mikudagur 23. mars 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 57 —23. MARS 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin }
=
Glasborgir
og ideologiir
Best man vera at gera
eina viðmerking til grein
Jógvans við Keldu undir |
heitinum >Miðbýarætlan- |
in í Klaksvík<. Tó tað |
kann tykjast í so nasa-
djarvt av einum vanlig-
um proletari at havast at
sjálvum hinum velduga
borgarstjóranum í Klaks-
vík. Men eg royni kort-
ini. Fyrst av øllum: Jógv-
an, góði, tú hevur púra
rætt. Eg hevði ikki sett
meg inn í miðbýarætlan-
ina í Klaksvík. Hevdi eg
vitað, at har var talan um
minni glas enn í Albert
Hall, hevði eg ikki viljað
talað. Ætlan mín var ein-
ans at tala at øllum gar-
villum ørvitisverkætlan-
um her á landi. Eg |
nevndi hóast alt flogvøll- |
in å Glyvursnesi og Und- |
irsjóvartunnilin undir
Vestmannasund. Kundi
hildið fram uttan enda,
eitt nú við at nevna ópro-
duktivu bygningarnar
uppi á Hálsi og aðra-
staðni í Havn. Skjótt
rættiligir spøkilsisbyir.
Ella hvat við verkætlan-
ini um undirsjóvartunnil
undir Lorviksfjørd. Onk-
ur skemtilig sål helt, tå
henda verkætlan i ram-
asta ålvara var frammi, at
best mundi vera at sleppa
upp í Kalsoynni at anda.
Sama ger. Ætlanin var
als ikki at leggja eftir
nøkrum glashúsi sum so,
heldur eftir øllum gal-
skapinum, sum samfelag-
ið nú knógvar undir.
Um ideologiir
Borgarstjórin í Klaksvík
endar frálíku gren sína
við hesum megnar orð-
um: »At kommunistiski
Kuba-vinurin Ambjørn
Thomsen tosar um
»science-fiction«, kennist
sera løgid, hesin sum ikki
veit av, at hann ríður á
eini åtsløktari ideologi<.
Gamalt er ikki at blaka
við gróti, tá ein sjálvur
býr í glashúsi. At tú
nevnir meg kommunist,
takki eg fyri, tað er størsti
heidurin, tú kanst veita
mær. Sum tann Guðs-
maður, tú ert, átti tú at
vita, at júst tey fyrstu
kristnu livdu sum sannir
kommunistar og býttu
allar ognir sínar her á
fold javnt millum sin. At
eg eri Kubavinur, sum tå
tekur til, taki eg somu-
leidis sum eitt herda-
klapp. At eg á henda hátt
gangi móti streyminum,
er ein onnur søga. Sjálv-
andi royni eg eftir besta
fórimuni at hjálpa einum
samfelag, sum hevur víst
á eina gongda leið burtur
úr tí vesældómi, sum
herjar 3. heimin, takkað
verið imperialismuni og
kapitalismuni. Kuba hev-
ur stríðst í skjótt 35 ár
móti heimsins størsta im-
| kristnu, eg nevndi áður.
Í karavana við út við 100
perialistiska veldi. Ku- |
banar liva i mongum før-
um júst sum tey fyrstu
Og hóast kvørkratakid frá |
USA, hevur hetta fólk
við síni marxistisku ideo-
logi megnað at útruddað
analfabetismuna, skapað
eitt hitt mest framkomna
heilsuverk og skúlaverk í
heiminum, fyri bert at
nevna ngkur fá dómi.
Eg kann ikki bara mær
at nevna, at í august í fjør
var stór gøla í Laredo í
Texas, har ein sonevnd
bussum við heilivág, |
biblium og øðrum ikki
slapp um markið til
Mexiko, tí teir vóru á veg
til Kuba við hjálp. Tiltak-
ið var hitt næsta av sínum
slag, undir leiðslu av
baptistaprestinum, Lucius
Walker. Tað var ameri-
kanski hjálparfelagsskap-
urin >Pastors for Peace<,
sum stóð fyri tiltakinum.
Men tá meginparturin av
bussunum var sloppin í-
gjøgnum, var seinasti
bussurin — ein skroypi-
ligur gulur skúlabussur úr.
Los Angeles við einum
15 prestum — steðgaður.
