týsdagur 22. februar 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36 — 22. FEBRUAR 1994 Síða 13
Tíðindablaðið
Nýggi venjarin er
avhildin av ollum
Hann er fullroyndur í altjóða fótbólti og dugir væl at nýta
royndirnar í góðari blanding við frálík menniskjalig eyðkenni
Allan Simonsen er væl kent
navn í altjóða fótbólti. Í
meiri enn 20 ár hevur hann
verið á europeiska fótbólts-
pallinum, og í stórum fót-
bóltstjóðum sum Týska-
landi, Spania og Onglandi
kenna tey hann sum ein av
teirra.
Venjaratíðin hevur ikki
verið serliga long, men
eingin ivi er í, at hann hevur
møguleika at gerast venjari
í stórum feløgum í útland-
inum. At hann ikki longu í
summar fer í starv aðra
staðni skyldast einum av
hansara menniskjaligu eyð-
kennum — ábyrgdarkensla
og solidaritetur:
Tá danska landskapping-
in verður liðug í juni, rennur
galdandi venjarasáttmálin
við Vejle út, og tað hevur
ikki skortað upp á tilboð frá
útlandinum. Men Allan
hevur undirskrivað nýggj-
an sáttmála við Vejle. Hann
er í ferð við at mynda lið,
sum hevur møguleika fyri
aftur at fáa barndómsfel-
agið millum tey fremstu í
Danmark, og tað arbeiðið
verður ikki slept í hálvum
gekki.
Skútan er vend
Allan Simonsen gjørdist
venjari í Vejle í 1991 júst
um tað mundi, tá teir vóru í
Gundadali og leiktu móti
landsliðnum í sambandi
við, at graslikisvøllurin í
Sprvági skuldi takast í
nýtslu
Tað skuldi stórt áræði til
at taka við åbyrgdini í Vejle
tá. Felagið var eftir smarta
professionella roynd hjá
fýra stórkeypmonnum illa
fyri fíggjarliga. Seglini
máttu minkast, og ein rúgva
av leikarum mynstraðu av
og fóru til onnur feløg. Tá
teir byrjaðu eftir summar-
frítíðina í 1992 vóru bara
tveir 1. liðs leikarar eftir, og
roknað varð við, at Vejle,
sum í eini tríati ár hevur ver-
ið millum tað besta í donsk-
um fótbólti, skuldi glíða
púra burtur ímillum.
Men við einum manni við
endan, ið hevði kenslur fyri
felagnum og sum hevði
dyggar royndir, sum eisini í
mótgongd kundu bera, fóru
teir til verka, og nú eru teir
um at hava fótað sær. Um
ein mánaða verður farið
undir landskappingina.
Vejle er í rødini, sum dyst-
ast um tvey uppflytingar-
pláss úl superligaina, og teir
serkønu meta Vejle millum
favorittarnar at flyta upp.
Harður skúli
Allan Simonsen er 41 ára
gamal. Hann er føddur 15.
desember 1952, og hann
hevur leikt 56 landsdysur
og skotið 21 mál fyri Dan-
mark. Dystartalið kundi
verið nógv hægri, men
skaðar og so tað, at tað langt
upp í sjeyti árini ikki var
sjálvfylgja, at útlendsk fel-
ég góvu donskum leikarum
frí úl landsdystir, hevur
hildið manninum, sum í
meiri enn 10 ár var sjálv-
skrivadur til hvønn dyst,
burtur frå fleiri dystum.
Hann var fyrstu ferd å
landsliðnum i Reykjavik 3.
juli 1972, har hann skoradi
tvær ferðir í 5-2 sigrinum á
Íslandi. Talan var um fyri-
reikingardyst til OL leikirn-
ar í Munchen, har hann
fyrstu ferð var á altjóða
pallinum. Serliga móti ama-
tør liðnum hjá Brasilia
gjørdi hann vart við. Dan-
mark vann 3-2, og Allan
skoraði tvær ferðir, aðru
ferð við høvdinum!
Eftir OL keypti Borussia
Mønchengladbach — snill-
ingin. Í hálvtannað ár
stríddist Allan, áðrenn hann
kom á liðið. Fleiri ferð var
um reppið at hann gavst,
men hann treiskaðist, og tá
tað glapp gekk sum eftir
ánni. Í 1977 varð hann kosin
besti leikari í Europa, og
síðani vóru tað árini í Bar-
celona, har hurlivasin alla
tíðina var stórur. Leikararn-
ir arbeiddu undir stórum
trýsti, tí tað alla tíðina varð
roknað við fram úr úrslit-
um. Allan var við til at
vinna nógv, men í 1982
fluti hann brådliga til
Charlton í ensku 2. deild.
