mikudagur 9. februar 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 27 — 9. FEBRUAR 1994 Síða 11
Tíðindablaðið ED
Fagrir fuglar
og Karsten Vogel
flúgva aftur
Kendi danski saxofonleikarin
vitjar í Fóroyum komandi
vikuskifti
Danski saxofonleikarin
Karsten Vogel verður nú
aftur at hoyra í oyggjunum.
Jazzfelagið skipar kom-
andi vikuskifti fyri tveim-
um konsertum, har Karsten
Vogel fer at spæla saman
við bólkinum Fagrir Fuglar.
Onnur verður í Bládýpinum
í Havn, og hin umborð á
sluppini Høganesi, sum
liggur f Runavik. Måna-
kveldið verður stór konsert
í Utvarpshøllini.
Karsten Vogel hevur í
mong ár verið ein aftur-
vendandi gestur á føroyska
tónleikapallinum. = Hann
hevur vitjað landið dúgliga
og gjørðist partur av jazz-
tónleikalívinum í Havn
miðskeiðis í sjeytiårnum.
Hesi árini hevur hann spælt
saman við fleiri av teimum
virknastu og dugnaligastu
tónleikarnum, vit eiga. Í
1981 myndaði hann saman
við fimm føroyskum tón-
leikarum bólkin Fagrir
Fuglar, sum spældu inn
plåtuna »Vedurløg«. Hetta
er ein sera vøkur og livandi
plåta, vid løgum, sum
Karsten Vogel hevur smíð-
að, iblåstur av Føroyum og
føroyska vedurlagnum.
Síðani plåtan kom, hava
tónleikararnir í bólkinum
virkað hver í sínum lagi.
Eru farnir í hvør sína ætt, at
kalla.
>Fagrir Fuglar<
saman aftur
Karsten Vogel hevur fleiri
ferðir síðani vitjað aftur í
Føroyum. Hann hevur m.a.
verið at hoyrt á tónleika-
caféunum, sum Jazzfelagið
hevur skipað fyri á sumri í
mong ár. Tá hevur hann
spælt saman við ymiskum
tónleikarum, og hetta hava
verið góðar og vælvitjaðar
konsertir. Men vitjanin nú
komandi vikuskifti er ser-
merkt á tann hátt, at bólkur-
in Fagrir Fuglar er saman
aftur. Tónleikararnir, sum
fara at spæla saman við
Myndin er tíkin í sambandi við konsertferð í Danmark og Føroyum, várið 1982. F.v. síggjast Olavur Øster, Ernst
Dalsgarð, Jónleif Jensen (var stand-in fyri Jan Jacobsen), Jóhannus á Rógvu Joensen, Kristian Blak og Karsten
Vogel
Karsten Vogel hesuferð,
eru allir teir somu sum á
plátuni »Vedurløg«.
Teir eru: Olavur Øster,
guitar, Jóhannus á Rógvu
Joensen, bass, Kristian
Blak, tangentar, Jan Jacob-
sen, trummur og slagverk.
Tann einasti. sum vantar í,
er Ernst Dalsgarð, sum leik-
aði floytu á plátuni.
Burnin' Red
Ivanhoe-løg
Á konsertunum fara teir at
spæla løg av plátuni og eis-
ini løg hjá bólkinum Burn-
in' Red Ivanhoe. Hetta er
rock-bólkur, sum Karsten
Vogel hevur stadid å odda
fyri. Burnin' Red Ivanhoe
var ein av fáu donsku bólk-
unum, sum gjørdust altjóða
kendir. Hetta var í byrjanini
av sjeytiårunum.
Harafturat fara Fuglarnir
at spæla ymisk heilt nyggj
løg, sum ikki áður hava
verid spæld i Føroyum.
Karsten Vogel og Fagrir
Fuglar verda at hoyra å Blå-
dýpi hóskveldið 10. febr.
kl. 21.00, leygarkvøldid 12.
febr. um borð á Høganesi í
Runavik kl. 21.00, og
mánakveldið 14. febr. i Út-
varpshøllini í Havn.
Figgjargrunnurin
leggur fram roknskap
Á fundi í Tórshavn 19. jan-
uar 1994 góðkendi neyndin
í Fíggingargrunninum frá
1992 roknskap og frágreið-
ing fyri skeiðið frá stovnan-
ini 2. november 1992 til
endan av 1993.
