Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosíalurin } Nr. 36 — 22. FEBRUAR 1994 Síða 15 Vidmerking til midflokkin: ýnið tað í gerðum - heldur enn orðum... - Tað loypti rættuliga óði í miðflokkin, tá víst varð á, at upp- skot teirra um at avsiga Samhaldsfasta, setti tey arbeiðstóku upp móti pensjónistunum. Uppskotið er eingin haldbar loysn, tí við tí skinklar skipanin bert víðari í nakrar mánaðir. Meinti flokkurin nakað við at bjarga ALS, kundu teir tvingað onkran annan enn pensjónistarnar at læna hesar pengar. Uppskotið hevur bert eittans endamál: At leggja samgonguni forðingar í hesum málið. Ikki hissini teigapláss, sum Jenis av Rana úr miðflokkinum nýtir í aft- ursvari til lesarabræv mítt í samband við, at Tordur Niclasen hevði lagt upp- skot fram á ting, sum set- ur pensjónistarnar upp móti teimum arbeiðsleys- u. Eg førdi fram, at eg helt tað vera skeivt at ofr- a Samhaldsfasta fyri at ALS kundi skinkla víðari í nakrar mánaðir - hetta er eingin haldbar loysn. Um gjaldið til samhalds- fasta verður lænt til ALS, er tað deyðadómur yvir Samhaldsfasta - og tá haldi eg lítið er vunnið. Jenis finst at umrødu míni av miðflokkinum - sigur, at javnaðarmenn eru so eymir um, at mið- flokkurin verjir virði og borgarar, sum javnaðar- flokkurin helt seg hava patent uppá. Hetta eru hansara orð, men íkki haldi eg at nakar flokkur hevur patent upp á hvørki borgarar ella virði, tað veri seg verðslig ella and- alig. Ikki ráð at hækka pensjónina Hann speirekur meg við at síga, at tað krevst meira av okkum javnað- armonnum, enn at reypa av at javnaðarflokkurin kom við fólkapensjónini í 1959 og nevnir her P. M. Dam. Men tå hann sigur, at eg havi skift síðu, og nú ikki vil at pensjónin skal hækka, tå sigur hann beinleiðis ósætt - ella hann pilkar ein setning úr samanhanginum, so tú fært ikki heildina við. Vit kunnu eins væl nevna tað at lúgva. Eg havi tvær ferðir seinastu vikuna víst á, at vit í framtíðini ikki fara at megna at gjalda meiri til fólkapensjónina. Hetta vóru menn greiðir um, áðrenn kreppan merktist. Tað vóru slíkir tankar, sum vóru aftan fyri Sam- haldsfasta. Bólkurin av pensjónistum veksur nát- úrliga, men sum gongdin er í hesum landi, veksur hann skjótari enn gott er, tí tey yngru fara av landi- num. So kunnu vit meina hvat vit vilja, tí hetta er veruleikin. Tí verður Samhaldsfasti um nøkur ár álitið hjá pensjónist- um, um hann fær loyvi at vera til. Og so leingi eingin kemur við nakrari betri loysn upp á pen- sjónsspurningin - kunnu vit bert staðfesta, at tey ikki unna pensjónistum bøtt kor. Nei til stættarsamfelag Men eitt kundi eg hugsað mær at vita, hvussu ætlar miðflokkurin at tyggja pensjónirnar í framtíðini, tá Samhaldsfasti er avtik- in? Onkur vil siga, at vit ikki skulu hava almennar pensjónir - fólk kunnu sjálv tekna sær trygging- ar. Men hvar eru vit tá? Og hvat er tað fyri sam- felag vit tá hava? - Tað er stættarsamfelagið, har tann ríki gerst ríkari og tann fátæki fátækari. Og hevur tú í huga, hvgr tað er, ið slík sjónarmið hev- ur, so eru tað fólk í al- mennum starvi við feitari eftirløn. Tey kunnu sakt- ans, ti teimum tørva hvørki fólkapensjón ella samhaldsfasta. Men hin låglønti, hin timalønti ella hin arbeidsleysi hev- ur onga eftirløn og hevur ikki ráð at tekna privata trygging - hjá honum verður almenna pensjón- in álitið, og hetta eigur at standa øllum í boði. Bjóða segi“ Jenis vísir greitt sína vreidi móti javnaðar- flokkinum, og teimum fólkum, ið honum standa fyri. Tað er púra klárt at javnaðarflokkurin hevur gjørt mistøk. Vit í SU eru heldur ikki so blåoygd, at gloypa øllum rått, sum landsstýrið kemur við. Men vit eru við fyri at broyta. Vit vilja við okk- ara ávirkan beina flokkin aftur á rætta kós. Tað -nyttar einki at seta seg fornermaður í sofuna - tað eru tað tíverri ov mong, ið gera. Vilja vit hava broytingar og vilja vit hava onnur fólk fram- at, so er at bjóða seg til og gera sína ávirkan gald- andi. Tað dugir heldur ikki at stovna nýggja flokk í heilum. Hetta mátti verið monnunum aftan fyri miðflokkinum greitt. Hesir menn hava jú egin- leikan, at hverja ferð teir gerast fleiri enn ein, so fara teir í tvíningar. Tað byrjaði við framburðs- flokkinum hjá Kjartani, sum bleiv til framburðs- og fískivinnuflokkurin. So gjørdist flokkurin »kristiligur«, Føroya framburds- og