Har var hann nakrar mán-
aðir. Hann var nógv skadd-
ur, men stóð seg væl, tá
hann var á liðnum.
Mest nyttu
á landsliðnum
Fleiri mettu, at Allan var
útslitin, tá hann aftur kom til
Vejle, men alíkavæl var
áhugin fyri størstu donsku
fótbóltsstjórnuni nakrantíð
ógvuliga stórur. So nógv
fólk kom til dystirnar hjá
Vejle, at tað kom fyri fleiri
ferðir, at neyðugt var at út-
seta, tí bíðirgðirnar við inn-
gongdirnar vóru so langar.
Eitt av lyndiseyðkennun-
um hjá lítla manninum er, at
hann roynir eftir stórum av-
bjóðingum. Tað man vera
størsta orsøkin til, at hann
hevur úkið av FSF til-
bodnum. Avbj6dingar
hevði hann havt fleiri av úti í
Europa, og hann átók sær
nýggjar, tá hann kom aftur
til Danmarkar:
Sepp Piontek hevði hesa
tíðina rættiliga fingið tam-
arhald á landsliðnum, og
Allan Simonsen var týdn-
ingarmikil liður. Hann leikti
betri á landsliðnum enn
nakrantíð, og var ein av
høvudskreftunum í stríðn-
um at koma til EM endaum-
farið í Fraklandi, Ld. standa
1-0 sigurin á Wembley og
2-0 sigurin í Grikkalandi á
heysti 1983 ljóslivandi fyri
teimum, sum sóu.
Endaspælið í Fraklandi
skuldi verða krúnan á stór-
um fótbóltsverki, men
longu í fyrsta dystinum
breyt fyrrverandi álopsleik-
arin, sum nú var vorðin mið-
vallargeneralur beinið, og
hóast Allan kom aftur á
landsliðið og m.a. var við í
Mexico i 1986, so gjørðist
hann ongantíð hin sami á
vellinum.
Hummel
og vetaranarnir
Umframt fótbóltin, so
nýtti Allan stóran part av
síni tíð til fyritøkuna
Hummel, sum var donsk og
framleiddi ítróttarútgerð.
Tað var í sambandi við
klædnaavtaluna hjá FSF við
Hummel, tá landsliðið fór
upp í EM undankappingina í
1990, at Allan Simonsen
fyri aðru ferð kom til Før-
oya. Hann umboðaði
Hummel yvir fyri FSF alla
tíðina, til Hummel kom í
stóra fíggjarliga kreppu, og
landsliðið tískil stóð nakið
eitt tíðarskeið.
Síðani tá er Hummel end-
urreist,og Allan eigur fram-
vegis í og tekur sær við
hvørtav uppgávum fyri teir.
Fyrsta ferðin Allan Si-
monsen var í holt við før-
oyska landsliðið var í 1989,
tá donsku veteranarnir vitj-
aðu her. Tá var hann við í
0-0 dystinum í Gundadali
og 3-3 dystinum á graslík-
inum á Svangaskarði. Tað
eru fáir av føroysku leikar-
unum, sum vóru við tá, ið
framvegis kunnu roknast
sum landsliðsevni.
Tá Allan gavst sum aktiv-
ur, var tað sjálvsagt, at hann
fór venjaravegin. Vejle helt
seg hava brúk fyri honum,
og ábyrgdarkenslan og hug-
urin hjá Allani bóru á sama
borðið. Fyrst var hann venj-
ari hjá Danmarksseriuliðn-
um og hjálparvenjari, og
seinni varð hann høvuds-
venjari. Nú hevur hann átik-
ið sær nýggja uppgávu.
Bæði við uppgávuni í Vejle
og hesi nýggju uppgávuni
við føroyska fótbóltslands-
liðnum ynskja vit honum alt
-nn-
Harðari leikbann
fyri gulu kortini
Aðalfundurin hjá FSF
samtykti leygardagin
einmælt, at tað leik-
bannið fyri spælarar,
ið fáa gult kort í lands-
kappingini, skal verða
harðari.
Kortini skúlu nú trý
gul kort til, áðrenn ein
spælari fær ein dag
leikbann. Men fyri tey
næstu tvey kortini er
ein dagur í leikbanni,
og so er tað, at leik-
bannið gerst harðari.
Um spælari so fær
eitt aftrat, fær harn
fyrstu ferð ein dag og
aðru ferð tveir dagar.
Um kortini gerast enn
fleiri í tali, skal kapp-
ingarnevndin í hvørj-
um einstøkum føritaka
stóðu. hj.
|