Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

T Í Formaðúrin t Fiskivinnunevndini: Semja um eitt slag av handils- — | kvotum Trolarar og línubátar býta teirra kvotu uppá hvørt skipið, meðan útróðrarflotin og snellu- skipini fiska av eini felagskvotu, sigur Heini O. Heinesen, form í fiskivinnuneundini Ein nevnd innan samgong- una hevur seinastu dagarnar sitid og tingast um eitt til- mæli um býtið av stovn- inum millum skipini í Før- oyum í framtíðini. Vit hittu Heina O. Hein- esen út tjóðveldisflokkin- um og formann í fiskivinnu- nevndini hjá løgtinginum. Hann segði á middegi í gjár: — Vit nærkast eini semju, eg eri ikki enn greiður yvir nær vit kunnu koma við einum tilmæli. Men nú er ikki nógv sum skilir partar- nar, segði Heini O. Heine- sen. — Partarnir eru samdir um, at trolararnir og linubåtarnir fåa tilluta eina kvotu uppå hvert skipið. Hendan kvot- an skal ikki byggja á søgu- lig tøl, sigur Heini O. Heinesen. — Flotin frå 20 tonsum og upp til hundrað tons, tað er u útróðrarátarnir og snellu- skipini fáa tilluta eina felagskvotu, sum byggir á TAC "ið, tað vil siga heild- arveiðuna. Teirra kvota verður ikki lutað sundur uppá hvønn båtin, men tann sum er raskastur at fiska, fær størsta partin av kvot- uni. Kvotan hjá hesum parti av flotanum verður ikki umsetilig. Tað er framvegis galdandi, at trolarar ikki kunnu keypa kvotu frá hesum parti av flotanum. — Eisini er ætlanin at býta kvotaárið sundur í triggjar partar. Árið byrjar í sep- tember og tá verða øll fiski- loyvir skrivað av nýggjum. Árið verður býtt sundur í trý sioleipis, at ein partur av kvotuni kann fiskast frá september og árið út, ein annar partur frá nýggj- árinum og út í mei og tridi parturin um summarið og fram til 1. september. Tað verður ásett á hvgrjum ári hvussu stórur partur kann fiskast hvørja árstíð, sigur Heini O. Heinesen. -Upsin kemur neyvan undir kvotabýtið, tí TAC "ið fyri upsa er so høgt, at bátarnir klára neyvan at fiska so mikið., sigur hann. --Talan verður um eitt slag av umsetiligum kvot- um fryi tolarar og linu- båtar. teir kunnu skifta um kvotur og um peningur er í millum, so leggja myndug- leikarnir seg ikki útí hetta, sigur Heine O. Heinesen. — Eg metið, at vil útróð- rarflotin nú heldur býta kvotuna millum bátarnar, heldur enn eina felags- kvotu, so býta teir høvdid av sær sjálvum. Eg gangi ikki við til, at kvotan hjá útróð- rarbátunum og snelluskip- unum verður býtt millum bátarnar, sigur Heine O. Heinesen. Ein stríðsspurningur í Nr. 27 — 9. FEBRUAR 1994 På Sida 9 | Frá fundi í samgongunevndini. Heini O. Heinesen, Karl heri Joensen og Vilhelm Johannesen. Mynd: Kalmar samgongunevndini er, at summir vilja hava, at kvotan fylgir við skipinum, um tað verður selt. Hesum eru aðrir hart ímóti. Heini roknar við, at til- mæli frå nevndini verdur klárt í dag ella í morgin. jústinus á Havnini Kom við salti úr Ibiza Mánadagin fór eitt held- ur sjaldsamt skip av Havnini. Skipið minti um ein grótbát, ein av teimum, sum vóru van- ligir at síggja í Føroyum í gullåttatiårunum. Men ein slíkan bát var ikki talan um. Skal tú hava nakað at vita um skip, so fæst frægast at vita frá havnarskrivstovuni á Eystaru Bryggju. Vakthavandi sigur, at talan var eum ein lektara av týskum uppruna sum er skrásettur í vestind- isku oyggjunum. Manningin, seks manns er øll russisk og menninir eru ættaðir ú Skt. Petursborg. — Hetta slagið av lektarum verður nóógv nýtt. Teir eru góðkendir at sigla á øllum heims- høvum og teir kunnu ei- síni sigla niðan gjøgnum áir. Tann sum var í Før- oyum hevur milkum annað siglt til París. Eyðkenda brúgvin er soleiðis innrættað, at hon kann lyftast upp og niður. Hetta er hent, tá farast skal undir brúgv- ar. Brúgvin kann lækk- ast javnt við lasta- låkurnar, um tað skal vera. Báturin tekur 2600 tons. jústinus Mánadagin sást ein av teimum stóru russísku trólarunum í Nólsoyar- firði. Hetta var Karpogory í Arkangelsk. Hann steð- gaði á eina løt og helt síðan leiðina inná Skála- fjørðin. --Karpogory fór fyrst á Skála við eykalutum til Bubnov, sum stendur í dokkini. Tað er skipið sum fór á land í Hetlandi, sigur Ami Dam av Skip- felagnum, sum er um- boðsmaður fyri russisku skipini og tann føroy- ingur, sum kennir best til russiskar manningar. — 120 tons verda løgd upp hjá Fiskavirking í Havn. Hetta er góður toskur. Teir tingast næú um at keypa góð 500 tons Fiskavirking kap Góður toskur um- borð á Karpogory past við bretar um 516 tons av toski, sum eisini er um- borð. Teir kappast við eitt felag í Hull, sígur Árni Dam. Vít vístu ikki áðrenn blaðið fór til prentingar um fiskurin endaði í Før- oyum. jústinus