týsdagur 18. januar 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 11 — 18. JANUAR 1994 Síða 11
Tíðindablaðið
Kvinnur læra
at taka orðið
Háskúlin var karmur um skeið í vikuskiftinum, sum ein
arbeiðsbólkur innan Javnaðarflokkin skipaði fyri
Tað hevur so mangan verið
ført fram, at ov fáar kvinnur
taka lut í safelagskjakinum.
Kvinur eru ofta ósjónligar á
politiskum fundum, hóast
tær hava skilagóð sjónar-
mið at føra fram.
Trupulleikin er, at tær
ikki tora at taka orðið. Tær
kenna seg 6tryggar við
støðuna , og velja tí oftast at
tiga.
Hetta hevur ein arbeids-
bólkur av kvinnum innan
Javnaðarflokkin åsannad,
og hava tí skipað fyri skeiði,
sum skal bót aum hesa
Elsa Birgitta Egholm, Elin
Lindenskov og Eyðgunn
Samuelsen. Fyrsta skeiðið
var á Háskúlanum í viku-
skiftinum, har tilsamans
eini 13 kvinnur hittust.
Næsta skeið verður á
Tveroyri 5. februar, og har
eru nøkur pláss eftir, til
skeiðið er fullsett.
Umframt fyrilestar og
venjingar aftaá, har
skeiðluttararnir lædru at
gera brúk av tí, sum varð
borið fram, kjakaðust
luttararnir ófért.
Vinstumegin síggjast:
Kristinbjørg Høgnesen,
Elsebeth Dahl og Helena
Eliasen
Vit eru ikki so djarvar
- Trupulleikin er tann, at tað
nærum eru óskrivaðar regl-
ur fyri, at kvinnur ikki taka
orðið, siga skeiðleiðarnir
- Vit halda ikki, at tað er
rætt í hesum døgum, nú
kvinnur eru í leiðandi størv-
um í samfelagnum.
- Halda vit okkum íkki
vera førar fyri at taka lut í
kjakinum, á jøvnum føti við
menn, so mugu vit gera
okkurt, sum gevur okkum
dirvi, alment at bera okkara
sjónarmið fram.
- Slíkt skeið sum hetta, er
ein háttur at koma víðari,
siga skeiðleiðarnir, sum eru
væl nøgdir við úrslitið í
vikuskiftinum.
Góð ráð og leiðbeining
Skeiðið leygardagin var
grundskeið og fevdi um eitt
nú, hvussu tú skalt føra teg
fram, um tú Ld. skalt halda
réðu framman fyri eini
mannfjøld. Hvussu tú skal
bera tíni sjónarmið fram, og
hvussu tú skalt málbera teg,
fyri at fáa fólk at lurta eftir
tær. Samrødur og kjak, fyri-
lestrar og venjingar, vóru
partar av skeiðinum.
Á skeiðnum vóru umboð
fyri fakfeløg og kvinnur í
teimum politisku feløgu-
Elin Lindenskov, bý-
råblimur, var ein av fyri-
lestrarhaldarunum og
skeiðleiðarunum, sum her
heldur fyrilestur um
hvussu málbrúk, og
hvussu tú fært fólk í talu
0.s fr.
035 TE. 1
num hjá Javnaðarflokki-
num.
- Vit ætla ikki at gera eitt
kvinnufelag innan flokkin,
men kanska heldur skipa
bólkar, sum kunnu koma
við uppskotum innan floks-
arbeiðið, og annars taka
kvinnumál fram, har tað
fellur náttúrligt, sum ein
partur av arbeiðinum, sigur
luttakararnir, ið annars
halda fram at verða virknar í
lokalfeløgunum.
- Kvinnur i politikki er
rættiliga nytt fyribrigdi, og
ti hava vit ikki eina søguligt
fyrimynd, sum vit adrar
kunnu studla okkum til.
wr" ud
Løgmadur var gestur
- Tað er umráðandi, at vit
ikki nýta menn sum fyri-
mynd, tí teir tosa eitt annað
mál. Tí noyðast vit at
byggja upp okkara egnu
fyrimyndir, við hjálp frá
teimum kvinnum, sum nú
oe MONE
dene SR -
eru virknar, siga skeidleid-
amir.
Skeiðið á Háskúlanum
endaði við borðhaldi, har
Marita Petersen, løgmaður
var gestur.
Løgmadur fegnast um
tiltakið hjá kvinnunum í
Javnaðarflokkinum. Hon
vónar, at nakað munagott
fer at spyrjast burturúr hes-
um tiltaki og vil verða við til
at stuðla kvinnunum og
arbeiði
Javnstødulégin
- Á skeiðnum á Tvøroyti 5.
februar, sum eisini er grund-
skeið, verður serliga javn-
stødulégin vidgjørd.
sm
Elsa Birgitta Egholm,
skeiðleiðari, kom í sínum
fyrilestri inn á fyribrigdi,
hvat tað er, sum fær fólk
at lurta eftir einum
réðara, og nevndi dómi
um vansar, sum gera, at
áhoyrarar missa áhugan
og gevast at lurta
Ætlanin er at gjøgnum-
ganga lógina og tosa um,
hvat henda lógin inniber, og
hví tað er umráðandi at fáa
hana samtykta, sigur skeið-
leiðarnir.
- Tað er umráðandi at fáa
staðfest, at hesi tiltøk innan
Javnaðarflokkin, ikki eru
gjørd við ti fyri eyga, at
skipa kvinnufeløg innan
flokkin.
- Vit vilja bert skapa
kvinnum fortreytir fyri at
geva seg til kennis, og geva
teimum møguleikar og før-
leika fyri at gera tað, sigur
skeiðleiðarnir.
Dagny
Myndir: Helga Mikkelsen
Plåss skal eisini vera fyri
at finnast at ti, sum ikki
eydnaðist í venjingunum.
Her síggjast vinrumegin:
Bente Kjær, Hildur við
Høgadalså og Elspa
Olsen