týsdagur 22. februar 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 36 — 22. FEBRUAR 1994
Allan Simonsen verður
venjari hjá landsliðnum
Fótbóltssambandið hevur skotið papageykin, tá tað ræður
um at skapa røttu fyritreytirnar til at fáa so frægt úrslit
sum tað ber til burtur úr EM undankappingini
So er tað almannakunnugt:
Allan Simonsen skal hava
høvudsåbyrgdina av fót-
bóltslandsliðnum í EM
undankappingini. Nýggi
venjarin kom til Føroya við
danska flogfarinum gjåra-
morgunin, eftir døgurda var
tíðindafundur, seinni fór
FSF toppurin inn á Svanga-
skarð at vísa umstødurnar
har, og longu fyrrapartin í
dag fer venjarin avstað
aftur. Hann er venjari hjá
Vejle og skal til arbeiðis har
seinnapartin.
Ætlanin er at Allan Si-
monsen skal koma aftur um
14 dagar. Tá verður Klaks-
víkskappingin, og tá skal
venjarin gera sær fyrstu
hugsanimar um, hvussu
landsliðið skal mannast.
Um hann kemur aftur
næstu månadamar er ikki
Í FSF hava teir gingið
spakuliga við hurðunum
síðani venjaraspurningur-
in kom upp á pláss. Bara
nevndarlimirnir hava vit-
að navnið, og eingin leki
hevur verið. Allan Simon-
sen ynskti, at tíðindini
ikki bórust fyrr enn hann
kom til Føroya, og Torleif
Sigurðsson kendi seg
noyddan at áleggja teim-
um nærmastu einki at
siga. Tað var tydningar-
mikið, at fyrsta avtalan
við heimsstjórnuna, varð
hildin.
FSF hevði aðalfund
leygardagin, men luttak-
aramir gjørdu ógvuliga
lítið burtur úr at fregnast
um, hvør nýggi venjarin
var. Myrkaspælið hjá FSF
og Allani var so mikið
umhyggid, at nýggi venj-
avgjørt, men tað er í hvussu
so er avrått, at hann kemur
aftur seinasta vikuskiftið í
juni. Tá er ætlanin at hava
venjingarlegu á Svanga-
skarði. Eftir 6lavsøku verð-
ur aftur venjingarlega. Hvar
hon verður er ikki avrátt,
men tað kann væl hugsast,
at tað verður í Danmark.
Allan Simonsen skal hava
ein føroyskan hjálparvenj-
ara. Hvat skal vera hansara
starvsøki er ikki avgjørt.
Tað skulu venjarin, hjálpar-
venjarin og FSF í felag
finna út av. Men tað liggur í
kortunum, at hjálparvenjar-
in skal vera sambandið hjá
venjaranum til leikararnar.
Tað vil m.a. siga, at hann
skal greiða frá, hvussu venj-
ingarstødan er, og hvussu
landsliðsevnini standa seg í
landskappingini.
DULDARFULT
EIN MÁNAÐ
arin seint seinnapartin
sunnudagin ikki var skriv-
aður inn at koma við flog-
fórunum í gjár. Rímuligt
hava teir roknað við, at
nóg mikið av plássi var!
Men tá bara ein maður,
sum er kendur í altjóða
fótbóltshgpi, var í flogfar-
inum gjáramorgunin,
kundi tað ikki dyljast
meiri, hvør nýggi venjarin
er.
Tað er meiri enn ein
mánaði síðani Allan Si-
monsen og FSF komu í
samband hvør við annan.
Tá EM lutakastid var í
Manchester, ringdu før-
oysku umboðini haðani til
Danmarkar, og tá Allan
var áhugaður í tilboðnum
varð avrátt, at nærri sam-
ráðingar skuldu vera í
sambandi við, at FSF um-
Góður íblástur
Einginivier í, at FSFhev-
ur skotið plett, síðani teir
hava sett Allan Simonsen
sum venjara. Hann er mill-
um hægst mettu fótbólts-
persónar í Europa, og hann
hevur hesi bæði seinastu ár-
ini staðfest, at hann megnar
at fáa nakað burtur úr sum
venjari. Og FSF bossurin,
Torleif Sigurðsson, sum á
aðalfundinum leygardagin
tók við afturvali, og tískil
verður formaður alt EM tíð-
arskeiðið, dylur ikki, at
hann er stak væl nøgdur við
hesa venjaraloysnina:
— Vit hava staðið á einum
vegamóti. Fyrst skuldi av-
gerð takast í, um vit yvir-
høvur skuldu halda fram í
altjóða høpi, og tá tann av-
gerðin var tikin ráddi um at
fáa ein venjara, sum åøllum
boð fyrst í hesum mánað-
inum vóru í Finlandi, har
dystarætlanin fyri okkara
EM bólk varð løgd.
