Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 25 —5. FEBRUAR 1994 Sida9 Feilur á fiskivinnustovuni í Tinganesi: Kostar rækju- bátunum dýrt — Sólborg fekk grønt ljós úr Tinganesi at fara inná Grand Bank. Prísmunurin millum rækjurnar her og tær bleikaru á Flemmish Cap liggur um 10 krónur fyri kiloið, sigur Eiler Jacobsen, reiðari Seinasta sunnudag verðr rækjutrolarin Sólborg rikin av Grand Bank av einum kanadiskum vaktarskipi. Sólborg hevði júst kastað og lá og togaði á fyrsta tóginum, tá kanadiska vaktarskipið preiðaði. Skiparin Sámal Jacobsen gjørdist illa við, tí sambært teimum pappírum hann hevði við sær úr Tinganesi, so royndi hann á lógligari leið. Loyvi til hesa til at royna á hesi leið hevði hann fingið frá sjålvasta løgting- inum. 18 desember ber Thomas Arabo, landstýrismaður, í tingið uppskot til samtyktar um regulering av fiski- skapinum å NAFO økinum í 1994. Uppskotið er eisini undirskrivað av Kjartan Hoydal, fiski vinnustjóra. Í uppskotinum stendur m.a. um rækjuveiðu á Flem- mish Cap: " Frá 1. januar er ásett at nýta skiljirist. Fyribils er ásett, at í mesta lagi 28 millimetur skal vera millum rimarnar.” "Tað verður bert loyvt at nýta rækjutrol innanfyri Flemmish Cap á Grandbank innmóti kanadiska 200 fjórðinga markinum í 1994 við skiljirist fyri ikki at veiða eftir gðrum botnfiska- sløgum við smámeskaðum troli." Sólborg hevur sostatt, saman við hinum føroysku rækjubátunum, fingið loyvi at veiða á Grand Bank, um skiljirist varð nýtt í trol- inum. Tá Sólborg varð rikin burtur sunnudagin, høvdu teir rist undir. — 18 millimetrar vóru millum rimarnar í ristini hjá Sólborg, hetta er ein heilur sentimetur minni enn lógin ásetur sum mesta mark, sigur Eiler Jacobsen. --Seinasta mánadag, dag- in eftir at Sólborg er ríkin burtur, fáa vit skriv úr Tinganesi. Bert okkum til kunningar. Í skrivinum stendur: "Hjálagt verður sent sent rættaðar fiskiloyvistreytir á NAFO økinum i 1994 og framyvir, tykkum til kunn- ingar." " Gjørt verður vart við, at beinleiðis veiða eftir rækj- um í 3 LNO er ikki loyvd" sigur Eiler Jacobsen. —Eg veit ikki hvat før- oyingar hava skrivað undir uppá á NAFO fundinum í september í Dorthmouth í Kanada. Men tað er ikki tað sama sum verður borið niðan í løtingid, sigur Eiler Jacobsen. — Mær vitandi var ongin frá vinnuni við á NAFO fundinum, fyri at vegleiða embætismenninar. Ongin skipari og hetta sær út til at hava kostað okkum dýrt. Tí mær fortalt, so hava íslend- arar ikki skriva undir uppá at beinleiðis rækjuveiða innanfyri Flemmish Cap ikki er loyvd. — Tað at føroyingar hava skrivað undir uppá hetta merkir, at vit nú verða noyddir at fiska rækjur, sum í meðal kosta 10 krónur minni fyri kiloið. Tílík tøl síggjast aftur, tá gerast skal upp við árslok, sigur Eiler Jacobsen. — Sólborg royndi á Grandbank fyrr á túrinum, fyri nýggjár og fiskiskapur- in var hampuligur. Teir fingu onkran dagin fýra tons av góðum rækjum. Sámal ringdi heim úl fiskivinnuumsitingina = at vita um hann hevði loyvi at royna har áðrenn. Hann fekk at vita, at nýttu teir rist, =— vit eisini impregnera alt slag av vindjakkum og cotton coat. Hetta hevur góða und- irtóku