mikudagur 23. februar 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 37 —23. FEBRUAR 1994
Tá Skipafelagið skrivaði
skipasøgu fyri 75 árum síðani
Ferðafólkatalið á beinleiðis sambandin-
um millum Føroyar og Keypmannahavn-
ar vaks skjótt. Ur 1000 ferðafólkum fyrstu
tíðina til 3000 í 1938. Annars fekk Skipa-
felagið eina heldur trupla byrjan
Eftir at útlendsk skipafeløg
høvdu røkt ferðasambandið
millum Føroyar og åtheim
in i nøkur år varð Skipafel-
agið Føroyar stovnað i
1919.
Um byrjanina hjå Skipa-
felagnum skrivar Zacharias
Niclasen, stjóri felagsins í
mong ár, í "Livet pá Fær-
øeme” millum annað, at
beinleiðis orsøkin til, at
føroyskt skipafelag varð
stovnað, var misnøgd við
útlendsku felggini. Hesi
útlendsku — skipafeløgini
løgdu bert at í Føroyum i
samband við Ísland og
Skotland, og tað gjørdi, at
ferðin úr Føroyum og til
Danmarkar gjørdist sera
drúgv. Fyrsta beinleiðis
sambandið millum Føroyar
og Danmarkar gjørdi, at
ferðin styttist úr einari viku
og niður í tríggjar dagar, og
var hetta mett sum stórt
framstig, skrivar Z. Nicla-
sen.
Hann greiðir soleiðis frá í
samband við fyrsta skipið,
sum Skipafelagið setti sær
fyri at fáa til vega:
Ein svensk skipasmiðja
varð biðin um at bygja eitt
minni farmaskip, har eisini
skuldi vera pláss fyri
nøkrum fáum ferðafólkum.
Men ólukkutíð fór skipa-
smiðjan á heysin áðrenn
skipið var liðugt. Skipafel-
agið misti tá meginpartin av
sínum partapeningi.
Tíðindablaðið
Mýlingur
Felagið keypti síðani eitt
eldri skip,- Mýling, at røkja
farðleiðina Føroyar - Keyp-
mannahavn. Vidhvørt varð
lagt inn í Leith og Álborg,
men sjótt vísti tað seg, at
skipið kundi ikki kappast
vid størru donsku skipini,
sum sigldu hesa leið, og
gjórt varð av at selja
Mýling.
Nú stóð illa til. Partapen-
ingurin var at kalla burtur
ogeinki skip. Men táneyðin
er størst og hjálpin næst.
Fyrsta Tjaldrið
Tað eydnaðist at fáa ting-
ingar í lag við stóra danska
skipafelagið Ø.K.
Myndin er tikin tá fyrsta
Tjaldrið fór úr
Keypmannahavn 7. apríl í
1925
SKIPAFELAGIÐ
FØROYAR
Fyrsta Tjaldrid byrjadi
Íslendski Gullfossur varð
keyptur eftir at fyrra
Tjaldrið var farið á
Mjóvanes
FråØ.K. fekk Skipafelag-
ið eitt bert átta ára gamalt
skip. Tað var ferðamanna-
skipið "SL Thomas", fyri
sera lagaligan prís. Hetta
gjørdist fyrsta Tjaldrið og
byrjaði siglingina í 1925.
Danski staturin hevði
frammanundan játtað
Skipafelagnum 50.000
krónur í árligum stuðuli,
men tá tað vísti seg, at
felagið kundi klára rakstur-
in uttan stuðul, datt hesin
burtur.
Í 1928 keypti Skipafelag-
ið "Havhest". Hesin varð
settur í rutuna millum
Føroyar, Hull, Hamburg og
Álborg, men hetta skipið
var skjótt selt, tí tað var