fríggjadagur 11. februar 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SHU Nr. 29 — 11. FEBRUAR 1994 Síða7
Eitt nå Tinganes er ikki longur tað sama, sum tað var øa døgum Barbaru. Hetta hevur
givið Nils Malmros stórar trupulleikar, og nógvar av upptøkunum mugu óivað gerast
á stóðum í Føroyum, ið einki hava við hendingarnar í bókini at gera
hava fingið alla fíggingina
upp á pláss.
Ætlanin er at fáa gjørt so
nógvar av uttanduraupp-
tøkunum í Føroyum, meðan
meginparturin av tí, ið fer
fram innandura, skal gerast
í studio í Danmark. Kortini
verða summar innandura-
upptøkur eisini avgreiddar í
Føroyum, eitt nú úr onkrari
kirkju.
— Tá vit komu higar við
flogfarinum mánadagin,
vóru vit ein túr í Vágunum,
og tað fyrsta eg sá, var
Leitisvatn og húsini rund-
anum, sum í bókini verða
nevnd »Genesaretvatnid og
Kapernaum«, sigur hann.
Truplar umstødur
— Eg må siga, at tað var ein
sera góð byrjan at fáa, tí har
sá alt akkurát út, sum tað er
lýst í bókini, bæði húsini og
umhvervið. Men síðani
hevur verið truplari at fing-
ið eyga á arbeiðsmeguleik-
arnar, tí so nógv uttandura
er órógvað og krevur stórar
broytingar, skal tað bera til
á ein trúverdugan hátt at
skrúva tíðina aftur í um-
hvørvinum.
Nils Malmros sigur, at ta&
verdur neydugt at gera fleiri
av upptøkunum å heilt ødr-
um stødum, enn har hend-
ingarnar í bókini eru farnar
fram, men at tað tó neyvan
fer at ávirka filmin, so hann
ikki kann ges ta réttu
myndina
— Sjálvandi kann onkur
føroyskur pedantur finna
bæði eitt og annað at finnast
at, tá hann sær filmin, men
hetta verður jú ikki ein film-
ur, ið verður gjørdur fyrst
og fremst fyri føroyingar,
men meira fyri danir, og tí
ávirkar hetta ikki so nógv,
sigur Nils Malmros.
— Tað verður kortini eitt
stórarbeiði, ið skal til, um
vit skulu fáa skapt filmin á
tann hátt, eg havi ímyndað
mær.
Ætlanin hjá Nils Malmros
er, at filmupptøkurnar, ið
skulu gerast í Føroyum,
verða gjørdar á sumri 1995,
men tá skal einki koma í
vegin og alt ganga sum fót-
ur í hosu.
Sjálvt í náttúruni eru jú
stórar broytingar, so sum
aliringar á firðunum, hegn-
pelar, broytingar í lendin-
um, har vegir eru gjørdir og
annað, ið kann ávirka tann
skeiv vegin. Umráðandi er
eisini at sleppa undan øllum
órógvandi ljóðum ella rætt-
ari óljóðum, ið als ikki
hoyra farnu tíðini til, og tí-
skil ikki á nakran hátt eiga
at koma fyri í filminum.
- Sum sagt, so eru nógvir
trupulleikar at síggja longu
nú við teimum ytru umstød-
unum, at nógv verður hjá
okkum at hugsa um, tá film-
urin skal fyrireikast heilt út í
smálutirnar, sigur hann.
- Men eg ætli mær at gera
filmin. og tí mugu vit royna
at finna so góðar loysnir
sum gjørligt upp teir trupul-
leikar, vit nú hava sæð. Tó
ætli eg mær sjálvandi ikki at
selja skinnið, áðrenn bjørn-
in er skotin.
Tað mesta snýr seg
um persónar
Tað, sum hinvegin kann
vera við til at lætta um fleiri
av teimum trupulleikum, ið
ytru karmarnir kunnu geva,
er at stórur partur av søguni
gongur fyri seg manna mill-
um. Tað vil siga, at í fleiri
fórum eru persónarnir tydn-
ingarmiklari enn uttaru um-
stóðumar, sjálvt um tær
skjálvandi eisini skulu vera
í lagi.
— Søgan snýr seg í stuttum
um Barbaru og tey viður-
skifti Hr. Povl, Gabriel og
sorinskrivarin hava til
hennara. Teir eru allir hug-
tiknir av henni, og teir eru
allir eisini meira ella minni
opinlýst fangaðir av henni,
so talan er um trý menn-
iskju, sum sprella í netinum,
sigur Nils Malmros.
