týsdagur 22. mars 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
Ætlaði at
stjala bát
í Klaksvík
Ein maður, ið hevdi sett motorin í
gongd á einum báti, hann ætlaði sær
at stjala, varð tikin í ferskum verki
Klaksvík: Leygarmorgun-
in kl. 5.30 varð ein maður
handtikin, meðan hann var í
ferð við at stjala ein bát.
Ein annar maður. ið var á
veg til útróðrar, fekk tikið
mannin og hildið honum
aftur, til politiið kom á stað-
ið og tók sær av >paragraff-
unum«.
Hesin seinni maðurin
gjørdist varur vid, at ein rút-
ur bar brotin í hurðin til
stýrhúsið á bátinum hjá
Kári P.
pápa hansara, og tá hann fór
at kanna hetta nærri, hoyrdi
hann motorin á einum gðr-
um báti vera í gongd, og
hann sá eisini ein mann í
stýrhúsinum.
Tað eydnaðist at fáa givið
boð víðari, so politiið kundi
koma á staðið og bókstavi-
liga handtaka mannin, ið
helst verður skuldsettur fyri
herverk og fyri at royna at
stjala.
hj.
hevur
konsert i Før-
oyahúsinum
Leygarkveldið 9. april kl.
22 verður kendi vísusangar-
in Kári P. at hoyra á palli í
Feéroyahúsinum í Keyp-
mannahavn, har hann fer at
hava konsert.
Tað er Nærvarp Okkara,
ið skipar fyri konsertini, ið
fer at umfata bæði tað góða
og gamla hjá Kára P., men
eisini okkurt spildurnytt til-
far á vísufrontinum, ið íkki
hevur verið at hoyrt fyrr.
Kári P. er sera væl um-
tóktur millum >vísu-fans<,
og útgávurnar >Vælferðar-
visur«og >Hinumeginring-
vegin< hava báðar fingið
stak góða móttóku.
Í Føroyahåsinum er pláss
fyri 200 áhoyrarum, og av tí
atkonsertin bert verður tann
eina hesaferð, er avmarkað
atgongd. Forsøla verður
ikki, men kunnu fólk keypa
atgongumerki við dyrnar.
Ætlanin er eisini at hava
dans aftaná, men enn er ikki
greitt, hvør kemur at spæla,
ellaum tað verður við plátu-
vendara.
hj.
SS De
Lions-h
dansur í Royn-høllini
Leygarkvøldid skipar Lions Club Suduroy fyri ein-
um tiltaki til frama fyri vælgerandi endamál. Byrjað
verður kl. 20.30 og ymist er á skránni hetta kvøldid
Vanligt er, at Lions Club
Suðuroy minst einaferð
um árið skipar fyri einum
stórri tiltakitil frama fyri
vælgerandi endamál av
ymsum slagi.
Eitt slíkt tilktak verður i
Royn-høllini í Hvalba
komandi leygarkvøld, tå
Lions Club Suðuroy hev-
ur hugnakvøld við skemti,
sangi og åbiti kl. 20.30.
Umleið kl. 23 verður so
hildið fram við dansi, og
tá fara Rúni og Fróði at
syrgja fyri at fáa hvalbing-
ar og øllonnur, sum koma,
upp å gålvid »at swinga«.
Millum teirra, ið verða
við í undirhaldinum, eru
Robert McBirnie, Niels
Petur Nolsøe, Suðuroya
Kvartettin og partur av
Tvøroyrar Hornorkestri.
Felagssanginum fer Ro-
bert at skipa fyri, og um-
framt at tað undirhaldsliga
á skránni, verður eisini ein
lutaseðlasgla, har størsti
vinningurin verður eitt
Hansemann Tórgarð
og
gott sleppingarlamb til
heystar.
Tiltakið hesaferð verð-
ur til frama fyri blind í
triðja heiminum og eisini
onkur vælgerandi enda-
mál í Suðuroynni.
Lions Club Suðuroy
vónar, at fólk fara at taka
væl undir við tiltakinum,
og tí er kvøldid lagt upp
undirhaldi, skemti, sangi
og ødrum, ið kann savna
fólk.
hj.
