Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

t Tíðindablaðið CELLE Nr. 52 — 16. MARS 1994 Sida 13 Fuglalívið ger Føroyar ríkari. Og ríkari verður tað, tá nýggir fuglar búsetast her. Eg hugsi um grágæsnar, sum nú flúgva oyggjanna millum og eiga her segði Michael Matras í Grækarismessurødu síni. Myndina hevur Kalmar tikið í Havn fyri stutttum. > og tað hevur spiskan nevs- altíð so væl, sum í søguni klógv á lunda sigast vera skaðilig ting, so er tjaldur við sínum spíska nevi eisini hættisligt at koma í holt við hjá fíggindum. Grækarismessudagur er feigdardagur í Gerðum: fyrst skalvalopini 1745 og 1765 og síðan Norðistovu- báturin, sum fórst í 1910. Fuglaljóð eru vekur og lívgandi, gevur tú tær far um tey. Ein hin vakrasta nåttin, eg minnist, var í Jútlandi 1974, har danski fuglafrød- ingurin, Emil Liitker, frå kl. 1.30 til kl. 7 å morgni gekk gjøgnum skógin við flokki av lærarum, og greiddi frá, nær teir ymsu fuglarnir fóru at láta, og hvørji fuglaljóð, vit hoyrdu. Fuglalívið ger Føroyar ríkar Jú, fuglalívið ger Føroyar tá nýggir fuglar búsetast her. Eg hugsi her um grá- gæsnar, sum nú síggjast flúgva oyggjanna millum og eiga her og um kvør- kveggjuna, sum eisini gjørdist okkara stødufuglur. Sjålvur hevdi eg ta frægd at eygleiða eitt innanhýsis kvørkveggjupar í fjør, sum gera okkara til, at fuglalívið trívist eins væl har tað er nærbýlt, har tað er fábýlt sum í óbygdum. Og latum okkum rekja nýtslufuglin við skili og varðveita stovn- in, eins og vit eisini verða at umsita og hagreiða fiska- stovnin við skili. Lívið má ikki byggja á til- vild og lottarí, tí tá verða tey fægstu væl fyri og tey flestu fátæk. Væl kanst tú vera heppin, men tað gongst ikki hjá einum av byarskøldum okkara, tá hann letur ung- lingar á útróðri verða upp- stoppaðar fyri bensin, og einki er at gera enn at leggja seg fyri íla um náttina, og letur teir vakna á miðjari nátt av, at nakað sleingist móti bátinum; tá er tað ein dunkur, hálvfullur av ben- síni, og teir eru ikki seinir at koyra á motorin, starta og sigla til lands. Ella sum tá seyðamaðurin kom fram á eitt evnaligt beinbrotið lamb og beinanvegin, tá hann leit seg um, fann eina heila ull ella stórpesju, so hann kundi kiltra tað heim, spjálka tað í nakrar dagar og síðan sleppa tí aftur til mammuna. — Men so heppin eru bert tey einstøku, øll hini kenna ikki til slíkt hepni. Vit drupu seinasta gorfuglin... Vit eiga ikki í samfelagslív- inum at fara fram eftir fummum. Men mangir av vinnulívsburðunum tykjast rættiliga vera truplir, ikki 6- líkir ær, har tað liggur eftir kroppi, og nærum allur bón- urin stingur út; tað verður tá neyðugt hjá ánaranum at stinga hann innaftur og seta ærina í undansleip, at burð- urin kann fullbúnast, og fullborið lamb verður lembt Vit drupu tann seinasta gorfuglin. Tað má ongantíð henda aftur, at vit oyða nak- að fuglaslag. Vit mugu heldur ikki gera hesar oyggjar til eina oydimørk eins og beduinar gera í Sa- hara við síni yvirskipan. Teir eru fedrar at hesi oyði- mørk og víðka hana við fleiri km um árið. Gera vit á sama hátt, verður fyrst snar- vallað, so