mikudagur 23. februar 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 37 — 23. FEBRUAR 1994 Síða 15
Samfelags-
kreppan — bernini
og tey ungu
Nógv verður tosað um ráevni ella tilfeingi, men eg
hoyri at ov sjáldan um tað tilfeingið, ið eitur menniskju við
samkenslu, skynsemi, dirvi, vitan og hugflogi. Eg haldi ikki
vit koma langt á leið við at neyðhalda um gamla
hugburðin: Eg havi ikki ábyrgdina, men hini; skít veri við
framtidini, vit liva bert einaferð. Hetta hevur j jú víst seg ikki
at hava verið ein gongd leið. Hugsast má av nýggjum,
annars verða tað tey, ið eru veikast fyri í samfelagum, sum
koma at gjalda. Og tað hava vit dag og dagliga dómi um.,
skrivar Heri Kragesteen, psykologur, í >Sjónarmið< í dag
Í Sosialinum ljóðaði ein
av yvirskriftunum so:
riggar minnir um land
í krigsstødu, og orðini
átti Sigurd Poulsen,
ars ikki er vanur at taka
munnin ov fullan. Tað
hann sipar til í hesum
føri er serstakliga bú-
skaparligu og politisku
kreppuna, kreppuna sum
ríður landinum sum ein
marra og hevur gjørt tað í
nøkur ár. Talan er ikki
um kríggj í vanligari
merking í Føroyum í dag,
men hyggja vit at hvussu
sær út í teimum flestu
heimunum í Føroyum, so
er gerandisdagurin fyri
nógv eitt dagligt stríð
fyri at fáa alt at ganga
upp: Matur á borðið,
klæði á kroppin og tak
yvir høvdid.
Eitt er at búskapur okk-
ara ikki hongur saman,
men tað sum ger trýstið á
familjuna og tann ein-
staka so nógv stórri, er,
at tær almennu trygdar-
skipanirnar, arbeiðsloys-
istryggingin, skúlaverkið,
heilsuverkið og fyri ein
part almannaverkid,
heldur ikki hevur tað
gott. Tað sjónskasta
dømid innan almanna-
økid er stødan hjå dag-
stovunum, har skerjing-
amar nú hava rakað so
meint, at tann tryggleiki
og avbjóðing, sum stovn-
arnir hava staðið fyri, er
álvarsliga hóttur. Aftrat
øllum kemur so, at bank-
ar og sparikassar ikki utt-
an víðari eru sinnaðir at
lætta um peningaligu
byrðuna, ella ikki meira
enn so, at fólk akkurát
hóra undan.
Samtíðartrýstið
Leggja vit aftrat hesum ta
Óvissu, sum annars er um
framtíðina, mugu vit á-
sanna, at hart leikar á.
fatandi og nívandi. Dag
og dagliga fáa vit at vita
gjøgnum útvarp og sjón-
varp, at nú er arbeiðs-
loysið blivið so og so
stórt, nú eru so nógv
fleiri hús farin á tvang,
og nú er tað bert ein
spurningur um tíð til alt
samfelagið skramblar
saman. Fyri ikki at tala
um flytingina av landin-
um, og ráðaloysið hjá
fólki, ið fjølmiðlarnir
hava samrødur við. Og
tað, ið tosað verður um í
heimunum er ofta ikki
stórt mætari. Aftrat tí ið
leikar á her í landinum,
kemur so stødan rundan
um okkum. Serbar og
kroatar eru dagligir gestir
vid døgurdabordid.
Hetta merkir, at karm-
amir peningaliga, ar-
beiðsliga og innihaldsliga
annars um tilveru okkara
eru so håttadir, at trystid,
id liggur å okkum samfe-
lagsliga so stórt, at stødid
verður máað undan tí
| sjålvsøgdu umsorgan,
sum skal til, um børn
okkara og tey ungu skulu
fáa eina uppaling og av-
bjóðing, sum ger at tey,
tá tey gerast foreldur,
kunnu taka sær av sær og
sínum.
Eg haldi hetta at um-
sorganin fyri tí uppvaks-
andi ættarliðnum er hótt,
sum so álvarsligt, at vit
ongantíð ov skjótt taka
okkum um reiggj, skulu
ikki bert eitt, men fleiri
ættarlið knúgva undir
øktum umsorgarsvíki. Og
her nyttar lítið at bíða
eftir politiskum ella ødr-
um loysnum. Vit, tú og
eg mugu gera okkara har
vit kunnu, heima, og í
foreldraráðum og nevnd-
um í stovnum og skúlum,
har børn okkara eru
stórar partar av degnum.
