Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Kvinnur verða álopnar Sama um tær sjálvar taka lut í andstøduvirksemi ella bert eru skyldar við andstødingar, eru kvinnur Nr. 46 — 8. MARS 1994 um allan heim fyri mannarættindabrotum Djamilah Abubakar varð funnin deyð við vegjaðaran tveir dagar aftan á at hon varð handin av indonesisk- um hermonnum í mars 1991. Hetta var endin á tveimum árum, har herurin hevði jagstrað hana bara tí at hon var gift við ávísum manni. Maður hennara Mo- hammad Jasin bin Pawang Piah var undir illgruna fyri at vera limur í vápnaðu and- støduni Aceh Merdeka, sum berjist ímóti indones- iskum ræði á Aceh. í samband við herin miðjan juni 1989, tá tíggjutals her- menn rannsakaðu húsini eftir manni hennara, sum er útróðrarmaður. Tá hon segði teimum, at hann var á útróðri og ikki kom heim aftur fyrr enn um nakrar dagar, hildu teir hana lúgva og noyddu hana at viðganga at Jasin var limur í Aceh Merdeka. Hon varð noydd at lata seg úr klæðunum, og tá hermenninir rýmdu, settu teir eld á húsini, sum brunnu í grund. Djamilah kom fyrstu ferð Verið við í herferð okkara Rahila er ein av teimum dripnu, sum er við í åtakinum hjá Amnesty International ímóti »hvørvingum« og politiskum morðum. Offur fyri mannarættindabrotum verða ofta sýnd fram sum ein hópur uttan andlit. Tær størstu myrð- ingarnar verða skrásettar í søguni og rundaðar upp til nærmastu tíggju tåsund. Øll ofrini eru einstaklingar, menniskju eins og tey dømini, vit taka fram. Teirra er lívið handan lygnirnar. Hetta er okkara hgvuðs altjóða átak i 1993/94. Vit vóna, at tað vil noyða stjórnirnar til at steðga »hvørv- ingum« og politiskum morðum, og seta sær sum mið at forða fyri slíkum ræðuligum mannarættinda- brotum í framtíðini. Ein máti at forða fyri mannarættindabrotum er at føra teir seku fyri rættin. Hetta hendir sjáldan í teim- um londu, sum vit við hesum átaki okkara hava í brennideplinum. Í flestu teirra eru ongantíð tikin so- mikið sum stig til rættligar kanningar av »hvørving- um« og politiskum morðum. Umboðsmenn fyri stjórnina fremja ræðuligar brotsgerðir, uttan at verða revsaðir. Gjølligar kanningar av brotsgerðum eru av týdningi, um sanleikin skal koma fram. Offrini, teirra avvarðandi og samfelagið sum heild, hava gll ein livandi áhuga fyri at vita sannleikan um manna- rættindabrotini. At føra tey seku fyri rættin sendir eisini heilt greið boð út um, at brot á mannarættindini verða ikki told. Vit vilja hava stjórnirnar til at gera eina grein fyri teimum »horvnu« og seta í verk rættar og ópartískar kanningar av politiskum drápum og »hvørvingum«. Vit vilja hava tær til at koyra tey seku fyri rættin. Vit vilja eisini hava stjórnirnar at lata familjunum hjá offrunum samsýning. Kring allan heimin sita milliónir av fólki, sum hava mist foreldur, mann ella konu og mugu liva í størstu armóð og neyð, tí at teirra avvarðandi eru >horvin< ella politiskt myrd. Okkara átak vil leggja trýst á alheims samfelagið at taka sína ábyrgd í álvara — igjøgnum ST ella aðrar millumtjóða felagsskapir — og forða fyri »hvørving- um« og politiskum morðum; og á altjóða stigi at skapa møguleikar fyri at fáa teir seku fyri rættin, har tað frammanundan ikki hevur borið til í landinum sjálvum. Legg tína rødd aftrat okkara. Verð við í herferð okkara. Skriva til leiðaran í SLORC í Myanmar. Sig, at ti hevur lisið um, at Rahila varð politiskt myrd. Bið um at fáa hetta kannað nágreiniliga og ópartískt, og strong á fyri