týsdagur 18. januar 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Í dag verður Michael
Petersen í Vági áttati.
Vit, sum hava kent
Michael í mong ár, hava
valla varnast at hann
ikki er ungur longur.
Tað er eins og aldurin
ikki ger mun hjá summ-
um. So lættur og kvikur
hann er bædi til likams
og sålar.
Michael er sonur
Símun úr Froðba og
Jacobinu úr Toftum í
Vági. Frá skaparans
hond fekk Michael góð
arbeiðs- og andsevni, og
hann vaks upp í einum
heimi, har guðstrúgvin
var aðaltátturin í lívin-
um, og sum hevur givið
honum eina góða bar-
last.
Stóran part av lívin-
um, sløk 30 ár, kom
Michael at arbeiða í
smiðjuni á Gørdunum,
og sjálvt um hann var til
skips bæði áðrenn og
eftir árunum í Garða-
smidjuni, so kom
smidjuarbeidi at vera
tað, hann mest kom at
fáast við.
Hetta var í eini tíð tá
nógv arbeiði var í
smiðjuni. Skipini vóru
mong í Vági, og ikki var
talan um at fara aðra-
staðir at gera umvæling-
ararbeiði. Tað varð lagd-
ur stórur dentur á at klára
alt tað, sum kom fyri í
Nr. 11 — 18. JANUAR 1994
Michael
Petersen
attati
og tí vóru arbeiðsdagar-
nir mangan drúgvir fyri
at fáa skipini siglingar-
klár aftur.
Í Garðasmiðjuni fekk
eisini mangur unglingi
sína upplæring til
maskinsmið og seinri
maskinmeistara, og væl
dugdu teir eldru at taka
sær av og læra teir ungu.
Michael hevur verið
virkin innan arbeiðara-
rørsluna, og hevur verið
nevndarlimur í Arbeiðs-
mannafelagnum Fram-
tíðini í mong ár. Tað,
sum hevur eyðkent
Michael í hesum arbeiði
sum í øllum ødrum, er at
har Michael er, er hann
heilur og álítandi.
Sjálvt um arbeiðið
ikki gav nógva fritid, so
luttók Michael mangan í
kappróðri. Bæði við
Hvalinum og Vágbingi,
og ikki vóru sigrarnir so
fáir teir bóru heimaftur.
Michael helt á til hann
var komin væl til árs.
Eitt tekin um tey góðu
kropsligu evnini.
Eg vil ynskja Michal
hjartaliga tillukku við
teimum áttati árunum
við tøkk fyri vinskap og
gott samstarv í mong ár,
og at guð má unna tær og
Atlantu mong góð ár
enn.
vinmaður
Ungdémsskaldsøga
Onnur ungd6msskaldsøg-
an eftir kenda svenska rit-
høvundin Mats Wahl komin
å føroyskum.
»Anna hevdi vakrar, hvítar
tenn, sum hon gjarna visti,
men brosid var sjåldan
blidligt, mest lá tað sum eitt
illsint gålv um andlitið. Og
tað segðist, at meira breið-
kjaftaðum konufólki enn
Heygs-Onnu skuldi leitast
longi eftir<.
Soleiðis verður mamma
bølaran lýst í nýggju ung-
dómsbókini, Bølarin, sum
svenski rithøvundurin Mats
Wahl hevur skrivað.
Bølarin er skaldsøga um,
hvussu menniskjan menn-
ist. Henda menning kemur
ikki år ongum, men sprettir
år stridi, pinu og trega.
Kortini vil Mats Wahl f hesi
bók síni vera við, at tað er
kærleikin, sum ger, at vit
búnast, og kærleikin ger
okkum eisini betur før fyri
at taka við teimum avbjóð-
ingum, sum lívið gevur
okkum.
Heygs-Anna og stillføri
maður hennara Torbjørn
Svarti livdu í Svøriki fyrst í
1600-talinum á lítlu oynni
Fároy við Gotland. Tor-
bjørn er eitt sindur sjúklig-
ur, men tey bæði eiga ein
son, Laars Torbjørnsson,
sum verður eyknevndur
bølarin. Bølari er tann, sum
altíð ger til, sum spillir og er
gørum til ampa.
Í 1600-talinum eru trong-
ar tíðir í Svøriki, og Heygs-
Anna og maður hennara fáa
eins og hini á oynni at kalla
alla sína útkomu við strend-
urnar og ásjónum. Tey hava
fisk og kóp til matna. og so
nógv leggja tey fyri, at
Laars verður føddur á ísin-
eru farin oman hagar at
fiska. Anna fer bara heim
eina løtu at hvíla seg, tí hon
er móð av barnsburðinum.
At ilt býr í Laarsi sæst
beinanvegin, tí hann meltar
bróstini á mammu síni, tá ið
hann sýgur, hann brýtir
teimum bátin, og aftur
seinni er hann atvoldin til, at
húsini hjá teimum brenna í
Bølarin
Í Fåroy býr eisini bóndin
Stóri Símun. Hann eigur
fýra døtur, tann yngsta er
Kára. Kára og Laars eru
javngomul, og tey koma at
hava nógv saman. Kára er
tann einasta í bygdini, ið
virðir Laars, sum tann hann
er, hóast hann gevur henni
arr á pannuna, tá ið tey
kappast um at steina.
