leygardagur 5. februar 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 25 — 5. FEBRUAR 1994 Sida 11
Tab var her, í grillbarrini City í Tørsgøtu í Havn, at tey try fólkini keyptu grillmatin, tey løgdust sjúk av
.
(Savnsmynd)
Try fólk, sum friggjakvøldid í farnu viku keyptu sær høsn-
arunga við chips í City i Havn, løgdust sjúk aftaná at hava
etið. Eisini hundurin í húsinum, ið át burturav, legði sjúk-
ur av matinum, ið vísti seg at vera fullur av skaðiligum
bakterium. Fólkini og hundurin noyðst at taka heilivág
Eina seina kvøldarløtu kann
vera gott at fáa ein heitan
ein slíkur fingin til vega frá
eini grillbarr, tí tá fært tú
matin skjótt, og samstundis
sleppur tú undan at gera
hann til sjálvur.
Men ikki er kortini altíð,
atein góður grillbiti gagnast
so væl, sum ætlanin er.
Fríggjakveldið í farnu
viku ringdu trý fólk til City í
Térsgøtu í Havn fyri at
biðja um tríggjar hålvar
høsnarungar við chips og
tveir hotdogs. Ein hyru-
vognur varð sendur eftir
matinum.
Spýðu og høvdu
krampa í búkinum
— Maturin gagnaðist ikki
serliga væl frá byrjan av,
men tað hugsaðu vit ikki
nærri um, men ótu okkum
mett, sigur ein 45 ára gomul
kona, ið saman við 80 ára
gomlu mammu síni, 18 ára
gamla soninum og eisini
hundinum í húsinum ætlaði
at njóta gott av hesum grill-
matinum.
— Millum ein og hålvan-
annan tíma aftaná, at vit
høvdu etið, byrjaðu vit at
kenna okkum illa til passar.
Spýðu, fingu krampa í búk-
in og høvdu leyst lív, so tað
nærmast gekk av báðum
endum.
Konan sigur, at hóast tey
ringdu til City og eigaran av
grillbarrini, so fingu tey
onga umbering hagani av
nøkrum sum helst slagi.
— Tverturímóti fekk eg av
at vita, og eisini varð sagt
við meg, at um eg gjørdi
nakað meira við hetta, so
skuldi tað koma aftur um
brekkur, sigur 45 ára gamla
konan, ið segði seg fram-
vegis vera sjúka, tá Tíð-
indablaðið Sosialurin tos-
aði við hana í gjár.
— Men vit vendu okkum
síðani til Heilsufrødiligu
Starvsstovuna, ið hevur
kannað matleivdirnar.
Sambært hesum kanning-
unum, er eingin ivi um, at
tað er av matinum, at vit
gjørdust sjúk.
Máttu fáa heilivág
Tey wy fólkini fingu
heilivág frá lækna sínum so
tey kundu fáa tað betri, og
síðani tey løgdust sjúk
friggjakvøldid í farnu viku,
hava tey fleiri verður verið
noydd at senda boð eftir
heilivági, ið tey hava fingið
til dyrnar við hýruvogni.
— Hasir tríggir høsnarung-
amir hava kostað okkum
ikki so lítið. Fyrst keyptu vit
fyri 200 krónur frá City og
rindaðu aðrar 50 krónur fyri
hýruvognin, ið kom við
matinum, sigur tann 45 ára
gamla konan.
— Síðani hava vit fingið
heilvág fleiri ferðir, og um-
framt at gjalda fyri hann,
hava vit eisini verið noydd
at fingið hýruvogn eftir
heiliváginum, so vit hava nú
brúkt nógvar hundrað
krónur upp á hetta.
Hon sigur eisini, at hon
ber bangheit fyri, um 80 ára
gamla mamma hennara fer
at orka at vera so sjúk av
grillmatinum, ið als ikki
gagnaðist, sum ætlanin var
við honum.
hj.
Matleivdirnar hjá teim-
um trimum fólkunum, ið
gjørdust sjúk, eftir at tey
høvdu etið høsnarungar
vid chips frå grillbarrini
City, vórðu leygardagin
kannaðar á Heilsufrødi-
ligu Starvsstovuni.
— Vit vórðu uppringd
friggjakvøldid av kon-
uni, ið saman við hinum
báðum fólkunum og
hundinum, varð vorðin
sjúk, sigur Marjun Han-
usarðóttir, leiðari á
Heilsufrødiligu Starvs-
stovuni.
— Tá bóðu vit fólkini
goyma matin í køliskåpi,
og leygarmorgunin av-
heintaðu vit matin og
kannaðu hann. Mána-
morgunin høvdu vit
kanningarúrslitini, og
tey visa, at orsøk er til at
halda, at tað er av hesum
matinum, at tey trý fólk-
ini og hundurin eru
vorðin sjúk.
Men hinvegin, so var
Heilsufrødiliga Starvs-
stovan eisini og kannaði
City mánadagin, og har
var einki at finna, ið ein
fingur kundi setast á.
REINT OG
NOSSLIGT
Tá matleivdirnar vórðu kann-
aðar, vísti tað seg, at nógvar
bakteriur vóru í teimum. Men
tá Heilsufrødiliga Starvsstov-
an troppaði upp í City, var alt
so reint og nossligt, sum tað
skal eigur eftir forskriftunum
— Alt var reint og noss-
ligt. Har var øgiliga reint
og ruddiligt, og tær
royndir vit har tóku av
eitt nú høsnarungum,
vístu heldur ikki, at nak-
að ikki var, sum tað
skuldi, sigur Marjun
Hanusardóttir.
— At bakteriur eru í
mati av hesum slagnum,
kann eisini vera eitt
hendiligt óhapp, ið eitt
nú kann stava frá onkr-
um heilt gðrum, eitt nú
at høsnarungarnir hava
verið køldir í ov langa
tíð ella at teir hava staðið
ov heitt.
Kanningarnar av mat-
leivdunum hava eisini
víst, at talan ikki hevur
verið um salmonella-
bakteriu, men aðrar bak-
teriur, ið kunnu elva til
sjúku, men ikki varandi
sjúku.
Marjun Hanusardóttir
sigur, at kanningarnar
ikki á nakran hátt vístu,
at nøkur sum helst grund
var til at steingja City
ella taka onnur stig.
hj.
Eigarin av City:
Eingin
klagað
Eigarin av grillbarrini City,
Rigmor Andreasen, setur
spurnartekin við framferð-
arháttin hjá Heilsufrødiligu
Starvsstovuni í málinum
um høsnarungarnar, tey trý
fólkini og hundurin gjørd-
ust sjúk av friggjakvøldid:
— Fyri tað fyrsta, so kann
Heilsufrødiliga Starvsstov-
an als ikki taka matleivdir
uttanifrå og brúka tær til
slikar kanningar, sigur hon.
— Konan, ið hevur boðað
Framhald á næstu síðu