at fáa teir seku fyri rættin. Send bræv títt til: General THan Shwe/Chairman/ State Law and Order Restoration/Ministry of De- fence/Signal Pagoda Road/ Yangon/ Union of Myanmar. Djamilah flýddi til eina aðra bygd, har hon búði hjá skyldfólki. Eitt hálvt ár seinni komu hermenn í ta bygdina at ávara fólk móti at hýsa nøkrum, sum hevði við Aceh Merdeka at gera. Djamilah var ein av teim- um, søgdu hermenninir, so hon var noydd at flýggja til einaaðra bygd, har hon búði í eitt ár. Stutt eftir at mað- urin hevði vitjað hana har, var hon handtikin og dripin. Í ár, 1994, er S.T. altjóða familjuårid og tann 15. mai verður árligi altjóða fa- miljudagurin. Tað finnast nógv prógv | fyri at stóðan hjá kvinnun- um í ættini og húskinum verður brúkt til yvirgang móti kvinnum um allan heim. Kvinnur verða ofta mettar at vera >bleytar< og verða fongslaðar, píndar og dripnar av ú at tær eru skyldar við menn, sum eru undir illgruna fyri andstøðu móti stjórnini. Í Burundi varð tann 27 ára gamla Maria Mawazo drip- in av tí at maður hennara var undir illgruna fyri at halda við uppreistrarmonnum. Tann 27. november 1991 rannsakaðu hermenn húsini hjá teimum í Muzinda, ein lítil býur 15 kilometrar norðan fyri høvudsstadin Bujumbura. Teir vóru komnir at handtaka mannin Isidore Ciza, sum var undir illgruna fyri at stuðla ein uppreistrarbólk Frælsis- flokkin hjá Hutufólkinum, sum hevði gjørt álop á Tíðindablaðið stjórnardeildir tríggjar dag- ar frammanundan. Her- menninir søgdu eisini, at teir leitadu eftir våpnum. Teir funnu ikki Isidora Shin Sook Ja, 50 ára gomul útvarpskvinna við døtrunum Oh Hae Won, 17 år og Oh Kyu Won, 14 ár. Tær hava sitið í varðhaldslegum í Norður-Korea í sjey ár. Tær vórðu tiknar í november 1986 stutt eftir at maður Shin Sook, Oh Kil Nam, hevði bidid um politiskt frið- skjól í Danmark. Hann hevur ikki fingið samband við tær ella fingið at vita alment hvat er vorðið av teimum síðan í 1986. Í 1989 sótu tær helst í einari »enduritbigvingar« ar- beidslegu í Hamgyoung landspartinum Ein kona, sum tatmadaw neyðtóku Ciza, eiheldur nøkur vápn. Ístaðin funnu teir ræðslu- slignar kvinnur og børn, sum teir hevndu seg inná bæði skjótt og ræðuliga. Eftir at tey vóru tvingað inn í húsið, tveittu teir eina gra- nat inn og øll doyðu uttan ein. Aftan á at granatin var gingin av, fóru nakrir av hermonnunum inn í húsið og skutu børnini. Beatrice Tabu, onnur kona Isidore, var tann einasta, sum slapp undan á lívi. Hon hevði krógvað seg undir einari song. Mótmæli komu úr nógvum londum men stjórnin segði, at tey vóru dripin í skotbardaga við uppreistrarmenn. Kvinnur og børn vóru millum tey tíggjutúsundtals fólk, ið vórðu dripin av her- monnum og brotsmanna- liðum aftan á eina kvettroynd í Burundi í oktober 1993. Fleiri av kvinnunum vórðu dripnar ella álvarsliga særdar, meðan tær royndu at verja børnini, sum eisini vórðu dripin. fleiri londum eru kvinn- ur fongslaðar atrevsa menn- inar fyri andstøduvirksemi. Aðrar kvinnur verða havdar sum gíslar at noyða mennin- ar at geva seg yvir. Í Tunis hava myndugleik- amir fongslað kvinnur í hópatali. Nógvar av teimum hundraðtals kvinnunum, ið eru fongslaðar seinastu tvey árni, eru píndar og illa við- farnar ella hóttar við at verða neyðtiknar. Nógv tær flestu vórðu tiknar av tú at tær vóru konur ella skyld- konur hjá omnnum, ið høvdu samband við ólóg- liga íslamska felagsskapin Al-Nahda ella tunesiska kommunistaflokkin. Tær flestu vórðu avhoyrdar um, | } Er ——