Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 27 — 9. FEBRUAR 1994 Hósvíkingar á Klinkuni: Reinsa igulker og livga um japanska gessin — Tad gongur skjótari hjá okkum nú at reinsa igulkerini og Shima dugir væl at leggja okkum lag á, sigur Magnus Skýlindal, sum stendur fyri igulkerjaframleiðsluni á Klinkuni Seinastu tíðina hevur verið arbeitt á Klinkuni í Hósvík við igulkerum. 10 fólk hava verið í arbeiði og tey hava opað igulker, tíkið rognini úr og annars reinsað rognini og fingið tey til høldar. — Vit eru spakuliga við at koma á lagið. Tað gekk eitt sindur seint fyrstu tíðina, men nú er ferð komin á. Ein maður úr Japan, 25 ára gamli Shima leggur okkum lag á og hetta dugir hann væl. Hann er sera kvikhent- ur, sigur Magnus Skylindal, sum stendur fyri framleið- sluni av igulkerjarognum á Klinkuni. — Hetta er ikki tungt ar- beiði, men taðer sera putlut, nógv arbeiði er av at fáa rognini til høldar, sigur hann. — Góðskan er eitt sindur misjøvn. Vit nýta bert rogn- ini og serliga tey gulu hava góðan pris. Eisini tey appel- singulu, tey fáa vit eitt sind- ur minni fyri. Tey reyðu kunnu vit eisini selja, men tey geva ikki góðan prís. Tey brúnu rognini kunnu ikki seljast, sigur Magnus Skýlindal. Klára at eta Rognini verða pakkað á Klinkuni og tey eru klár at seta á borðið, tá tey fara til Japan. — Eg veit ikki hvussu japanesarar gera rognini til, men teir nýta tey sum forrætt og so trúgva teir, at rognini bøta um gessin. Liturin hevur nógv at siga. Eg haldi íkki at nakar munur er á smakkinum á gulum, appelsingulum ella reyðum rognum. Men tað er liturin, sum loypir brell á japanesarar. Hetta er tað sama sum við rækjum. Reyðari rækjur eru, betri prísur fæst fyri tær, sigur Magnus Skýlindal. Nýggj vinna á sjónum Fleiri bátar royna longu eftir igulkerum. Teir royna kring alt landið. — Góðskan er misjøvn, men summar dagar fáa vit igulker, sum eru so góð, at Shima, japanarin, hevur ikki sæð slíkt áður. Bátarnir dreggja eftir igulkerunum og í fyrstuni gongst eitt sindur striltið. Teir vita jú ikki hvar tær bestu leiðir finnast.Her er neyðugt við stórri roynd, sigur Magnus Skýlindal. — Vit kenna sum sagt onki til igulkerjavinnu og veiðu, og tí vita vit heldur íkki hvussu leingi verktíðin fer at vara. Í Íslandi er verktíðin til einaferð út í apríl. Men sjógvurin í Føroyum er eitt sindur flógvari og vit vita ikki um hetta ávirkar. Vit nýta jú bert rognini og tað førir aftur við sær, at ein bert kann royna eftir igul- kerum í gýtingartíðini, sig- ur Magnus Skýlindal. Teir báðir Kristvar og Jónleif royna igulkerjarogn. Teir eru í starvsvenjing á Sosialinum. Mynd: Kalmar Tíðindablaðið CSU 74 Kalmar — Vit hava sent igulker á japanska marknaðin. Pris- urin hevur verið góður uppí 400 krónur fyri kiloið. Í dag senda vit 70 kilo avstað í seinastu viku sendu vit 200 kilo. Vit selja sjálvir, sigur Magnus Skýlindal . Tær reinsa rogn. Mynd: Kalmar 25 ára gamli Shima úr Japan leggur lag á. Mynd: Var ikki ætlanin, at tit skuldu selja saman við íslendingum? — Nei, íslendara hava hjálpt okkum at byrja og nú klára vit okkum sjálvir. Tað var uppá tal at vit skuldu útflyta rognini saman við teimum fyri at spara pening til frakt, men hetta gjørdist og trupult, sigur Magnus Skýlindal. jústinus