týsdagur 18. januar 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 11 — 18. JANUAR 1994 Tíðindablaðið CD
Try ohøpp
friggje
kveldið
Runavík: Fríggjadag-
in og friggjakvøldid var
úr at gera hjá politinum
í Runavík, orsakað av
ferdslu6høppum í teirri
Fyrst stoyttu tveir bil-
ar saman vestan Eyst-
uroyartunnilin seinna-
partin kl. 16.39. Báðir
bilarnir høvdu kvinnu-
ligan førara, og onnur
av kvinnunum noydd-
ist á skaðastovuna fyri
atfáa viðgerð fyri onkr-
an snudd.
Fríggjakvgldið kl.
20.18 fór ein bilur út av
vegnum norðan fyri
Æðuvík, tá hann møtti
einum ødrum og skuldi
halda av.
Politiið noyddist aft-
ur at fara til Eysturoy-
artunnilin kl. 22.30, tá
ein bilur á veg eystur-
eftir var glidin út av
vegnum og hevði rent
inn í tunnilsmunnan.
hj.
Herverk í
skúlanum
á Tvøroyri
Tveroyri: Leygardag-
in fekk politiið fráboð-
an um, at herverk varð
framt í skúlanum á
Tveroyri.
Ótangar høvdu brot-
id seg inn gjøgnum ein
råt. Víðari høvdu teir
brotið hurðina inn i
matarhøllina, har teir
høvdu brotið fløskur og
annað. Eisini ein rútur í
síðupartinum av hurð-
ini var brotin.
Skaðin er fyri nakrar
túsund krónur.
hj.
Bundna
uppspar-
.ingin fer
ikki av
hjá øllum
Í farnu viku skrivaði
Tíðindablaðið Sosial-
urin, at fólk mistu ta
bundnu uppsparingina,
tí hon fór til búgvið hjá
Fossbankanum.
Tað eru tó ikki øll, ið
missa hana, tí hjá teim-
um, ið ikki hava skuld í
Fossbankanum, verður
hon mótroknað, meðan
hini fáa hana setta inn í
onkran av hinum pen-
ingastovnunum.
hj.
Sethúsaeigarafelag
— og hvat So?
Eitt landsumfatandi set-
húsæigarafelag við ein-
ari undirtøku, sum helst
setur heimsmet í mun til
fólkatalið, er skjótt ein
veruleiki í Føroyum. Set-
húsaánarakreppan er eitt,
men at hesin felagsskap-
ur eisini er trýst fram av
tí >omanífrá og niður<-
og >vit vita best<-hug-
burði, ið okkara fólka-
valdu, okkara(?) banka-
stjórar og okkara al-
mennu/hálvalmennu
>stovu-stjórar< í dag
sýna tí fólki, teir eru
settir at tæna, ja, tað
ivast eingin í uttan júst
hesin maktaðal.
Eins og primadonnain
krógvar rukkurnar við al-
skyns smyrsli áðrenn hon
fer á pallin, krógvar hes-
in maktaðal sínar >rukk-
ur< — sín veikleika, síni
mistøk og sína maktgirnd
— við alskyns umbering-
um og ósannindum, áðr-
enn hann lýtaleysur í
egnum eygum, stígur
fram fyri fólkið. -
Men hin vegin: Tá stig-
takararnir fyri felags-
skapin mæla fólki til at
>frysta fólk úti í einum
grannalagi, ið keyptu
hús fyri bíligan penga á
tvingsilsuppboði, sam-
stndis sum annar mátti
flyta út< (Dimmalætting
15. jan.) og alt fundar-
fólkið (300 í tali) tekur
undir við hesum, ja, so
má rópast >varskó<, so
| Mintust tit til
HALDARAGJALDIÐ
Tit fáa skjótast blaðið aftur, siga tit okkum
frá, tá goldið er.
tað dunar í fjøllum, tí tá
er felagsskapurin sjálvur
um at falla í somu grøv
sum maktaðalin. Slíkt
hevur einki við rættvísi
at gera, tí tað kann eins
væl ganga út yvir ósek
(Ld. børn). Tá er bert tal-
an um at birta undir enn
meiri øvund og hatur enn
valdar í dag, og tað
byggir einki land upp
aftur.
Við hesum er ikki sagt,
at vit ikki í verki skulu
sýna okkara 6nøgd við ta
vaksandi órættvísi og ta
eyðmýkjandi manna-
minking, ið fer fram í
okkara samfelag í dag.
Tvørturim6ti kunnu vit í
hjartanum >rættvíst< gera
hetta við t.d. at mæla lim-
unum frá at keypa hús
„fyri bíligan penga á
tvingsilsuppboði<, vit
kunnu leinkja okkum til
húsini hjá teimum, ið
skulu tveitast á gøtuna,
vit kunnu meta so fjøl-
ment upp í landsstýrin-
um, í bankunum, og í
tinginum, at ikki er inn-
komandi hjá maktaðalin-
um osfr. Hjálpa eingi slík
tiltøk, kunnu vit sjálvandi
sum seinasti útvegur øll
sum ein nokta at rinda
rentur og avdrátt av øll-
um lánum.