Prestarnir gjørdu skjótt
av og fóru í hungursverk-
fall í heilar 28 dagar. Tá
stóð um lív hjá fleiri,
m.a. hjá tí elsta, ið var 86
ára gamal. At enda
noyddist Clinton-stjórnin
at víkja, og loyva prest-
unum igjøgnum til Mexi-
ko, og haðani gekk so
leiðin til Kuba, har Fidel
sjálvur saman við ku-
banskum prestum góvu
teimum eina hjartaliga
móttøku, fyrst á José
Marti flegvøllinum, og
sidani å »Martin Luther
King« midstødini í Ha-
vanna. Eisini á hesi mið-
stød í Havanna stóð ein
baptistapresur fyri ku-
banska tiltakinum, og
| nevnast skal, at kubansku
prestarnir svøltadu seg
einar 8 dagar í einum
mótmæli móti ameri-
konsku stjórnini. Ja, í eini
av sínum mongu rødum,
tók hesin stillføri bap-
tistapresturin, Lucius
Walker, enntá soleiðis til:
»Eg kann ikki annað enn
skýra skiftandi ameri-
konsku stjórnirnar annað
enn umboð fyri anti-
krist<.
Ja, Jógvan góði. Hetta
var eitt dómi um sannan
kristindóm, sýndan í
verki, og við baptista-
prestum á odda.
Sjálvur haldi eg ikki at
tað er so løgid, at eg og
nógvir aðrir føroyingar
og milliónir av fólki um
allan heim, hava kastað
sín alsk á kubansku tjóð-
ina, sum ikki bert stríðist
stríð 3. heimsins, men
eisini okkara stríð fyri
einum betri heimi. Spyr
si
———
bara onkran av teimum
50 føroyingunum, sum
nú hava verið á arbeiðs-
og solidaritetsbrigadu í
Kuba.
Nei, Jógvan góði, so-
sialisman er als ikki nøk-
ur åtsløkt ideologi. Hon
er framtíð heimsins.
Kommunisma hevur ong-
antíð verið til, uttan
kanska millum tey fyrstu
kristnu her á fold.
Skalt tú leita eftir eini
åtsløktari ideologi, nýtist
tær ikki at fara út um
landoddamar. Hjá okkum
gongur jú alt strúkandi
við åtsløktu kapitalistisku
ideologiini. Hon er f øll-
um førum komin at grav-
arbakkanum. Ivast tú, so
spyr bara fólkið, hvussu
nøgt tað er við samfe-
lagsskipan okkara.
Arnbjørn R. Thomsen
Lesarabrøv
Viðmerking til samrødu við
Jógvan Mørkøre, styrislim í ALS
Í samrødu vid Sosialin 16.
mars 1994 undir yvirskriftini
»Tørvandi samhugur vid tey
arbeidsleysu« sigur Jógvan
Mørkøre, sum umboðar tey al-
ment løntu í stýrinum fyri
ALS, at ein loysn hevði verið,
at tey alment løntu, sum eru
betur fyri í samfelagum, kundu
latið ein part av sínum eftir-
lønargjaldi til ALS.
Fyri tað fyrsta vil eg slett og
aldeilis ikki finna meg í, at
verða lagdur undir at hava víst
térvandi samhuga við teimum
arbeiðsleysu.
Og fyri tað næsta ber ikki til,
og tað veit Jógvan Mørkøre av,
at lata nakað eftirlønargjald í
ALS, tí vit í Starvsmannafe-
lagnum hava ikki nakað gjald
at lata. Síðani 1. februar 1993
hava limirnir verið noyddir at
liva við niðursettari løn, harav
stórri parturin í beinleiðis løn
og hin minni parturin eftir-
lønargjaldi.
Hendan semjan gekk sostatt
åt uppå at bjarga arbeidsplåss-
um, soleiðis at ikki enn fleiri
komu í skipanina.
Tá Jógvan Mørkøre sigur, at
tey alment løntu eru betur fyri í
samfelagnum, so tosar hann
ikki fyri limimar í Starvs-
mannafelagum, men fyri seg
sjálvan. Tað er beinleiðis ósatt
og villleiðandi, at limirnir í
Starvsmannafelagnum nærm-
ast liva sum barrónar og vísa
térvandi samhuga við teimum
arbeiðsleysu og hetta vísir
hvussu lítið innlit hann hevur í
viðurskiftini hjá limum okkara.
Einkann eisini fáa ta fatun, at
limirnir einki gjalda í arbeiðs-
loysistryggingina og fyri tey,
sum ikki vita tað gjalda vit
2,75% av lønini. Síðani hava
vit latið 8% av lønini, summar-
ferian stytt við 4 døgum og frí-
tíðargjaldið er lækkað við
0,75%. Verður hetta lagt sam-
an við ógvusligu skattahækk-
ingini, so má ein og hvør kunna
siga sær sjálvum, at sjálvt
hann, sum hevur eitt arbeiði,
ikki kann hava nógv til yvurs.
Harafturat skal eg eisini upp-
lýsa at vit hvønn mánaða rinda
0,5% til samhaldsfasta.
Sum sagt, so hvørki vil eg
ella kann eg góðtaka slíkt 6-
sum
samfelagsfrødingurin ber fram
samanhangandi tvætl,
í samrøduni.
Jåkup Danielsen,
formaður