Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 1994síða 24

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

» 55 ere Påskir (1) Nakað áðrenn Jesus doyði á krossinum, síggja vit í Bíbliuni, at tað stendur skrivað um, at Jesus sígur við lærusveinar Sínar, at Hann ætlar Sær inn í Staðin, sum Jerusalem eisini verður kallaður „at teir skulu fara inn í Jerusalem og finna ásin bundið, og fyl hjá tí. »Loysid tey<, segði Jesus, >og leiðið tey til Mín<. Jesus visti at onkur fór at siga >Hvat gera tit, loysa tit fyli««, tá skulu tit siga: >Harranum tørvar tað, og Hann sendir tað aftur higar við tað sama«. Lærusveinarnir fóru nú og gjørdu sum Jesus segði, og nakrir menn spurðu teir hvat teir gjørdu og hví teir loystu fylið o.s.fr., men lærusveinarnir søgdu so sum Jesus hevdi sagt, og tå lótu menninir lærusveinamar fara við ásinum og fylinum til Jesus. Roynið og setið hesi petti saman frá 1. til 5. Hvat sært tå so??? VISTI TU HETTA — um koyring og rúsdrekka? Vilt tú vera væl fyri í spurnarkappingini hjá »Nåttarravnunum« í Utvarpinum í kvøld, so les her! VISTI TÚ: —“ attáiðtalanerum »promille«, verður meint við hvussu nógv alkohol er í blóðinum? — attáiðtalanerum »alkoholprosent«, verð- ur meint við negdina av reinum alkoholi i rúsdrekkanum? (t.d. 42% alkohol, restin vatn og smakkievni) — at verður tú tíkin at koyra bil við 0,8 til 1,2 promille av alkoholi í blóðinum, missir tú koyrikortid og fært bót? (promillukoyring) — atverðurtú tikin atkoyra bil við 1,2 promille av alkoholi í blóðinum, missir tú koyrikortið, fært bót og skalt inn at sita? (rúsdrekka- koyring) — atkoyrirtú bil og kemur tær í óhapp, kanst tú fáa revsing, hevur tú bert lítla nøgd av alkoholi í blóðinum? — at livurin, ið altid arbeiðir við somu ferð, niðurbrýtur alkoholið, sum er komið inn í kroppin? — at livurin hjá miðalfólki (70 kg) megnar at beina fyri uml. 7 g av alkoholi um tíman? promille um tíman? (Hetta kann tó vera sera ymiskt millum fólk, úr 0,1 til 0,25 pro- mille) — attad tekur 1'g tíma at beina fyri alkohol- innihaldinum í einum føroyskum »litlum«, sum inniheldur uml. 10 g av alkoholi? — at ein føroyskur „lítil er uml: 25 ml av snapsi — ein flaska av t.d. »Vedri«/»Silv- ur«, — ella eitt glas av víni? — at alkoholpromillan í blóðinum hjá einum, sum drekkur niður í tóman maga, verður størri, enn tann hjá einum, sum drekkur og hevur etið ella samstundis etur, hóast sama negd verður drukkin? — at alkohol minkar um evnini at síggja í nått- armyrkri? — atalkohol minkarum evnini at síggja til sid- umar? — at alkohol minkar um evnini at reagera skjótt, t.d. at bremsa? — at alkohol ger, at fólk fáa trupulleikar av at skilja millum grønt og reytt? — atsambærtkanning hava 17% av føroying- um onkuntid koyrt bil åvirkad av rús- drekka? (Sama kanning í Finnlandi, Noregi og Svøriki gav úrslitið 6-7%) — at meginparturin av teimum ålvarsligu ferðsluvanlukkunum eru orsakaðar av rús- drekka? — at meginparturin av teimum, sum verða handtikin fyri at koyra ávirkað av rús- drekka, verða tíkin um næturnar í vikuskift- unum? KELDUR: H. D. Joensen: >Rúseitur, turvelvandi dregg= 1987 Jørgen Green: »Hvad ved vi om alkohol?