týsdagur 18. januar 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Tað vóru nógv sum hildu, at tað fór ikki at bera til , ikki at sleppa inn á Kondittaríið. Starvsfólkini hava arbeitt
ÞÁ
saman í áravís, og vildu helst halda fram. Tí tóku tær samanum og leigaðu Kondittaríið. Vinstrumegin aftast
síggjast: Marjun Joensen, Randi Ziska, Hanna Danielsen, framman: Frida Thomasen og Elin Zachariassen.
Kondittariid letur
upp aftur í dag
Starvsfólkini á Kondittaríinum hava tikið seg saman um at lata —
Kondittaríið upp aftur
Taðeru neyvan nógv dómi í
hesum døgum, at ein fyri-
tøka sum er farin, letur upp
aftur eftir fáum døgum.
Tað er veruleiki við Kon-
dittarfinum, sum leygarda-
gin í fyrru viku læt aftur.
Kondittaríið hevur verið
opið síðani 1925, og var av
sonnum ein býarmynd í
Havnini. Fleiri ættarlið
hava vitjað har gjøgnum
tíðirnar, og ein stórur partur
hevur havt sína dagligu
gongd á kondittaríinum.
Tey vóru sjálvandi ikki feg-
in um hetta, og nógv heittu á
starvsfólkini, um tær ikki
————————.eon
kundu royna at reka Kon-
dittaríið.
Sum sagt so gjørt. Starvs-
fólkini Elin Zachariasen,
Hanna Danielsen, Marjun
Joensen, Randi Ziska og
Frida Thomasen tosaðu við
peningastovnin, sum játtaði
teimum at leiga Konditta-
ríið.
Treytin er, at tær bert
hava stutta uppsagnarfreist,
og tí er hetta ein roynd. Eyd-
nast hon, og fólk fara á Kon-
dittaríið sum áður, so kunnu
starvsfólkini at halda fram.
- Vit fara at reka Kon-
dittarfid, sum vit altíð hava
Snarferð til Aberdeen
fyri 1 persón (óbestemt tíð) — til sølu.
P.v.á.
Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49
Møti er hvert leygarkvøld kl. 19.00.
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis.
Nærri fæst at vita á til. 031-242268 eila 031-
578999.
gjørt. Sjálvandi, nú fáa vit
ikki køkur og breyð frá
Frants, men vit fáa ein bak-
ara, sum hevur arbeitt har,
at standa fyri tí, sum skal til
afturvið einum drekka-
munni. Alt innbúgvið er
eisini tað sama.
- Viðskiftafólkini fara
ikki at merkja nakran mun,
tá tey støkka inn á gólvið á
Kondittaríinum, siga
starvsfólkini.
Starvsfólkini siga annars í
stuttari viðmerking: - Vit
hava allar arbeitt saman í
nógv ár, og samanhaldið
hevur verið sera gott. Tí
vilja vit royna at hetta stig-
ið, eitt nú fyri at varðveita
arbeiðsplássið, men eisini tí
vit vilja sleppa at arbeiða
saman. Vit halda eisini, at
tað hevur týdning fyri mið-
býin at lív kemur aftur í
húsið á Káta Hominum.
Kondittaríið letur upp í
dag kl. níggju, og er opið
hvønn dag sum áður, frå kl.
9-18 gerandisdagar og kl. 9
- 14 leygardagar. Sunnudag
er stongt.
Dagny
Óvist um bakaríið
letur upp aftur
Sosialurin skrivaði í farnu
viku, at P/f Frants Restorff
samáddust við Føroya
Banka, um møguleikarnar
at lata fyritøkuna, sum nú er
latin aftur halda fram.
- Eg var ov skjótur á sjóv-
arfallinum. Nógv viður-
skifti skulu takast við í um-
hugsanini, og tað hendir
ikki eftir fáum døgum, men
vónandi spyrst okkurt burt-
urúr í hesu viku, sigur Heini
Restorff.
- Heini Restorff er sjálvur
farin at arbeida hjå Danfar
heilsøluni. Hann hevur ikki
selt heilsøludeildina hjå P/f
Frants Restorff, men hevur
bert tikið tey vørumerki við
sær, sum gamla fyritøkan
umboðaði, eitt nú sjoku-
látu, keks og góðgæti.
Dagny
Nr. 11 — 18. JANUAR 1994
Nýtt frá FORUM 94
Nú nærkast tíðin!
1. februar er seinasta
freist at melda tiltøk til
Kvinnuráðstevnuna
FORUM 94 í Ábo, sum
verður í summar 1.-6.
august.
Tiltak kann vera so
mangt. Øll evni eru væl-
komin, og hvør kann
leggja fram upp á sín
máta: fyrilestrar, kjak-
fundir, pallborðsfundir,
framsýningar, fram-
førslur, filmar ... bara
hugflogið setir mark.
Øll hugskot eru sum
sagt vælkomin, og vit
hava tilfar og tilmelding-
arblað niðri í Mettu-
stovu. Opið er hvort
mikukvøld kl. 20—22. Vit
hava tlf. nr. 12880 og
16938 og fax nr. er
12545.
1. mai er seinasta freist
at melda seg persónliga
til stevnuna.
Fyrireikingarbólkurin Forum 94, er at hitta hvørt
mikukveld í Mettustovu kl. 20 - 22. Har kunnu á-
hugaðar kvinnur venda sær, sum vilja vita meir um
ráðstevnuna í Ábo í døgunum 1. - 6. august í ár
AFS-hugnakvøld
Fyri fyrstu ferð ætlar
AFS at skipa fyri einum
hugnakvøldi fyri øllum
AFS'arum og ødrum, ið
hava tilknyti til AFS.
Endamálið við hesum
hugnakvøldi er at hitta
gamlar vinir og birta lív í
gomul minni í hesum
døpru tíðum.
Men tíverri hevur AFS
Føroyar ikki øll nøvnini
á teimum, ið hava verið
burtur, ella sum hava
havt ein AFS-næming
búgvandi. Hetta orsakað
av, at kartotekið í Dan-
mark bleiv burtur í eini
umskipan til telduskrá-
seting. Tí vilja vit fegin
hoyra frá tykkum, ið
hava tilknýti til AFS,
men sum onki hava
hoyrt frá okkum í sam-
bandi við hetta tiltak.
Eisini tykkum, ið íkki
kunnu koma til hugna-
kveldið, hevði hjålpt, um
tit høvdu kunnað sett
tykkum í samband við
okkum, soleiðis at vit fáa
at vita, hvussu nógv hava
verið við og hýst AFS 'ar-
um upp gjøgnum tíðina.
Tit kunnu seta tykkum
í samband við ein av nið-
anfyri standandi persón-
um innan 25. jan.: Elisa-
beth Holm, tlf. 12991,
Marjun Magnussen, tlf.
13274, Bogi Eliasen, tlf.
19917.
Hugnakveldið verður
29. januar kl. 19.30 í aul-
uni í studentaskúlanum í
Hoydølum.
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hósdag frå kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarða 2, ella á tif. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
14.30—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
frá kl. 14. 20—7.00 á morgni.
Sida 9