Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 29 — 11. FEBRUAR 1994 Ib Tardini, framleiðslustjóri og Nils Malmros, filmsleikstjóri saman við føroyska hjålparmanninum, Elis Poulsen Nils Malmros um Barbaru-umstødurnar: Sera trupult at - gera upptøkur i Føroyum til Barbaru-filmin Danski filmsleikstjórin Nils Malmros hevur hesa vikuna veérid í Føroyum og hugt at umstýðunum at gera upptøkur til filmin um »Barbaru« hjá Jørgen-Franz Jacobsen: — Umstødurnar eru nógu broyttar á fleiri stóðum, har hendingarnar í skaldsøguni fara fram, so eg eri bangin fyri, at tað verður sera trupult at taka filmin upp her, sigur hann. — Men eg havi sett mær fyri at gera filmin Vekjarin gjørdi vart við seg longu kl. 5.45 í gjáramorg- unin, og har var eingin bøn: Upp noyddist blaðmaðurin at fara, skuldi hann fáa orð- iðáNils Malmros, sum hesa vikuna saman við fram- leiðslustjóranum Ib Tardini og Elis Poulsen hevur ferd- ast runt oyggjarnar fyri at kanna umstóðurnar at gera filmin um Barbaru, so sum vit kenna hana frå skaldsøg- uni hjå Jørgen-Franz Jacob- sen. Nils Malmros er ein av teimum royndastu films- leikstjórunum í Danmark, og síðani hann gjørdi sín fyrsta film í 1965, »Mærke- lig kærlighed<, eru frá hond hansara komnir sjey filmir og ein stuttsøgatil sjónvarp Nýggjasti filmur hansara hevur heitið »Kærlighe- Gens smerte< og hevur fing- ið góð ummæli. Elis Poulsen hevur verið vertur á ferðini hjá teimum báðum dønunum, og hann hevur skipad so fyri, at teir eru komnir so vida, sum teir hava ynskt at komid. Undan ferdini hendanvegin hevur Nils Malmros vend i sam- bandi vid Ulla Boye Ras- mussen, ið eitt nú hevur gjørt Mykines-filmin. Hon vísti á Elis Poulsen sum góðan heimildarmann at hava í Føroyum í sambandi við tær sera krevjandi fyri- reikingarnar. Upprunaliga var ætlanin, at Nils Malmros og Ib Tar- dini skuldu koma hendan- vegin í farnu viku, men ti- betur varð tað útsett. Elis gjørdi teir varugar við, at veðrið ikki fór at verða til vildar, og so varð ferðin út sett til hesa vikuna. Tað eru Tíðindablaðið teir eisini sera fegnir um, tí veðrið hevur hesar dagarnar verið av tí allarbesta — líka síðani teir komu við flogfar- inum í Vágar seinnapartin mánadagin og allar dagarn- ar, teir hava ferðast og hugt at umstødunum at gera tær ymsu upptøkurnar til filmin í Føroyum. Mánadagin hugdu teir at ' ymsum bygdum í Vágum og Streymoynni, og týsdag- in varð hugt at, hvussu um- stødurnar sóu út í Tinga- nesi, Saksun, Tjørnuvik og Kirkjubø. Mikudagin varð farið í Sandoynna, har vitj- að varð í Húsavík, Dali og á Sandi, og samstundis varð eisini farið til Velbastaðar og Syðradals. Í gjár lá so leiðin í Eysturoynna og Norðcyggjar. Hitt sjónleikarar Mikukveldið høvdu teir ein fund við umleið 40 før- oyskar sjónleikarar í Sjón- leikarhúsinum í Havn, har greitt varð frá, hvat ætlanin er við filminum, og hvussu brúk møguliga verður gjørt av føroyskum sjónleikar- um. Men fyri at venda aftur til gjáramorgunin, so eydnað- ist blaðmanninum at fáa av- talu í lag, so hann kundi ferðast við teimum trimum frá morgunstundini av úr Havnini til Leirvíkar, hag- ani teir skuldu fara í Norð-- oyggjarnar. Í bilinum hjá Elis Poulsen hesa morgunløtuna, meðan svøvnurin enn nóg illa varð gníggjaður úr hálvvaknaðu eygunum, greiddi 49 ára gamli Nils Malmros frá sín- um ætlanum og hugsanum um hesa spennandi ætlan: — Burtursæd frå, at eg altíð havi verið hugtikin av søguni um Barbaru og bók- Jørgen-Franz Jacobsen, id skrivadi spennandi skald- ini hjå Jørgen-Franz Jacob- sen og tann vegin meira ella minni altíð havi hugsað mær at gjørt ein film um hana, so er hugskotið í tí líki, tað nú er komið fram, ikki so ggi- liga gamalt, greiðir Nils Malmros frá. — Tá eg gekk á gymnasi- um í síni tí, var tað nærmast eitt »must« at lesa bókina, og øll kendu hana tá eisini, men nú er hon kanska ikki so øgiliga frammarlaga. Tó trúgvi eg, at ein filmur um Barbaru eisini kann gera bókina kenda og lisna aftur. Nærlisið bókina Sjálvur hevur Nils Malm- ros lisið bókina óteljandi ferðir, og nú undan ferðini til Føroya, hevur hann verið tvær ferðir ígjógnum hana umframt at hann er farin í holt "15 at lesa hana triðju ferð eftir stuttari tíð í sam bandi við sjálvt arbeiðið at skriva leikritið til filmin. Eg havi frá Dansk Film- institut og Danmarks Radio í felag fingið 200.000 krón- ur í stuðuli til arbeiðið við leikritinum, og er ferðin til Føroya uppi í hesum, eins og hesin stuðul skal figgja tað arbeiði, eg havi eftir at gera, til leikritið er liðugt 1. maí í ár, sigur filmsleik- — Men at gera sjálvan filmin verður sera dýrt, og sjálvt eftir donskum máti- stokki slepst ikki undan, at hetta verður ein rættiliga dýrur filmur at gera. Tað er ikki óavmarkað, hvussu nógvan pening, vit fáa at arbeiða við, so hóast hetta er ein stór verkætlan, noyðast vit at venda hvørjum 25- oyra, sum arbeiðið gongur fram. Áðrenn nakað serligt kann gerast, umframt sjálvt leikritið, so mugu vit eisini søguna um Barbaru, ið nú skal gerast filmur, stendur tað til danska fimlsleikstjóran Nils Malmros