Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

! Tidindabladid (ES, Nr. 52 — 16. MARS 1994 Signar á Brúnni, landsstýrismaður í samferðslu: == ; Atlantic Airways á p p - = hott av husagangi 5 Signar á Brúnni, landsstýrismaður, sigur við norðurlendska ferðavinnu- blaðið Stand By, at Atlantic Airways er hótt av húsagangi, um undirskotið heldur fram. — Um Mærsk ikki gevst at flúgva millum Danmark og Føroyar, mugu vit rokna vid, at Atlantic Airways noyðist at gevast, sigur hann Landsstýrismaðurin, sum umsitur samferðslu í Tinga- nesi, Signar á Brúnni, málar eina rættiliga svarta fram- tíðarmynd av Atlantic Air- ways í norðurlendska ferða- vinnublaðnum Stand By, ið kom út fyri fáum døgum síðani. Sambært — landsstyris- manninum kunnu fylgjum- ar av framhaldandi virk- semi hjá danska flogfelagn- um Mærsk Air í Føroyum verða, at Atlantic Airways noyðist at gevast. Ov fá ferðafólk Tað er eingin loyna, at bæði Atlantic Airways og Mærsk Air hava ov fá ferða- fólk at flúgva millum Før- oyar og Danmark, og tí er rutan ein undirskotsruta fyri báðar partar. At landskassin so heldur ikki kann loyva sær at lata Atlantic Airways meira stuðul, enn gjørt er higartil, Á — Signar á Brúnni, landsstýrimaður í samferðslumálum ger støduna hjá landsstýr- inum enn truplari í hesum Í fjør mátti landskassin av við eina millión til Atlantic Airways fyri at dekka und- irskoti, føroyska flogfelag- ið hevði av Føroya-rutuni. - Vit ganga útfrá, at Mærsk Air ikki fer at lata Føroya-fligvingina frá sær til Atlantic Airways. Eftir- sum vit ikki ynskja, at Atl- antic Airways gevst, mugu vit royna aðrar leiðir, sigur Signar á Brúnni við Stand By. — Tí byrjar Atlantic Air- ways 27. mars at flúgva millum Keypmannahavn og Tróndheim. Nýggja yvirskotið dekkar undirskotið Víðari sigur landsstýris- maðurin, at væntaða yvir- skotið av hesi rutuni fer væl og virðiliga at dekka undir- skoti av Feroya-flúgving- ini. Samstundis vísir hann á, at yvirtøkan av tyrludeildini hjá Strandferðsluni fer at geva nakrar krónur í kassan hjá Atlantic Airways. Her væntar landsstýrið at spara eina millión. Spurdur, um hvørjar vónir landsstýrismaðurin hevur fyri framtíðini hjá føroyska flogfelagnum, sigur Signar á Brúnni, at tað er meint í álvara, at felagið er hótt av húsagangi, um tað framveg- is fer at geva undirskot. — Men eg eri av teirri fat- an, at nýggja virksemið — Tróndheims-flúgvingin og tyrluflúgvingin — kunnu skapa betri figgjarstødu hjá felagnum, og at tað soleiðis fer at klára seg — hóast alt, endar landsstýrismaðurin samrøduna við Stand By, ið heldur hetta evnið hava so mikið stóran áhuga, at tað er ovast á breddanum á for- síðuni á mars-Ulgåvuni. hj. Mærsk Air fær dura- fjordingin í Grønlandi Grønlendska heimastyrid og Grønlandsfly fáa einar 15 mið. kr. í vinningi frá SAS, um Mærsk Air ikki longur sleppur at flúgva millum Narsarsuaq og Keypmannahavn Flúgvingin hjá Mærsk Air felagið fær nú durafjórðing- in í Grønlandi, til fyrimuns fyri tað stóra nordurlendska flogfelagið SAS, ið hereftir skal hava alla flúgvingina millum Grønland og Dan- mark um hendi. Hetta skrivar stóra norð- urlendska ferðavinnublað- ið Stand By. Orsøkin til hesa avtaluna, ið SAS hevur fingið við grønlendska heimastyri, er drúgt trýst frå landsstýrin- um, ið vil fáa part í inntøk- unum av flúgvingini hjá SAS millum Keypmanna- havn og Syðra Streymfjørð- in. SAS hevur upplýst, at yvirskotið á hesi rutu liggur um 9 mið. kr., men aðrar keldur vilja vera við, at tað rætta talið heldur er 41 mió. kr.