týsdagur 15. februar 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 31 — 15. FEBRUAR 1994 Sida 3
FT
i
ÅR
f
Nýggja missiónshúsið á Toftum, ið varð vígt seinnapartin sunnudagin
HER STANDA YVIR
9.000 SJÁLVBODN-
IR ARBEIÐSTÍMAR
Mynd: Hilmar Jan
Tað er ein stórur sjålvbodin innsatsur, ið hevur ført til, at toftafólk
nú hava tikið eitt spildurnytt missiónshús í brúk. Jákup Kass, frá-
farin prestur á Nesi, vígdi húsið, ið fyrsta dagin var fullsett
Toftafólk munnu hava eini
heilt serlig evni at leggja
alla orku í arbeiði, tá mest er
brúk fyri tí.
Tað vakti miklan ans, tá
føroyskt landsstadion til
fótbólt og annan ítrótt varð
bygt á Svangaskarði, hóast
alt talaði ímóti, at tað kundi
lata seg gera at fáa so stórt
arbeiði frá hondini eftir so
stuttari tíð.
Men eitt er timiligur tørv-
ur — annað er andaligur. Á
hesum økinum sita toftafólk
heldur ikki hendur í favn, tá
brúk er fyri at taka eina
hond í fyri at skapa karmar.
Sunnudagin varð nýggja
missiónshúsið á Toftum —
tað eitur >Thabor< eins og
tað gamla — vígt av Jákupi
Kass, fráfarna prestinum á
Nesi. Hetta er eisini eitt arb-
eiði, toftafólk hava fingið
frå hondini eftir sera stuttari
tíð — uttan nakað hóvasták.
BYRJAÐI Í TÍ SMÁA
Fad var afturi í 1917, at
missiónin kom á Toftir,
og byrjað varð — eins og
aðrastaðni runt um
landið — í tí smáa.
Fyrstu møtini vórðu
hildin á Regni, men alla
tíðina legðist fólk aftrat,
og síðani varð eitt tíðar-
skeið farið í gamla skúl-
an á Toftum, áðrenn far-
ið varð í Brekkur at
hava moti. Síðani varð
aftur farið í skúlan.
Men sum tíðin gekk,
og tað gjørdist alt trong-
ligari at vera har, kom
tanki fram um at byggja
missiónshús.
Um tað sama mundið,
sum gamla missiónshús-
ið á Toftum varð bygt,
vórðu eisini bygd missi-
ónshús í grannabygdun-
um Rituvik, Søldarfirdi
og yviri å Strondum.
Bædi Ernst Hansen,
formadur fyri styrid fyri
missiónshúsið á Toftum
og Jákup Kass, prestur,
vístu á tað dirvið, ið
skuldi til, at fara undir
slíka bygging í 30-unum,
tá stór kreppa var.
— Stór orka varð løgd í
hesa bygging, tí tá vóru
umstødurnar ikki tær
somu sum i dag. Vega-
samband var at kalla
einki, og alt måtti berast
nidan ur fjøruni, segdi
Jákup Kass.
- Men kortini vildu
teir skapa karmar um
tað arbeiðið, ið fer fram í
hesum húsum, so sum
møtini, sunnudagsskúl-
an, sjómanskvinnuring-
arnar, ungdømsmøti,
barnaarbeiði og annað.
Ernst Hansen segði, at
fyri tey í stýrinum og tey
yvirhøvur, ið koma í og
brúka missiónshúsið,
var tað av stórum týdn-
ingi, at tað varð bygt á
sama stað.
- Hetta var staðurin,
har Guð hevdi opinber-
að dýrd sína, segði hann.
— Hetta nýggja húsið,
vit hava fingið her, skulu
vit nú brúka í Guðs ríkis
arbeiði — og ikki til nak-
að annað!
hj.
Og fyri at undirstrika, at
einki tykist toftafólki Gført,
kann hóskandi nevnast, at
samstundis stendur nýggja
kirkjan á Heygunum í gerð,
og hon skal takast í brúk í
heyst, um alt gongur eftir
ætlan hjá toftafólki.
Fullsett hús
Seinnapartin sunnudagin,
tá vígslan fór fram, var
nýggja húsið eisini fullsett,
og umframt nógv fólk úr
bygdini, vóru eisini margir
gestir og vitjaðu.
Húsið er 1.200 fermetrar
til støddar í hálvaritriðju
hædd, og umframt sjálvan
høvudssalin, ið tekur yvir
350 fólk, er stórur salur í
kjallaranum, har borðreið-
ast kann fyri 330 fólkum.
Umframt er húsið innrættað
við smærri rúmum, ið koma
væl vid ul tey tiltøk, ið ikki
júst fylla stórar salir
Tað er Tom Skaale, ið
hevur prosjekterað húsið og
staðið fyri ráðgevingini í
sambandi við arbeiðið
Ernst Hansen, formaður í
stýrinum fyri misstónsi
ð. greiddi frá bygging:
í ging
gekk rættiliga skjótt, tå Í
varð í gongd av álvara.
