Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 36 — 22. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið (301 Tíðindablaðið Sosialur- in hitti í gjár fyrrverandi landsliðvenjaran Páll Guðlaugsson á máli og fortaldi honum um, hvør skal verða nýggjur venj- ari fyri føroyska fót- bóltslandsliðnum. — Allan Simonsen var eisini tann, ið eg gitti, at tað fór at verða, segði Páll. — Eg vil eisini her og nú nýta høvid at ynskja honum alla eydnu sum landsliðsvenjari. Hann er heilt givið ein góður maður at fáa til hetta starvið. Besti í Europa Páll sigur, at hann veit ikki so ggiliga nógv um Allan Simonsen, men at hann í hvussu er veit, at Pall: Eg vil ynskja Allan alt tað besta sum venjara bæði bilsin og nøgdur hann hevur verið bestu fótbóltsspælari í Euro- pa, og at ein maður við hansara nógvu royndum altíð vil hava okkurt at læra føroyingar. — Havandi í huga, at gongdin í samfelagnum ger, at kanska nógvir av okkara frægastu spælar- um fara av landinum, er tað kanska ikki av leið, at ein dani er venjari, sigur hann. — Men hinvegin er tað ikki júst í tråd við tað, sum útbúgvingardeildin hjá Fótbóltssambandin- um hevur lagt upp til við sínum venjaraútbúgv- ingum. Sjálvur havi eg alla tíðina hildið, at tað rættasta var at sett ein føroying sum venjara. hj. og Magna av Lakjuni, og teir eri eg stak væl nøgdur vid. Eru adrir føroyskir spælarar eins góðir ella betri enn teir, so meti eg meg at hava gott tilfar at arbeiða við til føroyska landsliðið, sigur landsliðsvenjarin. - Tey, sum kenna meg frå Vejle og í Danmark yvirhev- ur, vita at eg standi fyri álops- kendum fótbólti, men tó við skili. Tað ætli eg mær eisini at satsa uppá við feroyska landsliðnum, men alt velst um tað tilfar, eg fái at arbeiða við. Allan Simonsen er greiður yvir, at tað verða torferir dystir í 8. EM-bólki, sum Fer- oyar eru í, men kortini hevur hann vónir. — Vit eiga at fáa stig móti San Marino, og vónandi fáa vit eisini góð úrslit móti hin- um londunum, hóast tey ell á pappírinum eru munandi sterkari enn vit, sigur hann. — Grikkar spæla tekniskt góðan fótbólt við tempera- mangi, og so hava vit eisini skotar og russar, ið eru sera sterkir. Finnarnar eiga vit av- gjørt ikki at undirmeta, tí teir spæla ein so kompaktan fót- bólt. Men vit taka allar hesar uppgávurnar, sum tær fara at koma. Allan Simonsen hevur ver- ið nakrar ferðir í Feroyum í ymsum fótbóltserindum, og hóast hann kanska ikki bein- leiðis kennir so nógv til før- oyskan fótbólt, sum hann fer fram í Feroyum, hevur hann fylgt við, hvussu tað hevur gingist á altjóða pallinum. — Tit høvdu jú eina so góða byrjan við sigrinum á Eystur- ríki, tá Feroyar rættiliga mar- keraðu seg við einum óvænt- aðum úrsliti, sigur hann. — Eg vóni, at vit fáa møgu- leikan fyri at markeraokkum aftur við onkrum góðum úr- sliti í EM-undankappingini. Í hvussu er trúgvi eg, at tað fer at lata seg gera! hj. Jens Martin: - Eg eri — Eg hevdi roknað við, at tað fór at gerast Allan Simonsen, men eg eri samstundis sera bilsin av, at FSF fær ein so góðan mann at koma hendanvegin at venja okkum, sigur landsliðsmálmaðurin Tá Tíðindablaðið Sosialur- in í gjár ringdi til landsliðs- málmannin Jens Martin Knudsen og fortaldi hon- um, hvør verður nýggjur landsliðsvenjari, brast úr honum mestsum beinan- vegin: — Tað var tað, sum eg og svigarpápin eisini høvdu roknað við, tá vit hava tosað um, hvor skuldi gerast tann nýggi venjarin... Jens Martin sigur, at hann ersera vælnøgdur við, at tað hevur eydnast Fótbólts- sambandinum at fáa Allan Simonsen sum venjara. — Vit fáa nú ein venjara, sum hevur allar tær royndir, ið hugsast kunnu. Hann hevur í síni tíð sum virkin spælari roynt allar heksa- ketlarnar, ið komast kann í, og hann hevur altíð klárað seg væl, sigur hann. — Eg må viðganga, at hó- ast eg meira ella minni hevði gitt frammanundan, at tað fór at verða hann, so eri eg ikki sørt bilsin av, at Fótbóltssambandið hevur fingið hann til starvið. Læra nógv av sær Jens Martin sigur, at tað besta við hesum venjaran- um er, at er professionellur út í fingraspíssarnar, og at hann við gllum sínum al- tjóða royndum eisini kann læra av sær, nú teir flestu á landsliðnum ikki havanakr- ar serliga altjóða royndir. — Eisini verður tað ein fyrimunur fyri okkum, at vit nú sleppa at royna okkum eitt sindur meira á grasi, enn vit hava gjørt frammanund- an, tá vit kanska bert hava verið einar tvær ferðir á vellinum undan dystunum, sigur Jens Martin. — Tað kann bara koma okkum til góðar, at vit eisini fáa meira venjing undir so- vorðnum umstødum. Um kjansimar í bólkin- um, Føroyar eru komnar í hesaferð í EM-undankapp- ingini, er Jens Martin — sum altíð — bjartskygdur: — Sjálvandi eru hetta alt góð lond, men hetta var tó tað frægasta, tað kundi verða, um vit hugsa um, hvussu hinir báðir bólkarnir hava sæð út, sum vit hava spælt í í EM- og HM-undan- kappingunum, sigur mál- verjin. — Sjálvandi var tað spell, at vit ikki fingu Tyskland í okkara bólk og harvið eisini kundu fingið nøkur oyru í kassan, men tað gerst ikki við. Nú mugu vit bert royna at fáa sum frægast burtur úr tí, vit hava. Og tað vænti eg eisini, at vit fara at gera und- ir leiðslu av Allani Simon- sen, ið eg síggi fram til at hava sum venjara. hj.