Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Síða 10 Nr. 13 — 20. JANUAR 1994 Amnesty International, Fóroya Deild um de ðarevsing: Amerikanska skommin Tað kann ikki vera rætt, at hvør statur í USA kann avgera, um deydarevsing skal verða loyvd ella ikki. Ein kanning vísir, at 40% av teimum dómdu eru svórt, hóast bert 12% av fólkinum hava svartan húðalit og heili 84% av teimum avrættaðu síðani 1977 vórðu dómd fyri at hava dripið hvít fólk, hóast nakað tað sama talið av hvítum og svørtum verða myrd. Tað er skelkandi, at Hægstirættur í USA letur henda mismun um seg ganga sigur Amnesty International í eini frágreiðing, ið er ein lemjandi kritikkur av ómenniskjansligu og órættvísu rættarskipanina í USA. Deyðarevsing er ein skomm fyri amerikanska rættarskipan sigur altjóða felagsskapurin, sum mælir til at ein samskipan kanning um alt USA verður sett í verk. Deydarevsing, sum verður nýtt í USA, er ein skomm fyri rættarskipanina í land- inum, heldur Amnesty International. Í einum bersøgnum opn- um brævi til Bill Clinton, forseta, kallar alheimsfe- lagsskapurin fyri marna- rættindi deyðarevsing fyri »tilvildarliga, órættvísa og fongda við mismuni móti rasu og húðarliti<. Felags- skapurin heitir samstundis á forsetan sum skjótast at seta eina nevnd at kanna hetta umfatandi samfelagsmálið. Og, sigur Amnesty Inter- national, nú ber ikki longur til hjá ríkismyndugleikun- um at fjala seg aftan fyri á- haldandi júkanina, at deyðarevsingin er mál hjá myndugleikunum í teimum einstøku statunum at av- gera. Málið er nú so umfat- andi og mismunirnir so sjónskir, at hetta má kann- ast sum eitt átrokandi mál, ið hevur alstóran týdning fyri alla tjóðina. Amnesty International hevur sett saman ein lista við 11 týðandi evnum, sum tað heldur, at ein forseta- nevnd eigur at kanna bein- anvegin. Nøkur teirra eru: Løgfrødilig vegleiðing: Nógv fátæk fólk fáa verjar, ið ikki hava hóskandi kunn- leika í so álvarsomum mál- um. Stødan er skammilig, og serliga ring er hon í Texas, har nógvir fangar ikki fáa verja yvirhøvur til at hjálpa sær til dømis við at kæra ella skjóta málið inn fyri annan myndugleika. Deydarevsing og ungir misbrótarar: USA er eitt av einans sjey londum í heim- inum, sum seinastu fýra árini hevur avrættað fólk fyri brotsverk, tey hava framt, áðrenn tey fyltu 18 ár. Hini londini eru Iran, Iraq, Nigeria, Pakistan, Saudi Arabia og Jemen. Møguleikin ut avrætta 6- sek: Í mars mánaði í fjør varð Walter McMillan latin leysur eftir at hava sitið 6 ár í deyðskliva fyri brotsverk, hann ikki hevdi framt. Onn- ur ósek eru sett í elektriska stólin. Rætturin at veita grið: Myndugleiki at broyta deyðarevsingina av menn- iskjansligum ella ørum grundum er avgerandi Ósek fólk eru sett í elektriska stólin í USA vernd, sum næstan er burt- | urdottin í dag Ein tann mest skelkandi parturin í frágreiðingini hjá Amnesty International kastar ljós á tann mismun á félkasløgum, sum verður gjørdur við deyðarevsing- ini. Telini tala fyri seg: 40 prosent av teimum dømdu eru svartir, hóast bert 12 prosent av fólkinum í land- inum hava svartan húðarlit, og heili 84 prosent av teim- um avrættaðu síðani 1977 vórðu dømd fyri at hava dripið hvít fólk, hóastnakað tað sama talið av svørtum og hvítum verða myrd. Mest skelkandi av øllum er tað, at hægstirættur í USA letur henda mismun um seg ganga. Í einum úr- skurði í 1987 vísti rætturin aftur eini ákæru um at deyðarevsing í statinum Georgia skuldi vera ímóti grundlógini, tí munur varð gjørdur á fólki eftir húðar-