— Sidsta metið í tí gamla
missiónshúsinum var mið-
skeiðis í november 1991,
men tó gekk eitt sindur
striltið at taka húsið niður,
segði hann.
Sárt at taka
tað gamla niður
— Tad var kanska eitt sind-
ur sárt hjá mongum, at vit
skuldu siga gamla húsinum
farvæl, men okkurt mátti
gerast, tí tað var vorðið ov
lítið, umframt at tað var í
vánaligum standi. Men tað
hevði so tænt fyri seg, og
eftir at hava umhugsað at
byggja uppí ella byggja av
nýggjum, varð tann seinna
loysnin vald.
Ikki fyrrenn í juli 1992
varð húsið burtur, so klárt
var at fara undir nýbygg-
ingina. Í oktober varð fyrsti
formurin settur upp til
fundamentið, og síðst í
sama mánaði varð sáttmáli
gjørdur um at fáa betong-
elementini frá Betong- og
Elementvirkinum við
Gjógv.
MVG spældi inn
— Av ti at meirvirdisgjald-
ið var á veg og skuldi koma í
gildi 1. januar 1993, gjørdu
vit av at royna at fåa fatur å
so nógvum av tilfarinum
sum gjørligt, áðrenn hetta
gjaldið varð lagt oman á
kostnaðin, greiddi Ernst
Hansen frá undir vígsluni.
Fyrst í februar 1993 stóð
fundamentið klárt, og arb-
eiðið at seta elementini
byrjaði ein mánað seinni.
Tann parturin av arbeiðin-
um var liðugur fyrst í juní
mánaði, og nakað fyri ólav-
søku var tekjan komin á.
— Vit høvdu so eina lítla
samkomu 6. november, har
greitt varð frá arbeiðinum,
Ein lýsing stendur í dag í
blaðnum, har Føroya
Banki og Sjóvinnubank-
in bjóða til kapping um
at finna besta navnið til
nýggja samanlagda stór-
bankar 1.
Einasta treytin, ið tey
hava at halda seg til, ið
hava hug at vinna åvika-
| vist 15.000, 10.000 og
| 5.000 krónur fyri bestu
| uppskotini, er at orðið
| »banki« er við í uppskot-
inum. Restin er upp til
Stórbankin:
Hvussu skal
barnið eita?
Tilsamans eru 30.000 krónur at
vinna í kappingini um navnið
til nýggja føroyska stórbankan
hvussu langt tað var komið
og hvat ætlanin var at gera
framyvir, segði Ernst Han-
sen.
— Tá varð dagurin 13.
februar nevndur, hóast hús-
ið tá stóð við ongum skila-
veggjum, hurðum ellangkr-
um. Tí er tað í mínum eyg-
um eitt satt undur, at húsið
nú er liðugt, og at vit í dag
kunnu taka tað í brúk.
Síðst í november mánaði
varð farið undir at arbeiða í
skiftum, so menn komu í
húsið at arbeiða kl. 19 hvert
mána, týs-, hós- og fríggja-
kveld.
Hetta setti rættiliga ferð á
arbeiðið, og Ernst Hansen
segði, at hetta broytti hend-
an betongklumpin, ið stóð á
grundstykkinum til at gerast
tað húsið, ið nú er vígt
9.000 fríir tímar
— Tá so konufólkini móti
endanum eisini komu upp í
arbeiðið, gekk alt við rúk-
andi ferð, og tað er ikki
smávegis arbeði, ið her er
gjørt, segði Ernst Hansen.
— Eitt sindur av timalønt-
um arbeidi hevur verid,
men vit hava fingið yvir
9.000 sjálvbodnar arbeiðs-
tímar frá teimum mongu, ið
hava brúkt friløturnar til at
taka eina hond í at fáa húsið
liðugt
Nú húsið stendur liðugt
og er tikid í brúk, eru bert
snøklar eftir, um hugsað
verður um tað stóra arbeið-
ið, ið longu er gjørt. Kjall-
arin er ikki púra liðugur, og
eisini er ovastaloft eftir.
Men júst takkað veri teirri
stóru sjálvbodnu hjålpini,er
húsið ikki so dýrt heldur.
Tað stendur nú í umleið 3,6
milliónum krónum, harav
1,5 milliónir krónur eru í
láni.
hj.
tann einstaka at gera av.
Navnanevndin, id fer
at gera av, hvør vinnur
kappingina, er mannad
vid Jéan Paula Joensen,
rektara, Jógvani Jesper-
sen, stjóra og Jørn Astr-
up Hansen, stjóra.
Tíðarfreistin at lata
uppskot inn til kapping-
inaer sett uil 11. mars kl.
16, so møguligir upp-
skotsstillarar mugu arb
eiða skjótt.