Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 4—7. JANUAR 1994 Tað fer ikki dagur, at ikki onkur lesari setir seg í samband við blaðið og biður um at fáa alt tilfar, sum hevur verið í blaðnum um okkurt ávíst evni. | Vit vilja menna orðaskiftið Vitfara nú sum eina roynd attakaynskið frå lesarum okkara — og tað eru fólk um alt landið — til eftirtektar og bjóða tykkum at keypa fyri bíligan penga alt savnað tilfar um ávís evni. Við hesum vilja vit fegin gera okkara til at menna ordaskiftid, sum er eitt tað mest týðandi grundarlagið undir demokratinum. Nettup tann sannroynd, at blaðið hevur roynt at lýsa mong ymisk samfelagsmál frá fleiri síðum og harvið hevur hýst nógvum ymiskum meiningum, ger tað meguligt at fara undir slíkt tiltak. Hetta er so eisini ein tíð, har so mangt bylgist í fólki, og tað er m.a. fyri at fáa eitt breitt og sakligt orðaskifti, at vit nú koma við hesum tilboði. Vit halda tað er einki meira enn natúrligt, at eitt blað, sum dag um dag, viku eftir viku, mánað eftir mánað og ár eftir ár viðger flestallar samfelagsspurningar, verður brúkt til slíkt endamál. : | Skular, stovnar, feløg, politikarar 0.0. Tab eru serliga fólk undir útbúgving av alskyns slag, sum ringja til okkara og bidja um at fáa alt tað, sum er skrivað um eitt åvist mål. Tað eru eisini skúlaflokkar, sum vilja hava tilfar, tað eru feløg, stovnar og nógvir einstaklingar. Undirgsønd og marknadarsamrådingar Sum eina byrjan hava vit ti nú gjørt eina roynd at savna tað nógva av tilfarinum, sum hevur verið í blaðnum seinastu 10 árini um undirgrund, olju og marknaðarsamráðingar. Hetta tilfarið er sera rúgvusmikið og fevnir um fleiri hundrað A4-síður. Tilfarið varð savnað í sambandi við, at tingið herfyri fyri fyrstu ferð vidgjørdi spurningin um eina komandi oljuvinnu her á landi. Tað vóru politikarar og teirra millum øll javnaðar- manningin á tingi og í landsstýri, sum ynsktu at fáa alt hetta tilfarið til tess at kunna kunna seg um málið undan orðaskiftinum á tingi. Nú bjóða vit so ollum okkara lesarum sama tilfarið, ið er avrit av greinum 0.9. um olju- vinnu og samráðingar við tilknýti til hana. Hetta tilfarið er alt savnað í einum ringbindi og tískil sera høgligt at koma framat. | Bert 500 krónur Takið av tilboði okkara fyri bert 500 krónur. | Eisini onnur evni Um áhugi er fyri at fáa alt tilfar um onnur evni eisini, so eru vit til reiðar. Men tað veldst sjálvandi um, hvussu stórur áhugin er. Evnini kunnu vera so mong, alt frå sanering av fiskiidnadinum til spurningin um okkara sjúkrahúsverk, fyri bert at nevna tvey dømi. Um ikki so langa tíð verða tvær rådstevnur í Havn um åvikavist einakomandioljuvinnu og so seinastu sjúkrahúsfrágreiðingina. Nú er tað so, at Tíðindablaðið Sosialurin hevur dekkað hesi bæði oki rættiliga gjølla seinastu 10 árini. Sjúkrahúsmálið Er tað so, at lesarar ynskja ein »greinapakka« við ollum, sum er skrivað um sokallaða sjúkrahúsmálið, so ber hetta eisini til. Men hetta veldst so sjálvandi eisini um undirtokuna. Tað er nevniliga ikki smávegis arbeiði at skula finna fram alt hetta tilfarið, men tað ber til ————2 , FR Í oljupakkanum eru eisini fleiri samrødur við Maritu Petersen, løgmann, sum um- sítur hetta stóra målsøkid: Undirgrund. * Oljupakkin Í »Oljupakkanum« eru m.a. allar tær áhugaverðu grein- arnar hjá Sverra Dan Joen- sen, sum úr Bahrain hevur gjørt viðmerkingar í Sosial- inum til teir flestu av spurn- ingunum, sum snúgva seg um eina komandi oljuvinnu. Halda tit, at hetta ljóðar á- hugavert og meta tit, at tit hava brúk fyri at síggja alt tilfar um um- røddu evni, so er at fylla seðil- in út ella ringja til okkara á tlf. i i 11820 ; Tidindabladid (SHU mangar åhugaverdar sam- rødur vid ein av oddamonn- unum i oljurådleggingar- bólkinum og ein av stjór- unum á Danmarks Geo- logisk Institut, Stefan Hult- berg, ið er ein tann mest serkøni í ollum oljuspurn- ingum. — eitt nú prát við ein av stig- takarunum til felagið For- oya Oljuídnaður. Johan Mortensen, sum heldur at vit eiga at fara undir olju- vinnu sum skjótast, um- framt samreður við ymsar útlendskar serfrødingar á økinum. Ja ! Send mær savnað tilfar um: Evni: fyri kr. 500,-, sum eg gjaldi O Víði. kekki, O Postuppkravi ella Q) Banka/giroflyting Navn Bustadur Bygd/byur Sendid lepan til Tll.: Tíðindablaðið SOSIALURIN Box 76 — 110 Tórshavn