Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 1993síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

DESEMBER 1993 Eystankórið fer sunnudagin, undir leiðslu av Símuni Nónklett, at hava konsert í Glyvra kirkju, har eisini urgu- og annar tónleikur verður at hoyra Mynd: Judith Johannesen Eystankórið i Glyvra kirkju sunnudagin Sunnudagin kl. 16 fer Eyst- ankórið at hava kór- og urgukonsert í Glyvrakirkju Kórið fer undir leiðslu av Símuni Nónkleu at fram- føra eina fjølbroytta skrå, og í nøkrum førum verður kórið stuðlað av undirspæli á nýggju urguni í Glyvra kirkju. Eitt av teimum verk- unum, Eystankórið hevur við sunnudagin, verður tað kenda Halleluja-kómð hjá Hándel Urguspælari verður Jó annes Nolsee, ið eisini fer at spæla okkurt stykki sjálvur á urguni Umframt hann fara eisini Eyðun á Lakjuni, Hjalti Jo- ensen og Agnar Lamhauge at spæla aftur við kórsang inum hj. md Kamarkórið konsert í Fuglafjarðar kirkju Konsertin við Tórshavnar Kamarkórið verður leyg- ardagin kl. 16 í ein tíma við kórsangi og urguspæli Fuglfirðingar, eysturoy- ingar og annars gll, ið hava hug til tess, kunnu leygardagin fara á kór- og urgukonsert við Tórs- havnar Kamarkéri og urguspælaranum Helga Breiner Petersen í Fugla- fjarðar kirkju. Sjálvandi er tað fyrst og fremst kamarkórið, ið fer at syngja, men eisini verð- ur nakað av urgutónleiki at hoyra, tá hin ungi Helgi Breiner Petersen, ið út- búgvir seg niðri í Árhus til urguspælara, setir seg við urguna í kirkjuni. Á skránni verður alt frá midøldini — so sum Pale- strina og Hasler — til eisini nyggjan kórtónleik, so sum enskar jólasangir. Ólavur Jøkladal stjórn- ar Tórhavnar Kamarkóri. Urgutónleikurin, ið fer at verða spældur, verður verk eftir D. Buxtehude og V. Lúbeck. Konsertin byrjar kl. 16, og varir hon í okkurt um ein tíma. bj. Lykilin til bilin kom ikki fram Onkunstaðin i Føroyum liggur í dag ein lykil til ein spildurnyggjan bil — ein lítlan, fittan Toyota frá Reyni Service - ið nú verður til onga nyttu. Hetta er vinnaralykil- in í kappingini, ið Heima- missiónin fyri aðru ferð skipaði fyri. Endamálið við kappingini — at fáa pening til heimamissi- ónsarbeiði i Foroyum — verður nú helst tvífalt rokkið, tí eingin er kom- in við vinnaralyklinum. Kappingini gekk fyri seg á tann hátt, at fólk fyri 100 krónur kundu keypa ein lykil í einum brævbhjålva, sum tey síðani kundu royna í ein- umformi. Passaðilykilin í formin, vann eigarin av lyklinum bilin. Nú fellur bilurin helst aftur til Heimamissión- ina, verdur sagt av skriv- stovuni i Nesvik. hj. Leygadagin letur 31 ára gamli Fimmboði Lisberg upp nýggjan handil í Vági — í hølunum á keiøkinum, har kioskin hjå Amy hev- ur verið. - Í fyrsta umfari havi eg bert hendan handilin opn- an til jóla, men vísir tað seg, at undirtøkan verður góð — og tað vóni eg sjálv- andi, at hon verður — fari eg at halda fram aftan á jól eisini, sigur sumbingurin, | ið fyri einum góðum mán- aði síðani byrjaði við ein- um handli í Hellinum í SMS, har hann hevur selt TV-Shop verur og ymist annað fyri fleiri handlar í Havnini, sum kanska ikki liggja so væl fyri, at teir dag og dagliga ganga und- ir í fólki. — Sjálvur havi eg fram- vegis handilin í SMS, og hann er eisini opin ul jóla, so í hvussu er ta fyrstu tíð- ina fái eg góða hjálp frá familjuni har suðuri. Jólagávurnar mugu keypast Fimmboði sigur við Tíð- indablaðið Sosialin, at í handlinum í Vági fer hann at selja TV-Shop verur, prýðismyndir við rammu, Fimmboði fer nú eisini til Vags at handa — Hóast fólk kanska ikki hava so nógvan pening um hendi, munnu tey flestu royna at keypa jola- gåvur, heldur 31 åra gamli Fimmbodi Lisberg bond, plåtur, flødur, bøk- ur, barna- og harraklæði, gåvulutir og ymist annað. — Hóast fólk kanska ikki hava so nógvan pening um hendi, munnu tey flestu tó roynaat fáa keypt jólagáv- umar, sum tey plaga at gera, heldur hann. Fimmboði hevði verið arbeiðsleysur í eina tíð, tá hann fekk hugskotið at leiga seg inn í Hellið í SMS at selja vørur fyri nakrar handlar, og hetta hevur givið hon hugin at halda fram og nú enntá eisini at víðka hj. | Samstarvið undir land Líkt er til, at ætlada sam- starvið millum Argjar og Havnina fer at koma fgjøgn- um sum fótur í hosu. Ætlaði sáttmálin varð góðkendur av bygdaráðn- um á Argjum månakvøldid, og í gjårkvødldid skuldi so eisini Tórshavnar býráð á fundi taka støðu til såttmål- an, ið skal koma í gildi frá 1. januar og vera galdandi til býráðsval verður aftur í 1996. Yvirtaka skuldina upp á 70milliénir Sáttmálin fer millum ann- að at merkja, at Havnin yv- irtekur tær 70 milliónirnar, Argjar skylda, og at allar tær kommunalu tænastur, ið argjafólk hava havt, fara at halda fram, so sum buss- leið, dagsstovnur, dagrøkt, skúli og annað fara at halda fram á sama hátt, sum tær gjørðu undan »slitinum«. Ætlanin er eisini at gera eina felags fíggjarætlan fyri báðar kommunumar, so tær koma at arbeiða eftir einari ætlan, ið báðir partar góð- Tað skilist á øllum brøgd- um, at samráðingarnar hava gingið væl, og at partarnir báðu megin Havnará eru stak vælnøgdir við úrslitið. At Tórshavnar Býráð fór at góðkenna sáttmála á fundinum í gjårkvøldid, var líul og eingin ivi um. Tá umbønin frá argjamonnum um at taka upp samstarv vid Havnina varð fyri á fundi fyri lítlum mánaði síðani, var tað eitt samt býráð, ið mælti til at ganga hesum ynski argjamanna á meti. hj. Kvinnuhús- felagið jóla- solu í Leygardagin frákl. 10 til 14 fer Kvinnuhúsfelag- ið í Havn at skipa fyri jólasglu. Jólasglan verð- ur í KFUM á Hoydals- vegnum, har Kvinnu- húsið eisini heldur til. JOlasølan umfatar sølu av heimagjørdum gåvu- og prydislutum, og eis- ED DD ft €€€ leygardagin KFUM int verður høvi at keypa kaffi, og kakao við boll- um ella køkum afturvið. Í stuttum tíðindaskrivi sigur Kvinnuhúsfelag- ið, at ágóðin frá jólasgl- uni allur fer til arbeiðið, sum gjørt verður í og út frá Kvinnuhúsinum. hj.