Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Tidindabladid | Fleiri royna | eftir igulkerum Nú verður bara bíðað eftir, at veiðiloyvint verða givin, og at virki verður at taka ímóti Sum skilst hava fleiri mans í seinastuni roynt kring Før- oyar eftir igulkerum. Hetta er ikki nøkur veiða, men menninir royna bara fyri at fáa at vita, hvat er til av igulkerum. Sum skilst, verður latið væl at. Eingin kann tó fara undir veruliga veiðu, fyrr enn landsstýrið hevur býtt út veiðiloyvini, og tey eru til viðgerðar í fiskivinnuum- sitingini í landsstýrinum. Tosað hevur verið um at geva eitt loyvi til hverja sýslu í landinum. Ein teirra, sum vónar at fáa fiskiloyvi, er Randal Nybo i Leirvik. Hann er kanska tann, sum veit mest um igulkeraveidu, tí í desember var hann sjálvur annar í Íslandi, har hann bæði var úti við báti, sum veiddi igulker, og hann vareisini áeinum virki, sum tók ímóti og arbeiddi igul- kerini.. Frá Landsfelagnum fyri Autistar Randal Nybo setir sína vón til hesa veiði, men hann ávarar kortini ímóti at leypa framav og vænta sær tað heilt stóra beinanvegin. Í Íslandi eru kortini nógv arbeiðspláss í vinnuni, tí alt verður gjørt í hond, og prís- urin fyri igulkersrognini er góður. Alt fer til Japans um Danmark. Randal Nybo og Magnus Skylindal, sum vóru í Íslandi og kunnaðu seg við igulkersvinnuna, vóru úti við einum 26 tonsara. Eftir fýra tímum fekk báturin 1350kilo av igulkeri og 180 tons av jákupsskel. Ragnar Nybo var fleiri túrr við bátinum, meðan hin legði seg meira eftir arbeiðinum inni á virkinum. Heilsufrødiligu krøvini til virkið vóru sera strong, og tað er neyðugt fyri at lúka treytimar hjá keyp- arunum. Men tað krevst ikki tað stóra rúmið, og út Fundur á Blindastovninum leygardag- in 8. januar kl. 15. Na Evni: Royndir i undirvising og viðgerð av fólki vid autismu. Skrå: 1. Formadurin Karin M. Joensen-Næs bjóðar vælkomin. . Lærarar úr Klaksvík, Runavík og Vágum siga frá royndum sínum í undirvísing av fólki við autismu. Høvi verður at seta fram spurningar. Kaffisteðgur. . Leiðarin av búfelagsskapinum á Marknagilsvegi greiðir frá royndum sínum í viðgerð av fólki við autsimu. Høvi verður at seta fram spurningar. Vístur verður filmurin: > Et liv med autisme«. Heri Jacobsen, skrivari felagsins, endar fundin. Øll eru vælkomin, og vóna vit, at limir okkara eins og onnur meta fjølment á fundinum. Nevndin yvir kuldagoymsluna eru eisini amboð, sum ganga við streymi. Alt arbeiðið varð gjørt í hond við tong, skeið og pinsett. Hetta virkið arbeiddi hálvt annað tons um dagin, og har arbeiddu 15 fólk. Fiskimannafelagið, sum sendi teir báðar føroy- ingarnar til Íslands, gav teimum boð um at keypa eitt dregg heim við sær aftur, og teir so gjørdu. Tað var ikki tann stóra iløgan, einar 7.000 krónur. Skipið, sum dreggjar, skal tó hava spæl, ið dregur 1000 kilo. Igulkersvinnan = verður ongantíð so, at nakar burt- urav kann liva av henni, tí roynast kann bara eftir igul- keri frá september til apríl mánað. Sum skilst er ætlanin at Klinkan í Hósvík skal ar- beiða igulker, um virkið fær fígging at gera iløgu fyri góða hálva millión krónur. randi Týskveldið og/ella miku- náttina vórðu fleiri dunnur hundbitnar í ovari parti av Havnini, frá Villingardals- vegnum og yvir móti Flat. Tilsamans heilt nógvar dunnur vórðu soleiðis dripnar. Eigararnir vistu av ongum, fyrr enn teir koma at geva, og dunnurnar lógu sløddar deyðar ella hálv- deyðar. Náttina fyri hevur eisini ein hundur verið í Vestur- býnum og brotið seg inn í eitt kaninbúr. Politiið veit ikki, hvørji teir seku hundarnir eru. Men fólk hava sæð tveir hundar á leiðini. Hundarnir eru svartir og hvítur. Annar var størri og minti um seyðahund. randi Tá fundurin í heyst var í Norðurlandahúsinum, var Randal Nybo (v.m.) við Meskarnar í trolinum eru 155 mm stórar. Dreggjað verður 40 cm frá botninum, og hjá- veiðan var eingin, sigur Randal Nybo Ríðarar hava skemtikapping Leygardagin skipar Føroya Ridingarfelag fyri skemti- ligum tiltaki úti í Havnar- dali. Byrjað verður kl. 12.30. Hetta verður sama tiltak, ið var ætlað sum jólahald fyri jól, men sum tá varð avlýst fyri veður. Dagurin byrjar við ríði- spólum sum sum stafett, ríðing við bindi fyri eyguni og ðrum smákappingum, ið bæði eru skemtiligar fyri ríðarar og áskoðarar Aftaná kunnu fólk hugna sær við einum dogurðabita.