Hví er tað so umráð-
andi at hugsa um um-
sorganina? Tí hon er
grundarlagið undir trivn-
aði og framtíðarvón.
Umsorgan og
framtíðarvón
Foreldur eru fegin um
síni børn. Í dag kanska
meira enn fyrr, tí at bond-
ini millum børn og vaks-
in fyrst og fremst snúgva
seg um kenslur. Tað er
ikki tí at børnini gera so
nógv til nytt, at vit fáa
okkum tey. Vit fáa okk-
um børn, tí tað talar til
sterkar kenslur í okkum.
Tað er gott og mennandi
at vísa umsorgan. Vit eru
glad fyri børnini. Tað
vekjur vón at hava
onkran at hyggja fram-
eftir við og fyri.
Samtíðartrýstið er við
til at gera, at støðugt
fleiri børn og ung gera
vart við, bæði beinleiðis,
sum t.d. í eini sjónvarps-
sending nakað herfyri við
ungfólkum í Hoydølum,
og óbeinleiðis, at líuð og
onki er at gleða seg yvir.
Tí børnini lurta væl eftir
tí vit tosa um, og fáa
nógv við, tá fjølmiðlarnir
varta upp við neyð og
elendigheit, og sjáldan
ella aldrin við nøkrum,
sum ber framá. Tey ungu
og børnini duga ti ofta
illa at hugsa sær nakra
framtíð. Í hvort fall ikki
her heima. Hetta seinasta
benda eisini stílar á, sum
skiilabørn hava skrivað
um framtíðina.
Hugsan og handling
Tað er tí meir umráðandi
enn nakrantíð, at vit sum
vaksin vísa okkara á-
byrgd yvir fyri børnun-
um, nú meiri enn nakra-
tíð áður.
Tað ber til at lata eyg-
uni aftur fyri veruleikan-
um, og láta sum um
kreppan ikki er til, sum
um ágangurin á lív okk-
ara ikki finst. Vit tiga og
nívir okkum ella børnini,
við børnini. Beina burtur
úr huganum tankar og ør-
kymlan okkara. Lata onn-
ur um at finna loysnir,
halda kanska at einfaldar
loysnir eru til. Og hóast
hetta kann tykjast at vera
tað lættasta, so krevur tað
nógv stríð og nógva orku
at nokta fyri framtíðar-
hóttanini. Tað er hart ar-
beiði at lata hugan aftur
fyri tí, sum vit dag og
dagliga verða mint á.
Tað ber eisini til at
flýggja. Flýggja við at ar-
beiða, um ein er so hepp-
in at hava arbeiði, við
ymiskum frítíðarítrivi,
forbrúki, støðugt nýggj-
um upplivingum, ella
hvat vit nú kunnu finna
uppá. Men at vera flótta-
fólk í egnum heimi er
strævið.
Ella vit kunnu fara til
verka. Og tað er tað vit
mugu royna, hóast hetta
er lættari sagt enn gjørt.
Vit kunnu t.d. fáa okkum
kunnleika um hvat í veru-
leikanum fer fram, so at
vit ikki uttan víðari verða
tíkin av fåtin av smørtum
patentioysnum frá polit-
iskari ella privatari síðu.
Henda kunnleika kunnu
vit fáa ymsa staðni, við at
luttaka í politiskum ar-
beiði, felagsarbeiði,
nevndararbeidi ella við at
gera fylkingar, ið seta sær
fyri at verja borg. Og
krevja at fáa verulig svar,
veruligar loysnir og ikki
undanførslur, og ikki vera
bangin fyri at gera okkara
part.
Vit kunnu eisini fáa
okkum eina ábending um
hvør neyðugi kunnleikin
er, við at lurta eftir okk-
ara børnum og ungu. Sum
t.d. teimum ungu, ið
høvdu fiskahandilin >Sjó-
rok« f Havn. Lurta eftir
hvat liggur teimum å jarta
og læra av ti. Tad ber til
at finna styrki í teirra
móti upp á lívið. Ella í 6-
vissuni, ráðaloysinum
ella vreiðini um, at pant
er tikið í teirra framtíð.
Tað er við stødi í um-
sorgan okkara yvir fyri
komandi ættarliði, og við
virðing fyri okkara lívs-
grundarlagi, at vit kunnu
finna styrkina til at
handla ødrvisi og skila-
betri. Úr umsorganini
sprettur vónin um at tað
hóast allan mótgang ber
til at finna meining og
kós. Tað er hetta, sum vit
ikki mugu missa úr eyg-
sjón.
