leygardagur 5. februar 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 25 —5. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið { sostalurin }
Eftir at hava virkað í nakrar
fáar mánaðar í farna ári,
liggur nú 1994 fyri framm-
an — fyrsta heila arbeiðsár
hjá Føroya Fiskavirking,
sum vit síggja fram til við
spenningi. Í hesum sam-
bandi vilja vit greiða eitt
sindur frá um gongdina
higartil og um tey mál, ið vit
arbeiða við.
Sum kunnugt varð Før-
oya Fiskavirking stovnað
sum eitt úrslit av einari av-
talu í juli millum teir stóru
kreditorarnar í teimum før-
oysku flakavirkjunum.
Samstundis varð gjørd ein
munandi sanering — stórt
sæð ein hálvering — av
skuldini hjá flakavirkjun-
um. Útvegað vórðu 50 mió.
kr. í parta- og ábyrgarpen-
ingi, og hevur felagið har-
afturat 75 mið. kr. í kassa-
kreditti.
Sum ein liður í tí búskap-
arligu = avtaluni millum
landsstýrið og donsku
stjórnina var endamálið við
at stovna Føroya Fiska-
virking at gjøgnumføraeina
neyðuga tillaging av ti før-
oysku fiskivinnuni. Afturat
hesum var eitt ynski um at
fremja »eina tiltrongda
spesialisering og effektivi-
sering, ið, saman við betri
planlegging av framleiðslu,
sélu og gjaldføri, vildi
skapa grundarlag fyri eini
munandi styrkjan av okkara
kappingarføri«. Um einki
var gjørt, var sannlíkt, at
meira enn helvtin av virkj-
unum fóru at lata aftur
vegna tann stóra yvir-
varð roknað við, at tey virk-
ini, sum komu at taka ímóti
fiski, kundu svara skuldina
hjá gllum virkjunum, sum
komu at vera við í Fiska-
virking, aftan á at skuldin í
hvørjum einstøkum virki
var skrivað niður. Sostatt
var frá byrjanini lagt upp til
umfatandi bygnaðarbroyt-
ingar, og krgvini til tann bú-
Fiskavirking:
"Tað velst um rá-
veran fer at minka
uppaftur meira,
hvussu árið fer at
roynast okkum"
Seinasta månadag heuði nevndin i Fiskavirk-
ing fund og aftaná sendu teir hetta tíðinda-
skriv til fjølmidlarnar:
skaparliga raksturin hjå fe-
lagnum vóru stór.
Í juli og august og tað, ið
eftir var av árinum, fóru
fram tær neyðugu samráð-
ingamar millum virkini og
kreditorarnar — fyrst og
fremst Sjóvinnubankan og
Føroya Banka — og 7. sep-
tember vórðu 19 virkir latin
Føroya Fiskavirking. Av
hesum vóru tey flestu antin
farin á húsagang ella í
gjaldssteðg, og arbeiddu
antin niðursetta tíð ella als
Við 1993 tølunum í huga
kundi væntast, at uml.
65.000 tons av fiski komu
upp á land i Føroyum í
1994. Hetta var ikki stórt
meira, enn tann nøgdin,
sum 4-5 av teimum størstu
virkjunum hjá Føroya
Fiskavirking megnaðu at
arbeiða einsamøll. Ein tílík
loysn hevði sjálvandi helst
bøtt um. búskapin hjá fiski-
idnadinum, men tad hevdi
samstundis ført við sær eitt
skeivt býti av arbeiði og ar-
beiðsloysi, sum ikki hevði
borið til at góðtikið. Sostatt
var neyðugt at koma til eina
semju, har landingarnar
vóru býttar út á eitt stórri tal
av virkjum, enn gjørt hevði
verið, um bert búskapurin
varð havdur í huga, men tó
innan ráðligar karmar.
Viðtikið var fyri fyrst at
býta fiskin út á 8 av teimum
19 virkjum. Samstundis
varð greitt, at tað var neyð-
ugt at fara frá tí skipanini,
har øll lastin hjá einum
fiskiskipi varð arbeidd á tí
virkinum, sum hevði tikið
ímóti skipinum. Tað var
neyðugt at býta vørurnar
upp i bólkar og greina vør-
urnar sundur fyri at kunna
góðska fiskin meira og har-
við økja um útflutnings-
virðið, og tiskil var gjørt av
at miðsavna framleiðsluna
hjá Føroya Fiskavirking í
fýra vørub6lkar:
Lidugtvørur framleiddar í
Tórshavn, Vestmanna og
Eiði
Feskur fiskur framleiddur á
Tveroyri og Vági
Idnadarvørur framleiddar í
Runavík, Miðvági og
Fuglafirði
Saltfiskur framleiddur á
Toftum.