svartloysi og síð- an oyðið. Vitmugu heldur ikki oyða nakran fiskastovn, tá steðg- ar alt upp, og vit hava gingið okkum í ófgri, fáa ikki vent og detta oman fíggjarliga eins og seyður, ið gongur eftir tí besta grasinum og sniðrásar seg inn í uksina eftir teim seinastu væl- smakkandi nálunum, men gongur seg fastan, fær ikki vent, tí tað er stellbergið, hann hevur fyri framman, so har er einki val; hann má á bláman, og bert um stelt er niðurfyri, fer hann ikki í sor og kann bjarga sær á land, um fjóra av tilvild skuldi verið hinumegin bergið. Latið okkum binda um heilan fingur Vit hava, sum áður sagt, stórt arbeidsloysi. Vit høvdu uppgangstíðir við lít. Men uppgongdin átti at ver- ið darvað, áðrenn hon topp- aði; so hevði undanbrekkan og afturgongdin neyvan verið so brøtt, sum hon er nú. Men kanska gott er at vera eftirklókur. Vandi var og er í hvørjari vælferð. Og samfelagsligir = vábrestir tykjast vera hvønndags- kostur. Fólkið fellur í mátt- loysi, og líkasæla fellur yvir okkum, ein líkasæla, sum vit verða at rysta av okkum aftur, tí vit koma øll hvørj- um ødrum við. Vit skulu øll vera her og liva í hesum samfelagum. Samfelags- stættirnir kunnu ikki 6nast, allir mugu taka tek í felag. Vit eru vorðin fátæk, hóast enn væl betur fyri enn fólk í mongum londum. Tá Bismarck hevði knúlvað Danmark í 1864, vóru danir vónbrotnir, men Enrico Dalgas kom tá við slagorðinum: Hvad udad tabes, skatindad vindes, og jú** tað var ein væla og muna- góð uppdyrking, hann fekk í lag. Eisini hjá okkum lærir neyð nakna kvinnu at spinna. Her krevst saman- hald og nýhugsan, so tað munar. Vit hava vinnuliga ligið í eldudalinum. Vit hava leingi ligið og mýlt í and- stroymi at náa skiftitangan, men umsíðir tykist hava eydnast at koma um nebb- ingina, og vit hava aftur fingið viðrák í Klaksvík. Nú ræður um at duga at umsita hetta viðrák, tí tað er eingin kunstur at kollsigla sjálvt í besta veðri. Latið okkum tí binda um heilan fingur hesaferð og íkki lata fíggjarligt ovurkæti skola stødi undan okkum aftur. Eiga at vísa á skeivleikar Vit eiga at vísa á avgjørdar skeivleikar í samfelagnum, og tað hevur onkuntíð verið gjørt; men tað ger einki, um bispur o.a., tá teir hóma grundleggjandi órættvísi, eisini tala at aðrastaðni enn har teir sjálvir liggja sum lýs millum tvær negl. Eg haldi, teir eins væl áttu at harmast um, at samfelag- ið letur sjúklingar, tengdir at dýrum heilivági, summir fyri lívið, gjalda meirvirðis- gjald omaná fyri seinastu oyru teirra. Her eru vit dragnaðir afturum sjálvt amerikumenn, sum vit í mong ár hava dallað fyri á kesum øki at vera lítið at sær komnar. I Fuglakvædinum, sum Nólsoyar Páll yrkti helst í 1806, letur hann tjaldrið, sum er Páll sjálvur, verja smáfuglarnar, tey minni mentu, móti rovfuglunum, embætismonnunum, sum hann her nýtir høvi at geva skortfleingju fyri teirra at- burð móti føroyingum. Ømin er, stýrandi krún- prinsurin, Fríðrikur Sætti, in er Wensel Hammers- haimb, fúti, Gorpurin Krákan er Streymoyar sýslumaðurin Joen Christ- Evensen, sýslumaður í Suð- uroy, og Smirilin er kommandant sergentur