fiskivinnu- flokkur kristiligi fólka- flokkurin. So skrædnaði og úrslitið gjørdist fram- sóknarflokkurin og kristi- ligi fólkaflokkurin. Og nú er hesin Hann hjálpi mær aftur farin í tvíningar! Hetta arbeiðslagið boðar ikki frá góðum. Og tað var tað eg eisini vísti á, at í tí anda, tit siga tykkum arbeiða, mátti slíkt ikki sømt seg. Gongdin heyði ikki verið øårvisi Hondina á hjartað, so hevði stødan neyvan ver- ið betri, um aðrir stýrdu í Tinganesi. Alt málið um bankamar hevði neyvan verið loyst ødrvisi, um vit høvdu borgarligt lands- stýri, tað er ov naivt at halda tað. Men hinvegin, so hevði Arbeiðsloysis- skipanin ikki verið komin Lønimar høvdu verið lækkaðar við lóg, um vit høvdu borgarligt lands- styrid - og tå høvdu fak- feløgini eisini verið enn verri fyri, hóast júst við- urskifuni millum faktel- øgini og javnaðarflokkin er okkara svarta sam- vitska - her hava fólkini ikki fylgt hugsjónini nóg væl. Samhaldsfasti hevði langt síðani verið tíkin av við lóg - og tað verður hann nú kanska kortini, um bert javnaðarflokkur- in er at verja hann. Víst eru mistøk gjørd, tað við- ganga allir flokkar, men tað er ikki einsbetýðandi við at flokkur og hugsjón er farin í søguna - fólk og flokkar verða sett fyri fólksins dóm seinni í ár, so tey, ið vilja broyting kunnu bert gera sína á- virkan galdandi. Skapa hurluvasa Annars eyðkennir tað før- oyskan andstødupolitikk, at har er lítið og einki álv- ara aftan fyri. Tað tykist sum um menn bert ar- beiða, sum vindurin blæs- ur. Kanska hetta er tí, teir onga politiska ávirkan hava - men tað er ikki konstruktivur politikkur, sum verdur førdur. Å henda hått er vid uppskot- inum hjå Tordi um at taka samhaldsfasta. Tad er vid Gud ikki fyri at bjarga ALS, tað er bara - og tað pástandi eg - fyri at stinga ein pinn í hjólið hjá sam- gonguni. Vildi Tordur bjargað ALS, so kundi hann tvinga onkran ann- an, enn pensjónistarnar, til at læna pengar. Og hvat fær hann burtur úr, um samgongan slitnar? Verður skilið kanska bet- ur, um vit fáa val í mai? Nei, tað skapar bara polit- iskan hurlivasa - tað er einasta endamål vid slik- um uppskoti. Javnadar- flokkurin fer ikki at ofra tey arbeidsleysu. Treyð- ugt so hevur hann bundið seg við avtalu við donsku stjórnina - men bjargast skal skipanin. Verða takksom fyri Samhaldstasta Jenis sigur, at eg og nakr- ir heilt, heilt fáir føroy- ingar nú royna at kóka politiska súpan av Sam- haldsfasta og heldur hetta vera undir alt lágmark. Hann heldur, at tá Sam- haldsfasti kundi lænast í fjør, kann hetta eins væl gerast í ár. Munurin er tann, at fjør varð stovns- fæið lænt + inngjaldið. Kassin er nú tómur. Verður inngjaldið nú aft- ur lænt, kunnu vit eins væl avtaka grunnin, tí tá er hann einki verdur - ser- liga ikki, um vit fáa borg- arligt landsstýri eftir valið - tí tá er so lætt hjá teim- um at taka hann av. Men kemur grunnurin at virka, fara hvørki sambands- ella fólkafloksmenn at taka hann av, og eftirtíðin fer at verða teimum takk- som, ið stóðu saman um grunnin. Ikki í orðum - men í gerðum At enda kemur Jenis inn á hugsjónina - sosialismu- na. Hann vísir á, at hug- sjónin er einki verd, um menniskjan er ov veik. Hetta er sjálvsagt. Men eg haldi at Jenis átti at vitað betur um javnaðar- hugsjónina, enn at koma vid assosiasjónum um Eysturevropa - kommu- nismuna. Tað var jú góð borgarlig agitasjón fyri nøkrum árum síðani, at sammeta javnaðarflokkin við kommunismuna, og at siga at javnaðarhugsjónin var ateistisk. Men her kunnu vit bert vísa á, at júst — javnadarflokkurin hevur verið sterkasta bol- verkið móti kommunism- uni. Í teimum londum, har javnadarrørslan hevur verid sterk, hevur komm- unisman ongantíð fingið fótin fyri seg... Og lat okkum so at enda sláa fast við tíggju- tummaseymi, at bæði í javnaðarflokkinum, í tjóðveldis-, fólka-, sam- bands- og sjálvstýris- flokkinum stendur okkum eins væl í boði at móta Frelsaranum, sum í fram- burðs- og fiskivinnu- flokkinum, kristiliga fólk- aflokkinum ella mið- flokkinum. Trúgvin hevur altíð verið grundfest í før- oyinginum, men gamalt var heldur at sýna hetta í gerðum, enn við orðum... Eirikur Lindenskov AÐALFUNDUR Lýsti aðalfundurin hjá STARVSMANNAFELAGNUM 26. februar 1994, kl. 10.00 verður á HOTEL HAFNIA Limir, sum koma av bygd, fáa endur- rindað fyri ferðakostnaðin. Starvsmannafelagið