í Norðurlandahúsinum
Framsýning av virkseminum hjá >The Grand Old
Manx< innan føroyska plátuútgávu, Hansemann Tór-
garð, letur fríggjadagin upp í Norðurlandahúsinum
Fríggjadagin kl. 17 letur
ein nýggj og áhugaverð
framsýning upp í Norður-
landahúsinum.
Hetta er ein framsýning
av virkseminum hjá >The
Grand Old Man< innan
føroyska tónleikaútgávu,
Hansemann Tórgarð.
Líka síðani hann var við
til at geva »Eitt sunnu-
kvold í plantasjuni« út á
lakkplátu afturi í 1957 og
fram til 1990, tá jólaband-
ið hjá Sjúrði Strøm, ið
fyribils er síðsta útgávan
frá hansara hond, kom út,
er mangt og hvat komið
frá hansara hond, og til-
samans er talan um ikki
færri enn 113 útgávur.
Tann stóri
slóðarin
Tað er ikki smávegis
arbeiði, ið lagt er í at fáa
føroyskan tónleik >út til
fólkið<, og á hesum øki
hevur Hansemann Tór-
garð verið tann heilt stóri
slóðarin.
Óivað er tað eisini hans-
ara arbeiði og innsatsi fyri
attakka, at tað er vorðið so
vanligt við føroyskum út-
gávum eftirhondini. Tað
gongur ikki ár, uttan at
ymist nýtt er at fáa í tón-
leikahandlunum, ið før-
oyskir tónleikarar og tón-
listaskøld hava fingið frå
Føroyar eru eitt lítið
land við lítlum marknaði
fyri tónleikaútgávum, og
tí krevst dirvi til at fara
undir útgávu, men tað
dirvið hevur Hansemann
havt, og somuleiðis hevur
hetta smittað yvir á onnur,
ið hava tikið táttin upp.
Framsýningin letur sum
sagt upp fríggjadagin kl.
17, og verður hon at síggja
í Norðurlandahúsinum til
eftir páskir.
hj.
Tíðindablaðið { sosialurin | Nr. 56 — 22. MARS 1994 Síða3
Nogvur
kavi í
Suduroy
Tvøroyri: Politiid å Tvør-
oyri hevur hesaferð havt eitt
stak fridarligt vikuskifti.
Ein av orsøkunum til tað
hevur verið tann nógvi kav-
in, ið er komin niður í Suð-
uroynni um vikuskiftið. Tá
politiið var úti friggjakvøld-
ið, var ferðslan sera lítil, tí
koyrilíkindini vóru so ring.
Leygarkveldið var dansur í
TB-húsinum, men orsakað
av veðrinum var heldur ikki
so nógv fólk har.
Tað man vera sjáldan, at
meira kavi er sunnanfyri
ennnorðanfyri, men so hev-
ur altso verið hesar seinnu
dagarnar.
Fekk ikki
bremsað
Miðvágur: Politiið í Vág-
um hevði ikki tað stóra í
rapportini hesaferð. Bert
eitt ferðsluóhapp hendi, ið
politiið fekk fráboðan um.
Óhappið hendi fríggja-
dagin í svinginum oman
fyri Sørvåg. Ein kona, ið
kom koyrandi, fekk í hálk-
uni ikki bremsað bilinum,
sum hon vildi, og endin var,
at bilurin fór á glið og rendi
áein annan bil, ið stóð park-
eraður.
Eingin fólkaskaði stóðst
av óhappinum, men nakað
av materiellum skaða.
Herverk í
Klaksvík
Klaksvík: Leygarnåttina
varnakað av herverki gjørt í
Klaksvík.
Roynt hevði verið at bróta
inn í ein kjallara í Víkunum,
men ikki eydnaðist at fáa
hurðina upp, og í staðin var
herverk framt móti hurðini.
Eisini á Vágsheygnum
var herverk fram. Her var
tað ein bilur, ið stóð fyri
skotum. Millum annað varð
onkur lykt brotin.
Fríggjanáttina varð roynt
at bróta inn í Kringluna í
Bøgøtu, men hetta hevði
ikki eydnast. Ein rútur í
hurðini var brotin, men ikki
hevði borið til at sleppa inn
kortini.
hj.
Ringið!
- og vit skriva
(C11820