« 1992 Føroya Legting: »Ferdslulégin« 1988 Kanning hjá Narkotika- og Rúsdrekkaráðnum Ráðið fyri Ferðslutrygd Annar sunnudagur í føstu Kollekt. Latum okkum øll biðja: Harra, vár Guð, himmalski faðir! Vær biðjum teg, at tú við heilaga anda tínum vilt styrkja hjørtu okkara og gera okkum føst í trúnni og vónini um náði tína og miskunn, fyri at vit, tó at tað er grund hjá okkum at óttast vegna alla synd og óverðug- skap okkara, kortini sum hin kánaneiska kvinnan mega troysta á náði tína, og í allari synd og freisting okkara fáa hjálp og bjarging hjá tær fyri elskuliga son tín, Jesus Krist, váran harra, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen. Epistulin skrivar Jákup ápostul, 5. kap. 13. v. og út. Hevur nakar av tykkum tað ringt, tá biði hann; veit nøkrum væl við, tá syngi hann lovsong! Er nakar sjúkur tykkara millum, tá kalli hann til sín hinar elstu av kirkjuliðinum, og teir skulu halda bøn yvir honum og salva hann við olju í Harrans navni; og tråarbønin skal gera hin sjúka frískan, og Harrin skal reisa hann aftur á fótur, og hevur hann gjørt syndir, skulu tær verða honum fyri- givnar. Játtið tí syndimar hver fyri gørum og biðið hver fyri ørum, fyri at tit mega verða grøddir. Megnað bøn av rættvisum manni er sum vit; og hann bad ta bøn, at tad ikki skuldi regna, og tað regnaði ikki á jørðina í ry ár og seks mánaðir; og hann bað aftur, og himmalin gav regn, og jørðin bar grødi sína. Brødur mínir, um einhver tykkara millum villist frá sannleikanum, og einhver vendir honum aftur, tá skal hann vita, at tann, sum vendir einum syndara frá hansara villa vegi, hann bjargar eini sál frá deyða og fjalir fjøld av syndum. Og ein úr fjøldini svaraði honum: „Meistari, eg kom higar til tin við syni mínum, sum hevur ein málleysan anda; og hvar ann so kemur á hann, syftir hann hann niður, og froðan veður um munn- in á honum, og hann gríslar tenn, og hann kemur burtur í einki. Og eg segði við lærusveinar tínar, at teir skuldu reka hann út; men teir vóru ikki førir fyri tí<. Men hann svaraði teimum og segði: »O, tú vantrúna slekt! Hvussu leingi skal eg verða hjá tykkum? Førid hann til min!« Og teir førdu hann til hansara. Og við tað sama hann sá hann, sleit andin í hann, og hann fell niður til jarðar og lá og veltist, og froðan vóð um munnin. Og hann spurdi faðir hansara: >Hvussu langt er tað síðan, hetta kom á hann?< Men hann segði: >Frá barna- árunum. Og ofta hevur hann kastað hann bæði í eld og vatn fyri at forkoma honum; men um tú ert nakað mentur, tá miskunna okkum og hjálp okkum<. Men Jesus segði við hann: >Um tú ert mentur! Alt er møguligt fyrihonum, sum tryr«. Í stundini skar bamsins faðir í róp og segði grátandi: >Ég túgvi; hjálp tú vantrúgv mini!« Men tå id Jesus så, at mannamúgvan tyrplist samanum, hóttaði hann at hinum óreina andanum og segði við hann: >Tú málleysi andi og deyvi! Eg bjóði tær, far út úr honum og far ikki meira inn í hann!« Tá rópaði hann og sleit ógvuliga í hann og fór út; og hann varð sum eitt deytt, so at flest øll søgdu, at hann var deyður. Men Jesus tók í hondina á honum og reisti hann upp, og hann reis á fótur. Og tå ið hann var komin til húsa, spurðu lærusveinar hansara hann einsæris: „Hvussu bar tað til, at vit ikki vóru førir fyri at reka hann út?< Og hann segði við teir: >Hetta slagið fer ikki út við nøkrum uttan við bøn og føstu«.