Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

nnbrotá — alljósum degi Sunnudagin hava óbodnir gestir verið í handlinum Sprundið í Tórsfinsgótu í Havn. Teir eru slopnir inn gjøgnum eitt kjallara- vindeyga og blivu 1500- 1600 krónur ríkari. Sunnunáttina hevur onkur roynt at brotið inn hjá P E Kollinal í Soffalág og roynt at rút út og við at pilka við brævsmoguna, men tað bleiv ikki til nakað. Í kioskini Svalin á Vardagøtu hevur onkur eisini verið inni og tikið tvey kartong av siga- rettum. Politiið veit ikki, hvussu tjóvarnir eru slopnir inn, tí teir hava ikki brotið fyri sær. randi brotið inn við at taka ein Umfarskriv um uppmáling av skipum Samsvarandi løgtingslåg nr. 90 frá 10. juni 1982 um skipauppmáling varð á- sett, at nýggj skip og verandi 24 metrar ella longri skulu uppmálast og hava gilt millumlanda málibræv samsvarandi millumlanda sáttmálanum um skipa- uppmáling, 1969, í seinasta lagi innan 18. juli 1994. „Nýggj skip« eru tey skip, sum eru kjøl- strekt ella å samsvarandi byggistødu tann 18. juli 1982 ella seinri, og skip, sum aftan á hesa dagseting verða um- bygd ella broytt so, at bruttotonsatalið verður broytt munandi. Skip minni enn 24 metrar eru ikki kravd at hava millumlanda málibræv, men skulu hava málibræv samsvarandi kunngerð nr. 90 frá 19. juli 1990 um máling av skipum undir 24 m til longd- ar. Um tey nýggju tonsatølini måld í brutto- nettotonsatølum (GT/NT) víkja munandi frá teimum gomlu ásetingun- um í skråsettum tonsatølum (BRT/ NRT), bertað framvegis til at fáa skipini måld upp eftir teimum gomlu reglunum og at hesi tonsatøl eisini verða endur- givin í millumlanda málibrævinum. Fyri uppmáling eftir teimum gomlu regl- unum BRT/NT verður eigari skipsins at gjalda skipaeftirlitinum samsýning, sum svarar til ta tíðina, hetta tekur um- framt meguligar ferðaútreiðslur. FØROYA LANDSSTÝRI, 08. februar 1994 Thomas Arabo, landsstýrismaður Kjartan Hoydal Leygardagin varð bilurin á myndini omanfyri meldað- ur stolin í Kollafirði. Politiið fór at leita og fann bilin í bønum oman fyri bygdina Hvítanes. Bilurin errullaður oman av vegnum og er ikki sørt skamfílaður. Suni Winther á politistød- ini í Havn sigur, at politiið heldur ikki, at bilurin er stolin, tá hann koyrdi útav. Hann vil ikki upplýsa meira út yvir tað, at tað ikki kann vera við tryggingar- sviki fyri eyga, at bilurin er farin útav, tí bilurin var ikki skrokktryggjaður. Bilurin er av slagnum Saab, og hetta modellið er åtgjørt við gearlási, ið ger tað sera trupult at stjala ein slíkan bil. Flestu aðrir bilar hava rættlás, ið er lættari at fáa sett út av spælinum, tá ætlanin er at stjala bilin. Sum skilst, eru heldur Ógreitt hver koyrdi ikki nøkur merki at síggja á bilinum, ið kunnu benda á, at roynt hevur verið at bróta inn í hann, og heldur ikki sæst nakað, ið bendir á, at nakað er gjørt við gearlåsi á bilinum. randi/hj. Mynd: Jens Kr. Vang Sandoyggin: Heilsusysturin sagt upp Stórvini hjá heilsusystrunum eru niðurskorin orsakað av sparingum Elsa West hevur verið heilsusystir í Sandoynni í mong ár. Nú hevur hon sagt upp og fer úr starvinum 1.apríl. Hon hevur sagt upp or- sakað av, at starvið hjá henni er so nógv niðurskor- ið. Starvið hevur verið hálv- tíðarstarv og nú er tað mink- að við fýra tímum aftrat um vikuna. Starvið sum heilsusystir í Sandoynni og í Skúvoy verður nú lýst leyst. Hildur við Høgadalså, varaleiðari í Heilsurøktini, heldur tað vera harmiligt, at størvini eru so nógv niður- skorin. Men hetta er gjørt fyri at kunna halda játtanina hjá stovninum. Størvini eru nå normerað soleiðis, at til hvort heiltíð- arstarv sum heilsusystir skulu 100 eindir. Hvør eind er antin eitt pinkubarn ella 10 skúlabórn. Tað vil siga, at til hvørt heiltíðarstarv skulu vera 100 pinkubørn ella 1000 skúlaborn ella ein samanseting. - Tað er ov nógv, um heilsusysturin skal gera veruliga dygdargott fyri- byrgjandi arbeiði. til hvørt starvið áttu at verið væl færri bórn, sigur Hildur við Høgadalså. Tað vórðu roknaðar 85 eindir til hvørja heilsusyst- ir, men nú aftaná 1. mars verða roknaðar 100 eindir allastaðni í landinum til hvort fulltíðarstarv. Tilsamans 19 heilsusystr- ar eru í landinum, og bara fáar teirra hava fulla ar- beiðstíð. Beint nú eru øll størvini sett við undantaksloyvi av starvinum í Norðuroyggj- um. Har er heilsusysturin farin í farloyvi, og hóast sýkt hevur verið eftir av- loysara, er eingin skikkaður funnin. Heilsusysturin skal havaserliga útbúgving, men skal ein setast við undan- taksloyvi, er neyðugt, at hon lýkur treytimar fyri at sleppa inn á sjúkrasystrahá- skúlan, og tað gera ikki allar sjúkrasystrar. randi