 55 dagar.
Brunnurin liggur miðskeið-
is millum brunnin sum BP
boraði og tann sum Amerda
Hess boraði. Ætlanin er at
bora niður á 4250 metrar
tvs. umleið tað sama sum
Amerada Hess boraði í
Marjun-prospektinum.
Hetta hevur felagið bundið
seg til yvirfyri oljumyndug-
leikunum.
Hósdagin koma umleið 7
fólk frá ENI úr Milano og
Onglandi til Føroya at taka
sær av boringini. Allar fyri-
reikingarnar eru gjørdar á
høvuðsskrivsstovuni
í
Milano. Luca Dragonetti
segði, at teir ætla ikki at
testa brunnin, sjálvt um teir
treffa við olju. Hetta eru
teir ikki vanir við at gera
serliga ikki í frontierøkjum
sum tí føroyska. Brunnurin
er so tann einasti hjá fel-
agnum her um leiðir í ár
(herí íroknað alt tað bretska
økið eisini). Finna teir olju
so er tíð til at testa í sam-
bandi við apprailsalbrunn.
Verður olja funnin í rakstr-
arverdugum nøgdum so
kann ein framleiðsla byrja í
2007 ella 2008.
Luca Dragonetta metti so
eisini um møguleikarnar at
finna olju. Størsti trupul-
leikin og óvissan liggur í
spurninginum um tak, sum
kann halda oljuni. Hetta er
so eisini tað, sum var trup-
ulleikin í hinum brunnun-
um.
ENI hevur eisini eitt 9 ára
loyvi, sum liggur inni á
basaltøkinum. Uppá fyri-
spurning hvat hann heldur
um
basalttruipulleikan
segði Luca Dragonetti, at
enn hevur tað ikki eydnast
at loysa basaltknútin. Her
er nógv arbeiði eftir at gera.
Enn eru ikki gjørd nøkur
verulig gjøgnumbrot í bas-
altspurninginum. Eni skal
eins og hini oljufeløgini
sum hava 9 ára loyvi geva
oljufyrisitingini eina frá-
greiðing um, hvat felagið
ætlar við hesum loyvinum.
Luca Dragonetti varð eis-
ini spurdur hvussu stætt er
við føroysku luttøkuni í
sambandi við boringina. Til
tað svaraði hann, at teir
fóru eins og hini feløgini at
brúka útgerðarhavnina í
Runavík. Hann vísit eisini
til, at tá talan bara er um ein
kannignarbrunn, sum er í
gongd í sera avmarkaða tíð,
tá er tað eisini avmarkað,
hvussu nógvum vørum og
tænastum sum brúk er fyri.
Tað er so eisini ein spurn-
ingur, hvar man kann finna
ekspertisu í Føroyum á
teimum ymsum økjunum í
sambandi við ein leiti-
brunn.
4. brunnurin á landgrunninum:
Boriskipið nærkast – leggja
seinastu hond á fyrireikingarnar
Luca Dragonetti frá ENI greiddi frá um komandi boringina
Mynd Jan Müller
Nógv fólk høvdu leitað sær oman á Hafnia at hoyra um 4. Brunnin
Mynd Jan Müller