Allan Simonsen skriv-
aði um somu tíð nýggjan
sáttmála við Vejle Bold-
klub, Hesin sáttmálin er
galdandi frá 1. juli í ár og
eitt ár fram, og Allan man
hava syrgt fyri at fáa við í
sáttmálan, at hann sam-
stundis skal røkja uppgåv-
una sum føroyskur lands-
libsvenjan.
Ætlanin var, at tíðinda-
fundurin við Allan Simon-
sen skuldi vera seinna-
partin í síðstu viku, men
hetta varð útsett, tí Vejle
týsdagin fór í venjingar-
legu í Middelfart, har teir
vóru til í fyrradagin.
-hn-
økjum kundi verða dyggur
íblástur til landsliðsarbeið-
ið. Tað halda vit avgjørt
hevur eydnast, nú vit hava
sett Allan Simonsen.
Vit hava áður havt við
hann at gera, tá hann arb-
eiddi hjá Hummel. Tá
kundu vit bara bera honum
alt gott, og undir samráð-
ingunum um samstarv hava
vit aftur fingið staðfest, at
talan er um fult profession-
ellan mann, sum er um-
hyggin og tekur øll vidur-
skifti til viðgerðar, og sam-
stundis er hann eitt stórt
menniskja, sum ikki fjalir
yvir, at hann er spentur í
uppgávuni og fer at leggja
alla sína orku í at fáa so
frægt burturúr, sum tað let-
ur seg gera.
Torleif Sigurðsson ivast
ikki í, at hugburðurin hjá
leikarunum fer at vera posi-
tivur, og at teir fara at leggja
alla orku í. Teir vita hvat
maðurin stendur fyri, og
virðingin fyri hesum átti at
komið til sjóndar í avrikin-
um á vellinum.
Men har aftur at roknar
formaðurin við, at FSF
kann brúka venjaran í gør-
um høpi:
Tíðindablaðið (SK)
— Tað undrar meg, um tað
ikki fer at síggjast í áskoð-
aratølunum, at Allan er
vordin venjari. Tad vil siga,
at åskodarainntøkurnar
kunnu hugsast at fara at
hækka. Og sjálvsagt rokna
vit eisini við, at tað eisini
verður eitt pluss, tá vit fara
at samráðast um stuðulsav-
talur og um møguligar venj-
ingardystir móti útlending-
um, at so væl kendur og
dámligur maður hevur
ábyrgdina av liðnum.
Hava gjørt
arbeiðið sjálvir
Ofta hevur FSF nýtt út-
lendskar hjálparar, tá sam-
band skuldi fáast við út-
lendingar, og tá samráðing-
ar skuldu fáast upp á pláss.
Attalan hesa ferð er um eina
fullkomuliga føroyska
loysn, tá tað ræður um tílík
viðurskifti, eru teir glaðir og
stoltir av í FSF.
— Men viteru eisini greiðir
yvir, at skal sum frægast
fáast burtur úr hesum, so
hvílir tað á okkum, at fáa
nógv onnur viðurskifti at
hanga saman. Tað, sum
fyrst og fremst liggur fyri er
samstarvið við feløgini,
venjararnar og leikararnar.
Tað fara vit nú at arbeiða
miðvíst við, og hetta skal
eisini koma at hanga saman.
Vit fara í hvussu so er at gera
okkara part, sigur ein glaður
og stoltur FSF formaður.
-fif-
Torleif afturvaldur
uttan mótvalevni
Leygardagin hevdi Fót-
bóltssamband Foroya
aðalfund í Norðurlanda-
húsinum í Havn.
Ikki sort av spenningi
var frammanundan um,
um formaðurin mongu
seinnu árini, Torleif Sig-
urðsson, fór at taka við
afturvali, tí hann hevdi
ikki givið til kennar áðr-
enn, um hann fór at taka
eitt skeið aftrat ella ikki.
Men á aðalfundinum,
har oll feløgini vóru
møtt — flestu við teimum
trimum loyvdu umboð-
unum, gjørdist ikki so
stórur dramatikkur hes-
um viðvíkjandi. Borge
B. Hansen, varaformað-
ur, fór upp og vegna
nevnd FSF's segði hann
frå, at nevndin á fundi í
Klaksvík hevdi heitt á
Torleif Sigurðsson um at
halda fram sum formað-
ur. Síðani spurdi fund-
arstjórin Jógvan Arge,
um nakað annað upp-
skot var, men einki var.
Tí varð Torleif Sigurðs-
son valdur uttan nakað
mótvalevni.
Eitt sindur stórri var
spenningurin, tá nevnd-
arlimir skuldu veljast.
Við fyrstu atkvødu-
greiðsluna fekk Jákup
Simonsen 21 atkvødur,
Karl Vidtfeldt 19 og so
stóð á jovnum millum
Dánjal Andreasen og
Tórálv Stenberg, ið fingu
13atkvøduri part, so her
mátti umval til.
Einatkvoða var á muni
í umvalinum, tá Dánjal
fekk 13 og Tórálvur 12.
Sostatt heldur Dánjal
Andreasen fram i FSF"
nevndini.
hj.