Roknskapur og frágreið-
ing eru síðani formliga
vorðin løgd fyri danska stat-
in, Føroya Landsstyri og Í-
leggingargrunnin fyri Før-
oyar, soleiðis sum viðtøkur
grunsins áseta. Nevndin
hevur gjørt av, at frágreið-
ing og roknskapur eisini
skulu almannakunngerast
samstundis.
Eftir eina stutta umrødu
av stovnan grunsins, enda-
máli og leiðslu verður í frá-
greiðingini litið aftur á bú-
skaparligu gongdina í Før-
oyum til tess at geva grund-
arlag fyri at greiða frá stød-
uni hjá bankunum og frá
teimum endurreisingum, ið
hava verið framdar. Trupul-
leikin í og kring bankarnar
er høvudsevnid í frágreið-
ingini. Tey brotini, sum
koma aftan á um fíggjarvið-
urskifti landskassan,
kommunuskuldina og set-
húsamarknaðin skulu
síggjast í hesum ljósi.
Kreppan í bankaskipan-
ini stendst fyrst og fremst av
tí ovurstóru niðurgongdini í
føroyska búskapinum. Tað
hevur eisini havt týdning, at
útlánspolitikkurin, = sum
bankarnir hava ført hevur
verið ov tilvildarligur. Í
1993 vórðu bankarnir meint
raktir av stóra virðisfallin-
um á nógvum realognum,
eitt nú á skipum, vinnu-
bygningum og sethúsum.
Trygdin fyri útlán bankanna
versnaði tiskil uppaftur
meira. Úrslitið varð, at
bankarnir á heysti 1993
máttu avseta serliga stórar
ul A
Tá ið Sjóvinnubankin
varð endurreistur á fyrsta
sinni í november 1992
gjørdist grunnur meiriluta-
eigari í bankunum. Eftir at
partabrævaumbytid millum
grunnin og Den Danske
Bank varð framt í mars
1993 fekk grunnurin sama
leiklut í Føroya Banka. Síð-
ani november 1993 hevur
grunnurin verið einsamall-
ur partæigari í báðum
bankum.
Partabrævaumbýtið mill-
um grunnin og Den Danske
bank varð framt við ú í
hyggju at samskipa tiltøkini
at betra føroyska vinnu-
bygnaðin. Sigast kann so-
statt at umbýtið varð polit-
iskt grundað. Umbýtið
elvdi til stórt alment kjak á
heysti 1993, tó at tað var út
frá ødrum fortreytum.
Kjakið hevði við sær, at
røddir stungu seg upp í løg-
tinginum um at kanna um-
býtið nærri. Grunnurin tók
fyri sin part ta stóðu, at hann
onki hevði ímóti slíkari
kanning, men samstundis
ivadist hann tó í um nøkur
nytta var í henni, tí umstød-
urnar kring partabrævaum-
býtið eru upplýstar til fuln-
ar.
Størri hall
Í røknskaparårinum 1993
må ein rokna vid, at bank-
amir bådir fåa størri hall
enn i 1992. Tap og avset-
ingar væntast at verda um
2,5 mia. kr., móti 1,5 mia.
kr. í 1992, Le. 4,0 mia. kr.
fyri bædi årini. Hetta kann
samanberast vid, at útlán og
ábyrgdir bankanna við árs-
enda 1991 vóru 8,6 mia. kr.
Tap og avsetingar svara so-
statt til nærum helvtina av
hesari upphædd.
Hallini hava havt við sær,
at upprunaligi parta- og til-
takspeningurin í bankunum
er mistur, eisini rakstrar-
vinningurin er farin til
hetta. Harumframt hevur
tað verið neyðugt at fingið
til vega nýggjan kapital
gjøgnum grunnin upp á til-
saman 2.685 mió. kr. Aftrat
hesum skal leggjast kapital-
tilflutningurin frá Den
Pr
Danske Bank til Føroya
Banka i desember 1992 upp
á 332 mió. kr.
Peningurin gjøgnum
grunnin er í høvudsheitum
fingin til vega av landsstýr-
inum við láni frá danska
statinum. Endurreisingar-
nar hava tískil verið sera
tyngjandi fyri landskassan.
Longu tá ið Sjóvinnubankin
varð endurreistur á fyrsta
sinni tóku landsstýrið og
danska stjórnin ta stóðu, at
skaðin fyri føroyska samfe-
lagið hevði verið stórur, um
annar av bankunum stongdi,
og henda kós hevur síðani
verið hildin.
Framhald á síðu 5