Tað 6møguliga tekur
bert longri tíð
Børn hava, frá tí tey eru
heilt små, evnini at visa
umsorgan, treytad av at
struktivar fyrimyndir.
Børn og ung hava fyri
neyðini at vera saman við
vaksnum, sum í verki
| vísa, at tey taka framtíð-
ina í álvara, og eru hugað
í at hava børnini við í
hesari stremban. Tað
merkir ikki, at øll foreld-
ur skulu fara upp í poli-
tikk, ella gera fylkingar,
men heldur at vit — ikki
minst í tí smáa, í tí dag-
liga — eru før fyri at vísa á
at tað nyttar, at tað ber til,
at nógv er at fegnast um,
hóast alt. Og at kreppan
ikki bert er vandi, men
eisini møguleiki.
Onkur hevur orðað
hetta soleiðis, at tað, sum
tykist at vera 6møguligt,
bert er nakað sum tekur
eitt sindur longri tíð.
Hvat kann
skúlin gera?
Sum liður í menningini
av fortreytunum at liva
eisini í framtíðini heim,
stovnar, skúli og fjøl-
miðlar eina týdningar-
mikla uppgávu mótvegis
børnunum. Sum dómi um
tað skúlin kann gera, vil
eg nevna nøkur aðalmál,
sum eru at finna í eini
svenskari verkætlan um
at gera seg út til framtíð-
ina:
1. Børn og ung skulu fáa
kunnleika um tað, sum
kann bera til. Í skúlanum
skulu tey hava høvi at
kunna seg um tær broyt-
ingarnar, sum eru ávegis
í samfelagnum sum heild.
Tey skulu hava høvi at
fáa eina heildarfatan av
tí, sum leikar á beint nú,
og hvussu hetta kann
síggja út í broyttum líki í
framtíðini.
2. Skúlin skal leggja
doyin á at menna evnini
at finna uppá, og at
kunna hugsa ymiskt,
nógvir vegir eru til Rom.
Eisini skal dentur verða
lagdur á at venja tey at
kunna ímynda sær ym-
iskar framtíðir, møgulig-
ar framtidir, alternativar
framtíðir. Sagt við gðrum
orðum snýr hetta seg um
at menna kreativitetin bjá
3. Tað børnini hugsa um
framtidina skal tvinnast
saman við grundleggj-
andi metingum um hvat
slag av samfelagi, hvat
slag av lívskvaliteti tey
ynskja.
4. Solidaritetur og viljin
til at handla hóast alt,
skal mennast. Tey skulu
stimbrast í at tora at
brúka tíð og kreftir upp á
verkætlanir, sum tæna tí
einstaka líka so væl sum
felagsskapinum.
5. Evnini hjá bórnunum
at klára seg í framtíðini
eiga at byggja á hollan
kunnleika og at kunna
finnast at, ikki at finna
seg í øllum.
Tilfeingið
Hetta er nevnt um
svenska skúlan, men er
líka væl galdandi fyri
føroyska fólkaskúlan, tí
tann endamálsorðing,
sum er galdandi her hjá
okkum, leggur upp til
líknandi uppalingar- og
menningarmøguleikar hjá
næmingunum, sum í Svg-
ríki.
Tað ið nevnt er um
skúlan, kann eisini brúk-
ast sum leiðbeining á
ødrum økjum, uttan mun
til um tað snýr seg um
tíðindaflutningin ella
barnaansingina.
Nógv verður tosað um
ráevni ella tilfeingi, men
eg hoyri at ov sjáldan um
tað tilfeingið, ið eitur
menniskju við sam-
kenslu, skynsemi, dirvi,
vitan og hugflogi. Eg
haldi ikki vit koma langt
á leið við at neyðhalda
um gamla hugburðin: Eg
havi ikki ábyrgdina, men
hini; skít veri við fram-
tíðini, vit liva bert eina-
ferð. Hetta hevur jú víst
seg ikki at hava verið ein
gongd leið. Hugsast má
av nýggjum, annars verða
tað tey, ið eru veikast fyri
í samfelagum, sum koma
at gjalda. Og tað hava vit
dag og dagliga dómi um.
Tí er tað kærkomið og
eggjandi at fólk taka seg
saman at tosa um hvat
kann gerast, tað veri seg
tá talan er um sethúsa-
spurningin, vinnumøgu-
leikar í Leirvík ella >Sjó-
rok< í Havn. Tað er um-
ráðandi at royna at ganga
aðrar leiðir, og ansa eftir
ikki at seta ta gomlu
hurðina í aftur.
Heri Kragesteen