Símunar-Kára, sum hon
verður rópt, hevur nógvar
fríggjarar, og hon er so
vekur, at vísur vórðu yrktar
um hana. Laars og hon
kunnu ikki gerast maður og
kona, tí ov langt er stættar-
liga teirra millu, og Kára er
eisini lovað einum ríkum,
eldri manni, sum hon heldur
lítið um og kallar skøndil.
Vit hoyra um henda
skøndilin, tá ið hann kemur
niðan í túnið hjá Káru og
teimum. Gongulagið er ser-
merkt. >Hann kom spaku-
ligaknuggandi, hevði fattan
rygg, høkan upp í sky.
Hvert fetið lyfti hann knø-
ini, so at tey komu ájavnt
við rérarnar, og hann setti
tærnar fyrst niðurat. Hann
var undir einum gulum
hatti. Hann hevði høku-
skegg, dún undir nøsini,
men var berur um kjálkar-
nar«.
Ut á ísin at sláa kóp
Á hverjum ári fara menn á
Fáry út á ísin at sláa kóp, og
hetta eina árið fara teir at
royna at taka bølaran við, tí
kanska er hann so mikið
batnaður, at ólukka ikki fer
at standast av at hava hann
við. Kára er eisini við á
veiðiferðini.
Men so illa vil til, at ísurin
brotnar, og tey bæði Káraog
Laars eru nú knappliga
einsamgll á isflaka, sum
rekur fyri vág og vind. Nú
fyrst kennir Laars hvat tað
er at hava eina ábyrgð, tí nú
fær hann brúk fyri øllum,
sum hann dugir, skal ferðin
á ísflakanum ikkki verða
teirra deyð.
Í bókini verður meistar-
liga greitt frá, hvussu gongst
teimum báðum ungu á ís-
flakanum, hvussu tey stríð-
ast og royna at lívbjarga
sær. Greitt verður eisini frá
teirra ótta og kærleika. Tey
koma víða, og á ferðini
koma tey í samband við
nógv ymisk fólk og uppliva,
hvussu menniskjuni livdu í
gamla Svøriki undir skift-
andi umstødum. Tá ið tey
bæði langt um longi koma
aftur til Fároy, er Kára við
barn.
Søgan er bygd á
veruligar hendingar
Søgan um bølaran og ferð-
Tidindabladid
ina hjå honum og Kåra å is-
flakanum byggir å fråsøgn-
ina å Stéru Kutatalvuni,
sum hongur í Fároyar
kirkju. Á hesi talvu verður
sagt frá líknandi hending,
sum hesari í bókini, og fleiri
av teimum monnum, sum
nevndir eru á Stóru Kuta-
talvuni, ganga aftur í frá-
søgnini hjá Mats Wahl.
Men Mats Wahl hevur tó
lagt eina søgu aftrat hesi
gomlu fråsøgnini, nevniliga
søguna Kåru og Laars bøl-
aran.
Bølarin er søgulig skald-
søga, sum er ætlað teimum
ungu.
Øll, sum hava lisið bókini,
hava tikið til, hvussu væl
Mats Wahl skrivar. Hann er
góður stílistur og dugir væl
at málbera seg, eisini tá ið
hann blandar gamlan mál-
burð upp í nútíðarmál. Før-
oyska týðingin av Bølaran-
um er trúgv ímóti stílinum
hjá Mats Wahl. Bókin er løtt
at lesa, sera spennandi og
hugtakandi, og kann lesast
av øllum millum 12 og 80
ár.
Nýtt slag av ungdóms-
bókmentum
Mats Wahl hevur skrivað
hópin av barna- og ung-
dómsbókum. Við honum
hoyrdist nýggj rødd í barna-
bókmentunum. Mats Wahl
er ikki so nógv ávirkaður av
bókmentaliga rákinum frá
seksti- og sjeytiårnum, sum
legði dent á, at samfelags-
ligir trupulleikar skuldu lýs-
ast út í æsir. Hann hevur
hinvegin verið róptur anti-
moralistur. Hjá honum er
ongin fremstifingur á lofti.
Hann greiðir væl frá og letur
lesaran dóma og gera niður-
stødur.
Mats Wahl er føddur í
1945. Hann vaks upp å Got-
landi, men síðani 1957 hev-
ur hann búð í Stockholm.
Hann virkaði í nógv ár sum
lærari, hóast hann ikki hev-
ur útbúgving sum lærari,
men tey seinastu nógvu ár-
ini hevur hann verið rithøv-
undur burturav.
Bølarin er onnur bókin
hjá Mats Wahl, sum er kom-
in á føroyskum. I 1992 gav
Bókadeild Føroya Lærara-
felags út ungdómsskald-
søguna Maj Darlin.
Jåkup i Skemmuni hevur
tytt Bølaran úr svenskum.
Bókin er sett á E. O. Prent,
og hon er prentað og inn-
bundin á Pf. Einars Prent.
Bølarin er 270 síður og kost-
ar 156 kr. í bókabúðunum.
Bókadeild Føroya Lærara-
felags gevur Bølaran út.
Fiat Uno
árg. 92, koyrt 20.000 km og í besta
standi — til sølu.
Tif. 10153 e. kl. 18 — Arb./Tlf. 11820