mikudagur 16. februar 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
í
$
F
%
i
eo
Tíðindablaðið (571)
Nr. 32 — 16. FEBRUAR 1994 Síða 15
Ge:
SÍÐUPORTRIÐ Á OLAVI
GREGERSEN FUNNIÐ
Á tíggju ára degnum
fyri, at Ólavur Gregersen fór á land á Flesj-
unum, leitaði tað stóra síðuportrið á hesum stásiliga farmaskipi
sær uppaftur av havsins botni og er nú á skipasmiðjuni á Skála
Tað kann ikki sigast 100%
við vissu, at tað júst var á
tiggju ára degnum, men líkt
til, at ikki er tað langt við
síðuna av, tá tað stóra síðu-
portrið av farmaskipinum
Ólavi Gregersen flotnaði
uppaftur og fór at reka móti
landi.
Óivað hava fleiri borið
eyga við tað, har tað lá í
fjøruni norðan fyri Urðará,
sunnan fyri Morskranes á
vestursíðuni á eystara armi
av Skálafjørðinum. Men tað
var Mortan Justesen av
Morskranesi, ið boðaði
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni frá.
— Eg koyrdi framvid og
legði merki til hetta stóra,
hvíta portrið, ið lá niðri í
fjøruni, sigur hann Tidinda-
blaðnum Sosialinum frá.
- Men eg hugsaði, at onk-
ur annar mundi fara at boða
frá tí. Portrið varð kortini
liggjandi í fjøruni, og so
ringdi eg til Vaktar- og
Bjargingartænastuna fyri at
gera teir varugar við hetta
Mortan Justesen boðaði
frá portrinum hósdagin 13
januar, og tá vóru ein ella
tveir dagar lidnir, frá tí at
hann fyrstu ferð legði merki
til portrið.
— Eg gangi útfrá, at tað er í
ti stóra uppganginum, ið tå
hevði verið frammanund-
an, at portrið hevur slitið
seg leyst og er komið upp,
sigur Mortan, ið sjálvur er
leiðari á stáldeildini á skipa-
smiðjuni á Skála, ið bygdi
skipið, ið varð handareiðar-
ínum Pf. Drekanum í Gøtu
12. oktober 1982. Tá arb-
eiddi Mortan eisini á skipa-
smiðjuni, so hann hevur
verið við til at byggja skip-
ið, ið nú sær út til at hava
hug at leita sær upp av botni
aftur.
— Siduportrid sær sera væl
út eftir at hava ligið á havs-
ins botni hesi tíggju árini, so
tað vísir vælsaktans, at tað
er gott kramm, ið vit byggja
á Skála.
Olavur Halgi varð sendur
á staðið, men kranin um-
borð megnaði ikki at lyfta
portrið, ið vigar eini 5-6
tons. Ti vórðu boð send eftir
einum krana frá Skipa-
smiðjuni Føroyar, ið kom
og heysaði portrið upp. Síð-
ani tók Spógvin tað upp á
sleip inn á Skála, har tað nú
liggur á keiøkinum.
Síðuportrið er dupult-
skinnað, so tí flýtur tað í
sjónum, ogti hevur tað
eisini verið gjørligt hjå tat —
koma rekandi teir triggjar -- i
ella fýra fjórðingamar, ið 2-7: 2.
eru frá Flesjunum og inn til GR F
Á skipasmiðjuni hava teir 298%
skorið portrid sundur í tvey. #4“
Tað var púraheilt,tátaðvar 5%
funnið sunnan fyri Morskra- FA
nes.
— Vit skulu ikki brúka tað
til nakað, so um onkur held-
ur seg hava brúk fyri tí, er
bara at koma eftir tí, sigur
Mortan Justesen.
hj.
Síðsta ferðin hjá
Olavi Gregersen
10. januar 1984
í tvey týsnáttina 10. jan-
uar 1984 endaði farma-
skipið Ólavur Greger-
sen sína síðstu ferð sera
knappliga, tá skipið fór á
land á Flesjunum. Skip-
ið rendi á tætt við radar-
refleksið, sum varð sett
upp á Flesjunum í 1975
fyri júst at forða skipum
atkom ov nær.
Meðan maskinmeist-
arin og hjálparmaður
hansara sótu í messuni,
og hinir seks, ið vóru
við, lógu í fasta svøvni,
sigldi tað 500 tons stóra
skipið upp á Stórufles
við fullari ferð. Fyrsti
allur á vakt á brúnni.