millum kundarnar, sigur Helgi. Dampur Einki reinsarí við virðing fyri sær sjálvum kann vera damp fyri uttan og eg fregnist eftir hvaðan dampurin kemur. Eg síggi damp út teimum ymisku maskinunum og rér ganga frá teimum. Helgi vísir leið út í garðin aftanfyri húsini. Har stendur ketilin, stórur og prúður. "Gamal og góður," greiðir Helgi frá. — Í dag hava vit ikki hita í ketlinum hvønn dag, so nógv hava vit ikki at gera. Men ketilin er góður, ar- beiðseftirlitið hyggur reglu- liga eftir honum. Dampurin er eini 400 stig inni í ket- linum og vanliga er hálvt annað tons av vatni í hon- um, sigur Helgi. — Dampur verður nýttur til ein stóran part av okkara arbeiði og tí er ketilin ein ógvuliga týdningarmikil partur av reinsarínum. Arbeiðsgongdin á einum reinsaríið er soleiðis, at fyrst verða plettirnir tiknir úr klæðunum. Her verða nýtt ymisk flótandi evnir, alt eftir hvat slag av blettum talan er um. Meginreglan á einum reinsaríið er at næstan øll klæðir kunnu fáast aftur í brúkiligan stand. Í dag finnast so nógv reinsievni, at illa skal vilja til um ikki blettir fáast burt- ur. Síðan verða klæðini rein- saði, við dampi, vaski- maskinu 0.s.v. Tá klæðini eru rein koma tey í pressu- stovuna at verða damp- pressaði og strokin. — Koma fólk við klæðum fyrrapart í vikuni, månadag, týsdag og fyrrapart miku- dag, so kunnu tey fáa tey aftur í somu viku, sigur Marin. — Vit reinsa eisini ru- skinn, gardinur og smærri gólvteppir. Prísurin velst um hver reinsiuppgávan er. Ein vanligur klædningur kostar 128 krónur at reinsa, sigur Marin. rr. 5 so var onki i vegin, sigur Eiler Jacobsen, jåstinus Fermingar-TILBOD Ætla tit at gera dagin | | minnisríkan við Talan er ikki um nakran feil — Vit hava bíðað eftir, at nakað land fór at mótmæla rækjuveiðu innanfyri Flem- mish Cap, sigur Kaj Mort- ensen, fulltrúi á fiskivinnu- stovuni Fiskivinnuumsitingin vísir aftur, at talan er um nakran feil frá hennaru síðu, at rækjubátar nú verða riknir burtur av Grand Bank. — Á fundinum í sep- tember í NAFO varð, av sett totalbann fyri bein- leiðis veiðu ágkjunum 3 LNO. Rækjuveiðan byrjaði á Flemmish Cap í juni og í september var alt so nýtt. Tá vistu vit heldur ikki nigv um rækjur á Grand Bank. Totalbannið var fyri trol, fyri at verja botnfiska- stovnarnar. Nú hava vit boðað rækjubátunum frá, at beinleiðis veiða ikki er loyvd. Hetta hava øll londini undirskrivað, eisini Ísland, sigur Kaj Mortensen, — Men vit hava møgu- leika fyri at lata trolarar fara at royndarveiða á Grand Bank. Vit fara møguliga at geva loyvi til hetta seinni í vár, komandi mánaði, kanska, sigur hann. Tlf. 17500 vid Oyggjarvegin Forrættir: 1. Klårsuppa vid bollum góðum mati | 2 Aspargessuppa vid asparges — ringid so | 3. Urtavidgjørdur laksur tif. 17500 . og fáið | Høvudsrætti. — nærri Í 1. Heilstokt lambasteik við gren- | : | meti og sós av soðnum at vita. | 2. Heilstoktur nakkakambur við | reyðkáli, ertrum, hvítum | brúnkaðum eplum og sås av | soðnum | 3. Gamaldags oksasteik við | glaseraðum perluleyki og sås | av soønum Dessertir: | 1. Pera Belle Helena | 2. Appelsin fromasja 3. Try sløg av ísi vid fruktsós ókeypis matkoyring i byin