hósdagur 17. februar 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið | sosialurin ] Nr. 33— 17. FEBRUAR 1994 Síða3
-
plássum tað snýr seg um,
men tó at verja fiskastovn-
arnar sum best ímeðan. So
tað er einki endamál í sær
sjálvum at minka flotan,
og eg dugi heldur ikki at
síggja, at tað er gjørd
nøkur avtala við danir um
tað. Men uppskotið móti
skilabetri troytan av nátt-
úrutilfeinginum.
-Og tú meinar, at vit
við hesum uppskotinum
kunnu fáa stovnarnar á
føtur aftur?
-Tað meini eg so av-
gjørt. Og serliga tá tað nú
verður skapt betri fatan
fyri, at náttúruviðurskiftini
hava verið serliga ímóti
hesi seinastu 3-4-5 árini.
Tað hevur tú sæð á ti
standi fiskurin hevur verið
í, rak og heilt óvanligur,
meðan hann nú hevur
ment seg og er sera væl
fyri, og tí vil magnið
vaksa rættiliga skjótt, tí
fiskurin hevur tað væl eins
og menniskju og onnur
dýr, at hann savnast fødi
er, og nú tykist at vera
fødi undir Føroyum.
Sera ålvarsligt mål
Atli Dam sigur víðari, at
hetta málið er eitt so
álvarsligt stig, at skuldi
hetta verið framt eftir
tvs. at læst viðurskiftini
fæst í 10 ár, kann bert føra
til niðurgongd og er als
ikki sæð í samanhangi við
ein komandi útvikling í
Føroyum, tí tá vendist ikki
aftur. Við at áseta kvotur
fyri eitt ár í senn fær tú
lagað skipanina so hvert
tørvur er á tí. Vit hava sæð
tann týska fjarfiskiflotan
hvørva og somuleiðis tann
bretska, vit hava sæð hesa
skipanina roynd
aðrastaðni og fægstu
staðni hevur tað hjálpt upp
á fiskastovnarnar at áseta
handilskvotur og sum
sagt, tað vendist ikki aftur,
um ein hevur gjørt nakað
skeivt.
-Hevur tað loyst seg at
geva hesum málinum so
drúgva viðgerð?
-Ja, og eg má siga, at
eg eri samdur við bú-
skaparfrødinginum Lisse
Lyck, sum hon segði í út-
varpinum, at málið kundi
væl tolt eina munandi
longri viðgerð eisini, tí
hetta er so týðandi mál,
kanska tað mest týðandi
mál ta seinastu hálvu
øldina fyri Føroyar.
Gjart eftir ynski
landsstýrisins
-Men nú er tú partur av
eini samgongu og í sama
flokki sum landsstýris-
maðurin, ið hevur sett
uppskotið fram. Heldur tú
ikki, at tú vid at taka stig
til at gera eina heilt aðra
lóg hevur sett landsstýr-
ismannin til viks?
-Tvørturimåti, so hevur
landsstýrismaðurin sagt
alla tíðina, at kundi ein fáa
nakað, sum kundi metast
skilabetri ella eins skila-
gott, og sum semja kundi
fáast um í samgonguni, so
var tað best. Og tað er
hetta eg havi miðjað móti:
nevniliga at vera við til at
mýkja viðurskiftini so
mikið, at ein kundi fáa eitt
uppskot, sum semja kundi
fáast fyri í samgonguni,
og hvert
landsstýrið ella umsitingin
høvdu rætt og tað hevði
verið betri at valt sum tey,
tað er burturvið at tjakast
um, tí tað uppskotið hevði
ongan livandi tjans.
Atli Dam er eykalimur
í Fiskivinnunevndini.
Fastir limir eru Jógvan
Adolf Johannesen og
Henrik Old men flokkur
brúkar ta mannagongd, at
teir eru í nevdnini upp á
skift og í hesum málinum
hevur Atli Dam verið ein
av undan-
gongumonnunum.
Ikki inhabllur
Vit spurðu Atla Dam, hvat
hann hevur at siga til tey,
sum halda, at hann í
veruleikanum rgkir
áhugamálini hjá Realinum
í hesum málinum, og at
hann ti er inhabilur?
-Realurin er ein stovn-
ur, sum ongantíð hevur
tiki pant í fiskikvotum,
altíð hevur veitt lán til
skip við høgum handils-
virði og er tann fyrsti-
prioritetsstovnur, sum
ongantíð hevur kravt
persónligt veðhald av
monnum men bert grund-
að lánveiting sína á
rentabilitetssjónarmið og
virðissjónarmið hjá tí
VALUTAKURSIR
Dollari
Pund
Markur
Króna
Króna
Frankur
Frankur
Frankur
Gyllin
Liri
Markur
Krona
Finnland
Island
Skillingur 55,727
Pesetas
Escudos
Dollari
Yen
Pund
Gríkkaland Drakmur
síðsta mán.
675, 75
1012, 14
388, 14
85, 09
90, 29
114, 28
18, 804
460, 95
346, 547-
0, 3975
121,07
9,25
55, 213
4, 801
3, 856
511, 08
6, 1905
971, 12
2, 701
16.02.94
676,80
996,38
391,76
84,18
90,55
115,01
19,026
465,47
349,24
0,4025
121,13
9,30
4,790
3,879
501,07
6,5297
953,75
2,710
Kelda: Føroya Sparikassi
30 HK
SABB
til sølu.
Tlf. 23045
einstaka skipinum - tað
eru tey nýggjastu í
flotanum - so Realurin
hevði til eina og hverja tíð
kunnað greitt síni við-
urskifti soleiðis sum tað
eisini hevur vist seg Í
hesum truplu tíðunum, tí
hesi skipini hava eitt høgt
handilsvirði utanlands.
Atli Dam vil tískil
fullkomiliga vísa aftur
TRUPULLEIKAR
VIÐ BILINUM?
hesum pástandi, og leggur
aftrat, at hann er ikki stjóri
í Realinum men bert
dagligur leiðari. Tað eru
tríggir stjórar umboðandi
landssstýrið og tjóð-
bankan og
forsætismálaráðið.
-Realurin einsvæl og
Skipskreditfondurin og
Fiskaríbankin hava ikki
úttalað seg um hetta í
hesum stríðsspurninginum
millum landsstýrið og
bankarnar um pantseting
ella ikki pantseting. Støda
Realsins verður avgjørd
av direktiónini, og tí kenni
eg meg so avgjørt ikki in-
habilan f hesum måli sigur
Atli Dam vid Sosialin.
jan
— kom so til okkara og få serkøna hjålp —
tess skjótari tess betri — og BILIGARI.
Vit lata nevniliga allan februar mánaða
20% Í AVSLATTRI
uppá allar eykalutir í sambandi við allar
mekaniskar umvælingar á verkstadi
okkara.
bjóða tykkum
NÁGREINILIGA 8 UMFATANDI
MOTOR-TEST
við skrivligari frágreiðing
um standin
(motorar 1.0 |--4.0 I)
Brennur bilurin ov négv —
trekkir hann ikki sum hann
skal — gongur hann éjavnt —
startar hann illa... kunnu vit
fyri BERT 250,- v/ mvg
Benn. DIESEL-BILAR
Ringið
13873
beinan-
vegin
og bíleggið
tíð
á Føroya
mest
framkomna
bilverkstaði
Pí WENZEL =
- Akranesgota 5 - Tlf. 13873