Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 27 —9. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið { sostalurin | Blindur klaver- stemmari John Haraldsen í Vest- manna fer til várs kring landið at stemma og um- væla klaver Herfyri varð ein lýsing í blødunum, har Stummann og Haraldsen bodadu frå, at teir átaka sær at stemma og umvæla klaver. Teir fáast eisini við keyp og sølu. Martin Stummann er dani, hin er John Haraldsen i Vestmanna. John Harald- sen er blindur, hin sær illa. John Haraldsen fór eftir at hava tikið 10. floks prógv niður til Danmarkar á há- skúla, og síðan á blinda- skúla at læra at stemma kla- ver. Aftaná høvdu hann og Summann ein verkstað og ein klaverhandil í Keyp- mannahavn, men í 1988 avgjørdi John Haraldsen at fara heimaftur til Føroya. Sidan hevur hann stemm- ad og umvælt klaver i Før- oyum. John Haraldsen sigur, at torført er at liva av at stemma klaver í Føroyum, * . Bú John Haraldsen lærdi niðri at stemma klaver tí hereru so fáklaver, og tí at fleiri av hesum klaverunum halda so væl tónanum, at óneyðugt er at stemma tey oftari enn eina ferð um árið. - Tað er ilt at siga, um klaverini fella í órgkt í ring- um tíðum, sigur John Har- aldsen. Lærari hansara plagdi at siga, at besta tíðin hjá klaverstemmarum í Danmark var undir krígn- um, og tá stóð jú ikki so væl til. John Haraldsen og Martin Stummann ætla at byrja rundferðina í Føroyum fyri at umvæla klaver í apríl- mai, og teir heita á fólk um skjótast gjørligt at boða frå á tlf. 19747, um tey vilja hava klaver sítt umvælt ella stemmað. Jónleif og Kristvar Ikki fleiri høsnarungar Heilsølurnar og teir stóru matvøruhandlarnir hava stedg- að øllum innflutningi av høsnarungum, nú Heilsufrødi- liga Starvsstovan hevur heimild til at afturhalda høsnar- ungum, um salmonella-bakterian verður funnin i teimum Ein tann bíligasti dógurða- maturin, sum fingist hevur til keyps, er høsnarungi. Høsnarungier drúgvur mat- ur og góður matur, tí kjøtið er so soltið. Men nú ber ikki til longur at keypa hsønarunga - í hvussu er í eina tíð. Hálvan januar fór Heilsu- frødiliga Starvsstovan und- ir nýggjan tått í verkætlan síni, sum hevur til endamáls at kanna, um salmonella- bakterian er í innfluttum matvørum. Svinakjøt og neytakjót er áður kannað, og har varðeingin av hesum bakteriuunum at finna. Starvsstovan gjørdi í fjør stakroyndir av flogfenaði og kom tá eftir, at óvanliga nógvir av kannaðu høsnar- ungunum høvdu hesa bak- teriu. Hetta gjørdi, at Heilsu- frødiliga Starvsstovan mælti til, at hon í tveir mån- aðir skuldi kanna høsnar- ungar og samstundis fekk heimild til at afturhalda høsnarungum við salmo- nellu-bakterium í. Lands- stýrið tók undir við hesum tilmæli, og Heilsufrødiliga Starvsstovan fekk pengar játtaðar til kanningina. Í tveir mánaðir Tað arbeiðið byrjaði hálvan januar, og ætlanin var at halda fram í tveir mánaðir, men nú er ivasamt, um kanningin verður so drúgv, tí høsnarungarnir eru allir útseldir. Orsøkin er, at heilsølur- nar og teir stóru matvøru- handlarnir havasteðgað øll- um innflutningi av høsnar- ungum. Og tad er ikki uttan orsøk. Hevdi tað hent, at Heilsufrødliga Starvsstov- an fann salmonellu í einum høsnarunga, noyddist inn- flytarin at senda alla send- ingina av høsnarungum aft- ur til Danmarkar fyri egna rokning. Tað vilja innflyt- aramir ikki våga, ti møgu- leikin er stórur fyri at finna salmonellu í onkrum hgsn- arunga. Nú eru allir høsnarungar- nir útseldir. Jørgen Jørgensen, slakt- ari i Miklagardi, sigur, at telefonin ringir allan dagin, ti fylgja spyrja eftir høsnar- ungum. Dýrari Tað ber til at fáa keypa høsnarungar til Føroya við váttan um, at teir eru sal- monellu-fríir. Sambært Dimmalætting høvdu slíkir høsnarungar kostað 70-100 krónur, tá teir komu í hand- ilin í Føroyum. Marjun Hanusard6ttir, leiðari á Heilsufrødiligu Starvsstovuni, heldur før- oysku innflytararnar gera ov nógv av. Tað koma bara nakrar fáar krónur uppá kostaðin fyri høsnarungan, sum hevur slíka váttan, sigur hon. Innflytararnir eru argir inn á > Heilsufrødiligu Starvsstovuna, sum er farin í herferð móti høsnarungum við salmonellu. Salmo- nellu-bakteriurnar eru ofta í fenaði, og tær eru ikki vandamiklar, um kjgtið bara verður stokt ella kókað nóg leingi. Marjun Hanusardóttir sær málið álvasligari enn so. Hon hevur fingið upp- lýst, at seks føroyingar í fjør vóru eitraðir av salmonellu- bakteriu, ið ikki hevur verið vanlig í Føroyum. Hon heldur, tað kann gerast ein ólukka, um smittan breiðir seg, tí tað er skjótt at bakt- erian fer víðari m.a. í drekkivatnið. Ókeynis fyri innflytaran Marjun Hanusardóttir held- ur ikki, at innflytararnir kunnu vera misnøgdir, ti aðrastaðni skulu innflytar- arnir sjálvir gjalda fyri slík- ar kanningar, men her sleppa teir heilt undan. Innflytararnir halda tað vera órímiligt, at ein heil sending av høsnarungum skal sendast aftur til Dan- markar, um bakteria verdur funnin í einum høsnarunga, ti eingin fording er fyri, at hesir somu høsnarungarnir so í staðin verða latnir onkrum handli í Danmark at selja. Tað heldur Marjun Han- usardóttir ikki vera so legið, tí í Danmark er salmonella- bakterian í nógvum mat- vørum. Ein politisk avgerð Marjun Hanusardóttir dugir Matstovurnar og pylsuvognarnir hava enn høsnarungar (Mynd: Kalmar ikki at síggja, at tað at høsnarungin er biligur mat- ur skal vera nóg góð orsøk til at slaka í heilsuspurn- inginum. - Tað var landsstýrið, sum tók avgerðina, at vit skuldu gera hesa kanninga -við heimild til at leggja hald á Amnesty International Skrivstovan í Vágsbotni er opin mánadag, týs- dag og friggjadag kl. 10-16. Tlf. 15816. bakteriu-eitraðar høsnar- ungar. Tad er ti ein politisk- ur spurningur, um vit skulu fyrbyrgja at fåasalmonellu- bakteriuna, ella fólkið held- ur skal hava biligari mat, sigur Marjun Hanusardótt- ir. randi