Stýrimaðurin greiddi í
sjórættinum frá, at hann
sá radarrefleskið á rad-
aranum, men at hann
helt hetta vera eitt annað
skip. Tað vísti seg, at
hetta góða radarrefleks
als ikki var uppmerkt á
kortinum, stýrimaðurin
stýrdi eftir hesa náttina,
hóast kortið var frá 1981
og varð rættað í 1982.
einum grovum kavaæli,
og helt hann tí, at skipið
var farið framvið. Men
fimm minuttir seinni
stoytti, og hann varð
slongdur í dúrkið.
Sjálvur hevði stýri-
maðurin siglt í øSrum
londum í 18 ár, so hann
visti als ikki av radar-
refleksinum. Hann var
nýggjur umborð — hevdi
bert verið við Ólavi Gre-
gersen í ein mánað — og
hetta var fyrsta ferðin, at
hann skuldi sigla skip
inn á Skålafjørdin.
Umborð hevði Ólavur
Gregersen 180 tons av
mjøli, 20 tons av eplum,
995 vørupallar hjá Fiska-
søluni og ein pall við
rúsdrekka, umframt eis-
ini aðra vøru, ið var við.
Try samdøgur eftir, at
Ólavur Gregersen var
farin á land, legði hann
seg yvir á bakborðssíðu
og fór undir kav. Skipið
var tryggjad fyri 47,5
milliónur krónur.
Síðsti grindafundurin hesaferð
Grindamannafelagið fer í kvøld at hava fund í skúlanum í Vági og í annadkvøld i Sundalagnum.
Hesir báðir eru síðstu fundirnir á hesum sinni í rødini av níggju grindafundum kring landið
Fundarrødin hjá Grindamanna-
felagnum, ið hevur verið kring alt
landið, nærkast nú endanum, og
tveir teir síðstu fundirnir í hesum
umfarinum verða í kveld og ann-
adkvøld.
Í annadkvøld kl. 19.30 verður
fundur í skúlanum í Vági, og í
annadkvøld verður fundur eina-
staðni í Sundalagnum. Enn er ikki
fundarstaður ásettur.
Fundirnir hjá felagnum eru al-
mennir, og fólk fáa høvid at koma
fram við tí, tey hava upp á hjarta
um grind og grindadráp, umframt
at tey eisini kunnu tekna seg sum
limir í Grindamannafelagnum.
Ætlanin hjá felagnum er annars, at
fólk seinni í ár skulu kunna fara
inn á posthúsini kring landið og
tekna seg sum limir.
Grindamannafelagið byrjaði í
heyst hesa fundarrødina, ið hevur
vitjað Hvalba, Sand, Vágar, Vest-
manna, Havn, Fuglafjórð og
Klaksvík, og sum nú endar við
fundunum í Vági og Sundalagn-
um.
Felagið hevur hesa tíðina fingið
um 400 limir, og á fundunum
hevur uppmøtingin verið góð, úr
70 upp í 170 fólk — bæði kvinnur
og menn.
Lívligt orðaskifti
Í fleiri fórum hava fundirnir hjá
Grindamannafelagnum kappast
við aðrar fundir um onnur evni í
samfelagnum, men hóast hetta
hevur ein fjøld av grindamonnum
valt at koma á fundirnar hjá fel-
agnum.
Stórur áhugi tykist vera fyri
grind og grindadrápi, og hevur
lívligt orðaskifti sett sín dám á teir
ymsu fundirnar, ið hava verið.
— Menn hava kjakast nógv, og
evnini hava verið nógv: Hvussu
eigur grin at verða ríkin, duga vit
nóg væl at skera á háls, seta vit
ungt fólk við, hvussu læra vit
yngra ættarliðið at hagreiða grind,
er skiftið í lagi og so framvegis,
sigur formaðurin í Grindamanna-
felagnum, Hans J. Hermansen, í
tíðindaskrivi.
— Evnini eru Óteljandi, og hartil
er at siga, at fundirnir hava verið
stak sidiligir. Tað tykist, sum at
menn skilja álvaran í, at vit sjålvir
fremja tær åbøtur, ið eru neyðugar
í sambandi við grindadráp, um vit
frameftir skulu sleppa at drepa
grind.
hi