Hetta valið er sera væl
umhugsað havandi í huga
tær atfinningar, sum kunnu
væntast í sambandi við eitt-
hvert val, sum vikir frá for-
tíðini. Neyðugt er at hugsa
um íbúgvaratalið í mun til
virkini, og eisini má havast í
huga eina rúgvu av viður-
skiftum, sum hava týdning
fyri tann dagliga raksturin,
t.d. havnavidurskifti, hvørj-
um standi bygningarnir eru
í, hvussu frystirúmini er
háttað, møgulig ísvirkir,
fråstøda í mun til virkir, sum
samstarvast skal við, osfr.
Møguliga fer tíðin at broyta
hesa mynd, men tað var
neyðugt at taka eina stóðu
fyri fyrst.
Samstundis er fyribils ein
avtala gjørd um at leiga út
eitt av teimum virkjunum,
sum Fiskavirking ikki brúk-
ar. Vónandi koma fleiri við
uppskotum um at taka upp
alternativa framleiðslu á
teimum virkjum, sum í løt-
uni ikki eru í nýtslu.
Sum sagt hevur Fiska-
virking bert havt stutta tíð til
at royna at loysa trupul-
leikarnar, og í hesum tíðar-
skeiði hevur fyrst og fremst
fiskiskapurin verið eitt vón-
brot. Veiðunggdin hevur
verið munandi lægri í 1993
enn í 1992. Veiðan er mink-
að við uml. 1.000 tons pr.
mánað, íalt 11.000 tons í
1993. Ein onnur orsøk er
helst, at fleiri føroyskir bát-
ar avreiða til útlendskar
uppbodssølur. Framtíðin vil
vísa, hvussu tann nýggja
skipanin viðvíkjandi kvota-
býti kemur at ávirka um-
stødurnar hjá fiskimonnun-
um. Harafturat mugu lív-
frødilig vidurskifti sjålv-
sagt havast í huga. Men
samanumtikið hava vit í 4.
ársfj. 1993 fingið minni
nøgd av fiski til virkingar
enn somu tíð í 1992. Tó
hava vit í januar 1994 fingið
stórri nøgd av fiski enn í
januar 1993.
Føroya Fiskavirking er í
løtuni í samráðingum við
fleiri leverandørar um keyp
av útlendskum fiski til før-
oysk virkir, serliga til virkið
heima á Sandi.
Higartil er sølan hjá
Fiskavirking gil farin
gjøgnum Faroe Seafood,
sum við ársskiftið broytti
bygnað og er vorðið eitt
partafelag, ein avgerð, sum
Fiskavirking metir at vera
gagnlig. Fiskavirking ynsk-
ir framvegis í so stóran mun
sum gjørligt at nýta tænast-
una hjá Føroya Fiskasølu,
men tó soleiðis, at onnur
sølufeløg kunnu nýtast, um
eitt tílíkt samstarv skuldi
víst seg at vera meira løn-
andi. I løtuni fara fram sam-
ráðingar millum felggini
um stevnumið fyri sam-
starvid í framtíðini.
Tað er ilt at spáa um,
hvussu nógv arbeiði kann
væntast á virkjunum, men
um vit koma fgjøgnum árið,
uttan at veiðunggdirnar
minka uppaftur meira,
vænta vit, at arbeiði verður
til uml. 700 fólk á teimum
omanfyri nevndu virkjun-
um.
Vit fara við góðum treysti
inn í nýggja árið og vóna at
fáa betri umstødur — bæði
tær náttúruskaptu og tær
mannskaptu — og at tær um-
stødur, sum nú einaferð
verða tillutaðar okkum,
verða útnyttaðar best møgu-
ligt gjøgnum trúfast sam-
starv millum leiðslu og
starvsfólk, hóast tey broyttu
viðurskiftini, sum kreppan
hevur lagt á okkum.
Við vón um at:1994 verð-
ur eitt gott ár fyri øll.
Nevndarinnar vegna
Ove Munch
Nevndarformaður