Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 47 — 9. MARS 1994 Síða 3 Árni Olafson og David Anderson, samráðingarleiðarar tosa við løgmann. Mynd kalmar Ba son, hvussu slíkar sam- ráðingar kunnu vera vina- rligar, tá hugsað verður um, at bretar gera krav upp á stór øki, sum før- oyingar halda er teirra ogn? -Hetta er nettup spurn- ingurin: hvat er føroyskt og hvat er bretskt ski! Har altjóða lóg ikki heilt kon- kret sigur, hvar markið skal vera, har mugu vit so royna at finna fram til semju um hetta. David Anderson heldur ikki, at málið er so einfalt, sum onkur vil gera tað til. Hann vísir til samráðing- arnar, sum vóru við Írland. Tær vóru eisini torførar, men tað eydnaðist at finna eina loysn. Munurin millum tær samráðingarnar og hesar er tann, at tú her hevur nógvar oyggjar bæði føroysku megin og bretsku megin. Talan er ikki um eina beina strandalinju. Tað er tí tann stóri spurningurin, hvussu tú setir eitt mark millum slíkar oyggjar. Bretski samráðingarleið- arin vísir aftur, at tað eru olju- og gassfund við mið- linjuna, sum eru orsøkin til, at bretar nú vilja hava eina loysn. Hann vísir á, at tað er umráðandi fyri bret- ar at fáa hetta seinasta pettið av markinum kring Bretland ásett uttan mun til, hvørji áhugamál annars megu vera í tí umstridda økinum. loysn. -Nakað annað er, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri bæði okkum og før- oyingar at ásett eitt mark, leggur hann aftrat. Vit spurdu David And- erson, um seinastu olju- fundini hjá BP og tær nógvur seismisku kann- ingarnar, sum eru gjørdar í økinum, hava betrað um samrådingarstødu teirra. Hann sigur, at hetta hevur ikki beinleiðis nakað við teirra samrådingarstødu at gera. Spurningurin um at áseta eitt mark millum Føroyar og Skotland hev- ur ikki so nógv vid vis- indaliga vitan og próv- førslu at gera. Tað snýr seg her meira um landalæru. Vilja hava góð viðurskifti við Ísroyingar -Nú eru tað nógvir før - oyingar, sum minnast orð- ini hjá Winston Churchill eftir kríggið um at bretar ongantíð fóru at gloyma, hvat føroyskir fiskimenn gjørdu. Nú kenna hesi fólk, at bretar eru við at taka ein part av føroyskum øki og harvið svíkja síni lyfti! -Tað ger mær ilt, um føroyingar hugsa so. Vit hava bert gott at bera føroyingum og ynskja tykkum alt tað besta. Vit hava verið sega vælkomnir og eg ivist ikki í, at fleiri og fleiri bretar fara at nýta høvi at vitja tykkara vøkru oyggjar. Vit vilja eisini framhaldandi hava góð viðurskifti vid føroyingar. David Andersen visir annars á, at tað er ikki talan um at taka nakað frá føroyingum, sum føroy- ingar eiga. Ti nettup or- søkin til hesar samrådingar er at finna fram til, hvat hoyrir til Føroyar og hvat til Bretland. Og måtin at finna fram til eina loysn er at brúka altjóða lóg, sum í hesum førinum gevur báð- um pørtum rætt í sínum sjónarmiðjum. Og har henda lóg ikki røkkur mugu so sínámillum sam- ráðingar til. Bretski samráðingar- leiðarin sigur, at teir fara at hava nýggjan fund í mai. Hann heldur sjálvur, at nú er verulig gongd komin á samráðingarnar og ætlanin er, at tað skulu ikki vera meira enn seks vikur millum fundirnar. Árni Olafson, formaður í føroysku samrådingar- nevndini er meira bjart- skygdur í dag, enn hann hevur verið. Hann heldur, Blaðið Barnatíðindi, sum Jákup Berg sjálvur gevur út, er aftur at fáa. Í blaðnum eru nakrar týddar søgur, ein fram- Barnatíðindi - koma framvegis at partarnir hava nærkast hvørjum ødrum og at tað helst fer at bera til at finna eina samrådingarloysn um ikki so langa tíð. Hann heldur ikki, at tað verður aktuelt at fara til altjóða dómstólin í Haag við málinum. Hesi metingini tekur bretski samráðingar- leiðarin undir við. jan haldssøga, og ein før- oysk huldusøga er eisini vid. Hetta er 53. årgangur av Barnatíðindum. VALUTAKURSIR Dollari Pund Markur Króna Króna Frankur Frankur Frankur Gyllin Liri Markur Króna USA Bretland Týskland Sveríki Noreg Frakland Belgia Sveits Holland Italia Finnland island Eysturriki Spania Portugal Kanada Japan Írland Pesetas Escudos Dollari Yen Pund Grikkaland Drakmur 08.03.94 Skillingur 55,493 sibsta mån. 671, 70 997, 94 391, 89 83, 78 90, 37 115,30 19, 045 469, 88 349, 01 0, 3971 120, 86 9,26 55, 729 4,812 3, 851 498, 11 6, 4327 959, 12 2, 705 669,80 997,67 390,33 83, 82 90, 02 114,87 18, 960 466,27 347,59 0,3961 120,99 9,20 4,744 3,798 494,28 -6,3542 956,47 2,694 Kelda: Føroya Sparikassi Kvinnurådstevnan - FORUM 94 ALLAR kvinnur eru vælkomnar í Mettustovu Í sambandi við fyrireikingar til kvinnuráðsteynuna FORUM 94 í Åbo 1.-6. august 1994. Opið er hvert . mikukvøld kl. 20—22. Telefon: 16938/12880 og faks: 12545. Njål og Georg Triggir av manningini í føroysku sendinevndini støkka inn á gólvið hjá løgmanni eftir strævnar men positivar samráðingar við bretar. Fv. Jørgen Nørgaard frå danska orkumålarådnum, Martin Heinesen, jardfrødingur og leiðari av oljufyrisitingini og Dánjal Nolsøe, løgfrødingur. Hann er ráðgevi hjá samráðingarneyndini. Mynd kalmar David Anderson vísir eisini aftur, at bretski olju- ídnaðurin leggur trýst á teir at fáa eina skjóta dansitónleikur ið dugir tel. 1-1820 lok: 18