Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 52 — 16. MARS 1994 Tíðindablaðið Michael Matras, lærari á Grækarismessu í Klaksvík: -Røkid Michael Mairas: -Eisini hjå okkum lærir neyd nakna -Latið okkum gera okkara til, at fuglalívið trívist eins væl har tað er nærbýlt, har tað er fábýlt sum í óbygdum. Og latum okkum røkja nytslufuglin við skili og varðveita stovnin, eins og vit eisini verða at umsita og hagreiða fiskastovnin við skili segði Michael Matras, lærari m.a. í áhugaverdari rødu síni á Grækarismessu í Klaksvík. Gott fundarfólk! Góðu á- hoyrarar, hornblásarar og skótar! Í dag halda vit grækaris- messu, ein av gomlu merk- isdøgum okkara. Vit gleð- ast yvir, at ljósið er við at komanorður aftur til okkara eftir ein myrkan vetur, har dapurskygni hevur økst mánað eftir mánað, orsakað av tí stóra arbeiðsloysinum, vit hava havt. Dagarnir togna og sinnið gerst lættari, og vónirnar birtast aftur um betri tíðir. Hesin hátíðardagurin stavar upprunaliga frá ka- tólskari tíð til minnis um ríkmanssonin Gregor tann stóra, ið seldi allar ognir sínar á Sisilia og stovnsetti 6 klostur á hesi oyggj eins og hann eisini umbygdi væla hús síni í Roma til klostur og sjálvur gav seg í Harrans tænastu sum munk- ur. Og í 590 varð hann ein- mælt valdur til páva, og varð hann ein av dúgligu monnunum, ið verið hava í hesum starvi. $ kvinnu at spinna. Her krevst samanhald og nýhugsan, so tað munar. Men vit halda henda dag at bjóða tjaldrinum væl- komið aftur á klettarnar av ferð úr londum, ið liggja sunnan fyri okkum. Ikki ti, tjaldrið er ikki fyrsti flytifuglur higar. Longu nakrar dagar fyri pálsmessu fóru bæði lom- vigan og súlan at leggja sær skógvarnar í blot, sum teir gomlu málbóru seg, og sjálvan pálsmessudag søgdust hesir fuglar at nema oyggjar okkara. Og ein annar snotiligur fuglur, ravnurin, er longu farin at reiðrast, áðrenn tjaldrið kemur. Imynd um trúskap Men tjaldrið fær hesa mót- tóku, tí tað er tjóðfuglur okkara; tað er ímynd um trúskap. Hóast tað mangan fær eina kaldliga móttøku við stormi, regni, frosti og ødrum veðurlagstrupul- leikum, og tá tað millum krossmessu og hålvarssøku verpur, og tá tað klekir, ár um ár verður eggrænt av kráku, likku, ravni, skúgvi, åtiløgukøttum 0.9.,so vitjar tað tó trúliga aftur á hvørj- um ári til tað reiður, sum tað elskar mest. I nøkur ár hevur tó verið tátt á grækarismessu, men í ár liggur hin hvíti um alt landið. Drúgvasti kavi, tjaldrið hevur drigist við í mínari tíð, var í 1947, tá hann longu á kyndilsmessu fór at kava, fyrst sum eitt uppris av útsynningi fyri at menna landnyrðingin, hann fór at mylja kavan niður, og skjótt varð stórkavi; tað var eingin glotti, tað kavaði, regnaði, frysti og kavaði. Tá fingu tjøldrini og aðrir fugl- ar eina ringa viðferð, eins og seyður, sum ikki fitiart var í, sóu út sum kruvdir skarvar, og í summum hagapørtum vóru 1 og eingin seyður eftir. Og hetta helt á til væl út í mai. Tá var ikki tespiligt at vera tjaldur. Tað er ein av hugnaligu heiðafuglum okkara. Gongur tú í reiðrartíðini gjøgnum hagan á degi ella á nátt, so halda tveir av teim 4 eyðkendastu heiðafuglun- um seg at kalla kvirrar, tað eru spógvin og myrisnipan, meðan hinir báðir, lógvin og tjaldrið, láta at kalla alla tíðina, meðan tú gongur gjøgnum teirra ski. Hevur tú tol við hesum láti, kanst tú njóta og eygleiða øll tey vøkru ljóð, ið seta okkum so ríkan dám á várið og summ- arið. Teir gomlu hildu, at fyrsta tjaldrið, tú sært, kundi boða frá bæði illum og góðum: Sær maður tað flúgva sær ímóti, tá skal eydnan verða honum ljót, og sær hann tjaldur frá sær flúgva, tá skal lukka frá honum sniigva, men sær hann fyrstu ferð tjaldur á lið, tá skal lukkan fylgja honum við So tað ræður um at síggja tjaldrið á lið, um tær skal gangast væl. Tjaldrið sigst verja smá- fuglin móti rovfuglunum, —-