— Teir triggir menninir
eru ikki harrar yvir sínum
egna lívi, men vera hver í
sínum lagi stýrdir av kær-
leikanum til Barbaru. Eg
trúgvi, at allir menn yvir-
hevur eisini eru hugtiknir
av Barbaru, eins og kvinn-
urnar eru tað. Nógvar av
teimum bæði hata og for-
dóma hana, men samstund-
is er stødan tann, at nógvar
teirra djúpast sæð elska
hana eisini, orsakað av
hennara frælsistrongd og tí
hon fer eftir tí fría kærleik-
anum.
Tað, sum kanska eisini
kann hjálpa Nils Malmros í
fyrireikingunum tl filmin
um Barbaru, er at hon í
karakteri minni ikki sørt um
kvinnuliga hgvuðspersónin
í nýggjasta filmi hansara,
>Kærlighedens smerte<, ið
eitur Kirsten.
Hetta er annars fyrstu
ferð, at Nils Malmros arb-
eiðir viðeinum filmi, ið ikki
er eftir hansara egnu søgu
og um hansara egnu royndir
og fortíð. Tað tekur hann
eisini sum eina sera stóra
avbjóðing.
Umframt tær føroysku
upptøkurnar, ætlanin er at
fáa gjørt, skulu eisini fleiri
føroyskir sjónleikarar vera
vid i filminum.
Barbara spæld
av feroyingi
— Barbara verður spæld
av einum føroyingi, men
enn havi eg ikki gjørt av,
hvor tað verður. Vit hava
hitt nógvar føroyskar sjón-
leikarar, men eisini eigur at
verða hugsað um onkran
føroyskan sjónleikara niðri.
Navn er tó ikki sett á nakran
av leiklutunum enn, sigur
hann.
— Umframt sjålvar leikar-
arnar skulu vit eisini brúka
eina rúgvu av statistum til
upptøkurnar, so samanlagt
verða nógvir føroyingar við
í filminum á onkran hátt.
Filmurin vendir sær fyrst
og fremst til danir, men tó
verður bæði føroysk tala og
fronsk tala á filminum, um-
framt høvudstaluna, ið fer
fram á donskum. Hetta er jú
eisini ein sega, ið mest
gongur fyri seg í donskum
embætismannaumhvørvi.
— Føroyskt verður brúkt í
øllum tí vanliga, tá fólk eru
virkin í gerandislívinum og
eitt nú arbeiða við okkurt,
eru umborð á bátum og so
framvegis. Eisini verður tal-
N an føroysk, tátaðer Gabriel,
id sigur ymist fyri Barbaru,
ið hann ikki ætlar, at Hr.
Povl skal skilja nakað av,
sigur Nils Malmros.
— Fronsk tala kemur inn f
myndina f teimum førum,
har fronsku skipini å Havn-
ini eru við í filminum, og har
skal eitt nú Barbara eisini
tosað franskt. Hvørki før-
oyska ella franska talan
verður við undirtekstum, so
áskoðararnir kunnu innliva
seg í, hvussu tað hevur kenst
at koma fremmandur til Før-
oya og ikki skilja føroyskt.
Helst millum
20 og 30 milliénir
Tá farið verður í gongd
við at gera sjálvan filmin, er
ikki óhugsandi, at eisini
onkrar av upptøkunum
verða gjørdar í Onglandi,
Millum tey stød, vitjað eru av donsku filmsmonnunum hesa vikuna, er eisini Bøur
har møguleikar fyri at gera
góðar upptøkur í kunstigum
sjógvi eru góðar. Har skulu
kanska tíggju mans royna at
halda skil á einum árabáti í
»Gdnarvedri« í einum veld-
ugum hyli, ið er bygður til
júst sovorðnar upptøkur.
Nils Malmros við ikki
sjálvur siga, hvussu nógv
filmurin um Barbaru kemur
at kosta, og tað er sjálvandi
heldur ikki endaliga greitt,
men eitt tal millum 20 og 30
milliónir krónur er neyvan
langt við síðuna av.
Fyribils kunnu vit her á
»heimligu klettunum hjá
Barbaru< bert gleða okkum
og síggja spent fram til, hvat
úrslitið verður av fyrireik-
ingunum. Atein góður film-
ur verður gjørdur um Føroy-
ar og føroysk viðurskifti —
eisini hóast talan er um
hendingar langt afturi í eini
tíð, ið ikki á minsta hátt
minnir um okkara — kann í
hvussu er bert bøta um um-
dømid úteftir...
hj.