-tað vil siganógv hægri, enn SAS uppgevur. Sambært avtaluni fær Grønlandsfly einar 15 mió. kr. burturúr, og samstundis avklárað, hvussu rutan mill- um Narsarsuaq og Syðra Streymfjørdin skal verða avgreidd, men har eru fleiri møguleikar, ið kunnu royn- ast — eitt nú at SAS av og á flýgur um Narsarsuaq, ella at SAS leigar eitt flogfar at flúgva millum Narsarsuaq og Syðra Streymfjørdin. Í hvussu er er greitt, at um summarið verður fast sam- band beinleiðis millum Narsarsuaq og Keyp- mannahavn, men tað verður sjálvandi SAS, ið kemur at standa fyri teirri flúgving- ini. Mærsk Air verður sett utt- an fyri alla hesa flúgvingina á tann hátt, at flogfelagið snøgt sagt ikki fær longt sáttmálan við Grenlands- fly. Bllig farmaflúgving Fyri Grønlandsfly kemur hetta eitt nú at merkja, at grønlendska felagið — uttan at skula av við eina krónu — fær loyvi at útnytta farma- flågvingina úr Grønlandi, meðan SAS framhaldandi fer at taka sær av øllum . SAS skal røkja Danmarkar-flúgvingina úr Grønlandi farmaflutningininum loft- vegis til Grønlands, ið er heili 85% av farmaumsetn- inginum millum Grønland og Danmark. Samstundis ætlar Grøn- landsfly at skapa ein markn- að fyri farmaflutningi loft- vegis suðureftir. Ætlanin er at hava kappingarførar prís- ir, so stóra fiskiútflutnings- fyritøkan Royal Greenland, flyta feskan fisk år Grøn- landi til europeiska markn- aðin. Eisini ætlar hjá Gren- landsfly hendanvegin at lata íslendskar og norskar fiska- útflytarar fáa møguleikan at flyta út eitt nú feskan laks til fremmandar marknaðir, so sum Japan. hj. Gongur alt eftir ætlan hjå føroyska flogfelagn- um Atlantic Airways, so skal nýggja rutan mill- um Keypmannahavn og Tróndheim, ið Atlantic Airways byrjar at flúgva 27. mars, geva felagnum einar 6-7 mió. kr. í vinn- ingi. Eydnast hesin mál- setningur, fer Atlantic Airways samstundis at sleppa av við undirskot- ið, ið felagið hevur av Føroya-flågvingini. Í fjør noyddist landskass- in at gjalda eina millión at dekka undirskot við, men nú ber ikki til meira at fáa pening hagani. Atlantic Airways yv- inekur rutuna, ið SAS hevur havt um hendi áð- ur, men nú gevst við. Og hóast fleiri tykjast iva- som, nú Atlantic Air- ways tykist yvirtaka havnað, verður roknað við, at hetta kann gerast ein rættiliga kærkomin og stødug inntøkukelda hjå føroyska flogfelagn- um Samstundis sum byrj- að verður at flúgva á tí nýggju rutuni, broytir Atlantic Airways sínar fráfaringartíðir, so tær eru næstan tær somu sum tær hjá Mærsk Air. Hetta hevur tirrað dan- ir nakað, og teir hava eisini kunngjørt, at teir fara at broyta sínar tíðir, so teir ikki verða aftur- útsigldir av føroyska flogfelagnum i Føroya- flúgvingini. Atlantic Airways fer nú fyrst úr Tróndheimi til Keypmannahavnar um morgunin, áðrenn farið verður til Føroya, og tá flogfarið er komið aftur til Danmarkar, er dagliga eftirlitið frá kl. 15 til 22 í Kastrup, áðr- enn flogið verður aftur til Tróndheims. Mærsk Air svarar nú aftur við eisini at broyta sínar fråfaringartidir, so alt bendir á opið kríggj á Føroya-rutuni í kjalar- vørrinum á nýggju inn- tøkukelduni hjá før- oyska flogfelagnum. At bædi Føroya-flog- førini hereftir hava so fer f hvussu er at lækka tænastustødid å Føroya- rutuni munandi. Men hvørki felagið vil bakka fyri hinum… hj.