mikudagur 9. mars 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 47 — 9. MARS 1994
Síða 4
Emil Nolsøe, form. í felagnum Trolskip. Mynd: Kalmar
Tíðindablaðið (STÐ
Trolaraflotin í verkfalli verður liggjandi:
Kann ikki veiða
ftir nýggju logini
— Vit hava einki at fara útaftur til og trolaraflotin verður liggjandi
til aðrar reglur verða at veiða eftir, sigur Emil Nolsge, formaður í
felagnum Trolskip
Seinnapartin mánadagin
helt felagið Trolskip fund í
Havnar Klubba. Fundurin
varð hildin, aftaná at teir
seinastu trolararnir vóru
innkomnir mánadagin.
Trolararnir eru í verkfalli og
teir hava onga ætlan um at
fara útaftur fyrr enn lógin
um kvotaskipanina verður
broytt soleiðis at trolararnir
eisini fáa veitt eftir henni.
Í nidurstøduni av fund-
inum krevur felagið, at ein
nevnd verður niðursett.
Hendan nevnd skal evna
aðrar reglur at veiða eftir,
enn tær sum vórðu sam-
tyktar í løgtinginum sein-
asta fríggjadag. Nevndin
skal vera mannað av um-
boðum fyri vinnuna og
Fiskirannsóknarstovuna.
Felagið vísir á í niður-
støduni, at um lógin um
vinnuligan fiskiskap verður
Fundurin hjá eigarunum av ísfiskatrolarunum undir Føroyum varð hildin í ståsiligum hølunum hjá Havnar Klubba
og fleiri tóku orðið. Standandi aftast til høgru er Hans Andrias Dam, reiðari á Skipafelagnum. Mynd: Kalmar
lyst, vil tað føra við sær, at
manningarnar ikki kunnu
halda fram í arbeiði og enda
sostatt á arbeiðsloysisskip-
anini.
Felagið mælir til, at allar
avtalur millum Føroyar og
Danmark, sum eru gjørdar
seinasta hálvt annað árið,
verða endurskoðaðar. Í hes-
um sambandi eigur tann
samlaða samfelagsstødan
at verða vidgjørd og ikki
bert einstøk mál tíkin burtur
úr heildini.
Landsstýrið ikki fylgt
Bygnadarnevndin
Felagið Trolskip vísir á,
at landsstýrið seinasta heyst
bant seg yvirfyri donsku
stjórnini at seta lóggávu í
verk fyri veiðuna við Før-
oyar, grundað á tilmæli hjá
Bygnadarnevndini.
Lógin skuldi serliga
verða grundað á, at fiskast
skuldi ikki meira enn tilrátt,
at ásettu kvotumar pr. skip
skuldu verða umsetiligar,
møguleikan fyri at leggja
tilrættis hvussu mest fæst
fíggjarliga burtur úr kvot-
unum, og at kvoturnar
skuldu býtast sambært
søguligum tølum.
Bert tað fyrsta hevur
landsstýrið eftir hørðum
trýsti frá donsku stjórnini
tíkið til eftirtektar.
Søguliga fyri vanbýti
Felagið Trolskip er sera
ónggt við, at kvotabýtið
ikki er gjørt eftir søguligum
tólum. Søguligi parturin av
toski hjá trolarunum er
skorin niður í helvt, søgu-
ligi hýsuparturin er skorin
niður í ein triðing, umframt
at parturin av upsa er mink-
aður. Veiðan hjá trolar-
unum verður á hendan hátt
samansett soleiðis, at bæði
nøgd og meðalprísir gera, at
tað ikki á nakran hátt ber til
at fáa skipini at bera seg.
Demdir á húsagang
Lógin fylgir heldur ikki
tilmælinum frá Bygnaðar-
nevndini, at kvoturnar
skulu verda umsetiligar
Hetta førir við sær, sigur
felagið Trolskip, at trol
ararnir eru dømdir til at fara
á húsagang.
Vit vita ikki um nakað
dómi nakrastaðir, har
vinnugrundarlagið við lóg
er tíkið frá einum vinnu-
bólki, eins og Føroya
Landsstýri hevur gjørt við
trolararnar, sigur Felagið
Trolskip.
— Seinastu árini hevur
verið tosað um at frægast
var at leggja ein part av
flotanum, so meir skuldi
verða eftir til restina. Tá nú
útvið helvtin av trolaraflot-
anum er lagdur, verður
restin skerd ógvusliga,
sigur felagið.
— Nógvi av teimum, sum
eiga trolararnar eru privat-
menn, sum hava spent seg
út fíggjarliga fyri at varð-
veita arbeiðspláss. Men nú
verður lóggivið, at teir
skulu missa síni arbeiðs-