Schventsen á Havnar- skansa. Eitt sera vælyrkt kvæði ella táttur, helst tann besti í føroyskum skald- skapi. Ok á føroyingar Men hóast tað nú eru runnin 200 ár, síðani hesar hend- ingar fóru fram, so tykist tað í dag mongum føroyingi líkt, at hesir embætismenn eru uppafturgrivnir og setstir til borðs í Keyp- mannahavn, har teir leggja hvaðna harðari ok á føroy- ingar enn fyri tveimum gld- um síðani. Ikki legið, at fødingar- dagsbarnið, sum í dag rund- ar tey hálvthundrað, fekk navnið Skótalið Nólsoyar Páls. Tað vóru vágsdreingir, sum tóku stig til at stovna skótaliðið grækarismessu- dag í 1944. Fyrsti lidførari var Ásmundur úr Hvalvík, og manningin var tá um- framt Ásmund: Johan Mart- in Samuelsen (Hanne- mann), Ingolf Samuelse, Ragnar Samuelsen, Otto Juul Sjóstein, Hákun Joen- sen, Ejlev Joensen, Jørgin Joensen, Ernst Samuelsel, John Hgj, Karl John Nicla- sen, Asbjørn Joensen, Tor- finn Dahl, Karl Martin Klein, Sonni Eliasen, Jasp- ur Klakstein, Sámal Júst Bjartalíð, Símun Waag, Hans Andrias Eliasen, Juli- an Eliasen, Hjalgrím Joen- sen, Svein Juul Frederiksen, Mads Dahl og Guðleiv Guðjónsson og Jógvan Páll Mikkelsen. Vónandi er eingin dottin burtur ímill- um. Fyrstu legurnar vóru á Toftum, í Hvalvík, í Vág- um, og fyrsta landslegan var norðuri á Eiði í 1951. Fyrsta uttanlandsferðin var til Danmarkar, Ebeltoft, í 1959. Í 1951 kom skóta- blaðið Royndin út á fyrsta sinni. Arini 1954-56 lá SNP tíverri stilt, men síðani 1957 hevur liðið verið virkið alla tíðina. Robert Joensen var sum ein pápi at SNP, og tað var til hansara, farið varð, tá knútar skuldu loysast Í 1951 var Uppistova bygd, og núverandi Uppistova varð bygd í 1980. Í dag hevur liðið bæði dreingja- og gentuskótar, bæði úlvar, rovarar, eini 100 virkin í tali. Tað eru nógvir menn og mangar kvinnur, sum eiga rós uppiborið fyri teirra ar- beiði í skótargrsluni, men ov drigført verður at nevna tey her, men stóra tøkk øll somul. Tó kann eg ikki lata vera við at nevna tykkum báðar, Jan Andersen og Jørgen Ellingsgaard, sum hava havt leiðsluna um ar. Hjartaliga tilukku, SNP og blidan byrd framyvir. Í fyrsta foreldraráðnum sótu Sigurd Heinesen, Sím- un Andreasen, Andrias Thomsen, Jaspur Leivsgarð og Robert Joensen. Eisini Santa Jørundsgildi hevur fæðingardag í dag. Tað var stovnað sum ein hjálparfelagsskapur á grækarismessu 1976. Fyrsti formaður var Jóannes Leivsgarð, og núverandi formaður er Børge Simon- se. Tillukku við degnum, Skt. Jørund. Eisini skal eg nevna Skúvadalsvinir, sum saman vid Skt. Jørundsgildi hava stuðlað Skúvadals- húsinum og sett tað í góðan stand til SNP. Tað eru Ingolf Samuelsen og hans- ara menn, sum standa å odda fyri Skúvadalsvinum. Hornorkestrið Hetta er 43. ferðin, at horn- orkesrið skipar fyri græk- arismessuhaldi, og tað skulu tit hava hjartans tøkk fyri; eisini tøkk bæði SNP og KFUM- og KFUK- skótarnir. Uttan tykkum øll var Klaksvíkin væl fátæk- ari. Latið okkum at enda vera samsint við Bernhardi So leingi, sum fjøllini standa, og Gud mær unnar at anda, so leingi, sum rødd min kann ljóða, skal eg ei gloyma tað góða. Góða grækarismessu.