At hesin >seinasti út-
vegur< ikki má nýtast til
at vinna okkum sjálvum
órættvísar fyrimunir (og
tá meini eg ágóðar, ið
ikki eru lívsneyðugir),
men bert sum eitt trýst at
fáa bót um kor teirra, ið
veruliga eru illa fyri,
sigur seg sjålvt. Er breið
semja um tað, eigur hesin
„seinasti útvegurin< eis-
ini at kunna nýtast til at
»trysta« fram tiltøk, sum
gera tað liviligt aftur á
hesum klettum. T.d. kann
felagsskapurin virka sum
eitt brúkarafelag og
»trysta« okkara handlar
og heilsølur at keypa før-
oyskt framleiddar vørur
fram um (sjálvandi tá tær
eru kappingarførar í prísi
og dygd), »trysta« teir at
halda uppat/minka um at
pakka neyðsynjarvgrur í
plastikk (t.d. selja fødi-
verur, vaskievni 0.a.m. í
»leysari vekt<) osfr.
Øll vilja vit hava landið
upp á føtur aftur, men tað
eydnast bert um fólka-
viljin er í samljóði við
førda politikkin, og tað er
hann ikki, tí í dag hava
okkara politikarar í veru-
leikanum bert ein lítlan
brotpart av fólkinum
aftan fyri seg. Tí hevur
hesin felagsskapur eftir
mínari áskoðan eisini
beinleiðis skyldu at virka
sum eitt jarnbrot fyri
aftur at skapa samljóð
millum fólk og førdan
politikk. Målini er mong:
Fólkafráflytingin
MVG- og skattaskipanin
Minstamark fyri at liva
eitt manssømuligt liv
Stjóra- og annað
»svans« í landsumsit-
ingini
Handilskvotaskipanin
Føroya Fiskavirking
o.s fr.
Ein landsumfatandi
»nei-felagsskapur« bygg-
ir einki land upp. Ti må
felagsskapurin ongantíð
missa úr eygsjón, at fyri
hvort »nei«, ið verður
sagt, má sigast minst tvey
»ja«.
Onkur landsstyrismad-
ur vildi herfyri vera vid,
at vid tí makt hesin
landsumfatandi felags-
skapur fær um hendur, so
er vegurin til anarki í
Hetta fortelur meira um
landsstýrismannin sjálv-
an og um tað álit hann
hevur til tey, ið hava valt
hann, enn um vandan fyri
anarki, skapt av felags-
skapinum. Tann vandan
hava okkara fólkavaldu
longu skapt.
Felagsskapurin er í dag
kanska tann einasti
møguleiki vit hava at fáa
landið upp á fótur aftur!
Tormóður Dahl
Tvøroyri: Tvey smá
ferðslúóhapp hendu
um vikuskiftið á Tvør-
oyri. Annað leygardag-
in, tá ein bilur fór á glid,
so hann rendi á ein par-
keraðan bil. Sunnudag-
in var eisini ein bilur
av hálkuveðrinum.
hj.
Hausa
ófriður í
Sydrugøtu
Runavík: Politiið varð
tíðliga leygarmorgunin
boðsent at koma til
Syðruggtu vegna húsa-
ófrið.
Men hóast jalousi og
annað hevði elvt til, at
friðurin hevði verið úti,
eydnaðist politinum at
mekla so mikið, at alt
endaði aftur í øllum
góðum.
hj.
Náddi ikki
at bakka
Runavík: Um mið-
dagsleitið leygardagin
rendu tveir bilar saman
Innan Glyvur, tá teir
møttust. Annar skuldi
bakka fyri hinum, men
hann náddi ikki at fáa
bilin fluttan, fyrr enn
hin bilurin rendi á hann.
Klaksvík: Heldur ikki
Klaksvíkin slapp und-
an ferðsluóhóppum, nú
hálkan aftur gjørdi vart
við seg.
Meðan einki ferðslu-
óhapp hendi leygar-
dagin ella sunnudagin,
vóru trý hósdagin og
eitt friggjakvøldid.
hj.
Arne Weihe Joensen, politistur, deyður
Fríggjadagin andaðist Arne
Weihe Joensen, politistur, á
Glyvrum, 56 ára gamal. Í
longri tíð hevði hann havt
krabbamein, men loksins
vann sjúkan á honum.
Ame Weihe Joensen var
í starvi á Politistødini i
Runavik so leingi, heilsan å
nakran hått loyvdi ti, men
síðani á páskum í fjør hevdi
hann ikki arbeitt. Heima
varð hann væl ansaður av
konuni Annu. Tey áttu trý
børn — eina dóttir og tveir
synir.
Eftir at hava verið niðri í
Danmark á skúla í tvey ár
kom Arne heim til Føroya
at arbeida sum politistur f
1967. Fyrst var hann í tvey
år f Runavik, fyri sidani at
arbeiða eitt år vesturi í Våg-
um. Men í 1971 kom hann
aftur á stødina í Runavík,
og har var hann so í 22 ár.
Tå børan kor heim í poli-
tibilinum leygardagin, varð
koyrt fram við Politistød-
ini, har steðgað varð, sam-
stundis sum tøgn varð hild-
in í ein minutt.
Ame Weihe Joensen var
vældåmdur millum starvs-
felagar sínar og fólk annars,
og eisini tíðindafólkini her
á Sosialinum hava alt gott
at bera Arna sum einum al-
tíð fyrikomandi persóni.
bj.